Tyngsta takið er at fáa hvalin til lands. Tá binda teir oftani fleiri bátar saman og sleipa hann til lands. Oftani kunnu ganga upp til átta tímar at sleipa hvalirnar til lands. Tað ræður so um at koma [...] takið at fáa hval til lands Talan er heldur um ikki nakað lítið djór. Spermurin er einar 12-14 metrar og vigar eini 20 tons. Vanliga tekur tað tó bert hálvan til ein tíma at taka lívið av honum. Hann linkast [...] landinum, og áttu vit at tikið hesar í brúk, tá grind verður hildin til. Tá kunnu motorbátarnir brúkast til sjálvan raksturin. Ein orsøkin til, at Tróndur heldur ferðina í Indonesia verða so áhugaverda fyri
slakan tíma at koma fram til, at býráðið er av tí áskoðan, at ein og hvør, sum lýkur treytirnar fyri at fáa skeinkiloyvi, skal hava møguleikan. Úrslitið bleiv, at býráðið mælir til at tilsamans 40 skeinkiloyvi [...] Vísandi til tørvin hjá matstovunum og fyri at stuðla vinnuni, og hervið skapa fleiri arbeiðspláss, verður mælt til at økja talið av skeinkiloyvum úr 14 upp í 40, harav 15 skeinkiloyvi verða avmarkað til bert [...] soleiðis, at ikki verður neyðugt hjá býráðnum at taka støðu til slík mál aftur fyribils. Í løtuni eru 14 loyvi í Havn, harav tvey eru avmarkað til bert øl og vín. Umframt tað eru eini 10 - 12 støð í býnum
gjøgnum norðurlendskar bókmentir, sum eru á tremur av góðum søgum. Tilboðið er til øll, sum tíma at brúka vetrarkvøldini til annað enn sjónvarp, sigur Anette Jensen frá Nordisk Informationspunkt í Flensburg [...] báðumegin danska-týska markið verður í Føroyum. Hugskotið er, at vit brúka bókmentirnar til at koma inn á lívið á einum norðurlendskum umráði, sigur Anette Jensen, sum er í holt við at gera lesitilfar [...] eydnast ferðin væl fara vit til eitt annað norðurland næsta ár. Tríggir lesibólkar eru norðan fyri og tríggir sunnan fyri danska-týska markið. Í september fara bólkarnir til arbeiðis í Flensburg, Slesvig
byggiloyvi er neyðugt til tað arbeiðið, sum skal gerast ella ikki. Fornminnissavnið metti, at málsviðgerðin í Kirkjubøar kommuna fór at tarna og seinka málinum og tí vendi tað seg til kommunala eftirlitið [...] klimaskermunum. Eisini verður boðað frá, at málið er sent verkfrøðingum til ummælis og at Fornminnissavnið frættir aftur so skjótt sum til ber. Bygdaráðið er nú farið í summarfrí og kemur ikki saman aftur fyrr [...] fingið uppgávuna at seta stillads upp og innloka Múrin. Innilokingin, sum skal vara í fimm ár, hevur til endamáls at turka Múrin og steðga niðurbrótingini. Í samrøðu í blaðnum fyrr í hesum mánaðinum legði
meir um sjálvt lívið. Og eg sá meir og meir, at tað lívið, eg livdi, ikki førdi til nakað mál. Eg var byrjaður at lesa í Bíbliuni, og tað gekk upp fyri mær, at eg stóð á einum vegamóti. Lívið bar annaðhvørt [...] í januar. Eg hugsaði og bað til Gud um hetta. Her kom eg eisini at standa í einum vali. Um eg segði ja til bíbliuskúlan, so segði eg ikki bara ja til sjálvan skúlan, men til Jesus. ? Eg valdi at fara á [...] Heri. ? Nú sær kortini út til, at vit skulu til Musoma sum er størsti býur í Mara-økinum. Í Musoma hava tey bæði ljós og vatn innlagt og eru tískil hampuliga væl fyri. Orsøkin til broytingina er, at onkur
mikrofonini, tá sangarin í Funkies fór til skips. Bólkurin hevði keypt sær útgerð og skyldaði pengar. Tí vórðu teir noyddir at spæla, og Terji mátti syngja. Tað gjørdi hann til bólkurin fór í søguni, og Terji [...] Eg gjørdi øll løgini tá, men helt meg ikki til at gera tekstir. Eg dugi ikki at gera tekstir. Eg fái teir ikki at rigga, teir ljóða banalir og býttir. So til flestu av teimum sangunum vóru tekstirnir gjørdir [...] tú ert og hvat tú gert. Áðrenn eg fór til Svøríkis, føldi eg tað, sum um eg var við at koyra av sporinum. Í Svøríki búði eg púra einsamallur og hevði nógva tíð til at hugsa. Eg fekk nógv burtur úr, bæði
tí umleið 50 menn mistu lívið meðan teir arbeiddu uppá brúnna. Stórt tal, men verður tað sammett við trygdarkrøv og arbeiðsútgerð í dag, so er tað hóast alt merkiliga lítið. Til sammetingar kann nevnast [...] varð liðug, og hon verður brúkt enn tann dag í dag til jarnbreytartok. Ferðamannamál Eins og í gomlum døgum, tá ferjusambandið var, kemur nógv fólk til Queensferry-bygdirnar, men í dag eru ørindini onnur [...] Tað er gjørt til minnis um rithøvundan Sir Walter Scott. Í løtuni verður tornið umvælt, men tað tekur ikki allar ævir. Bústaðarmøguleikarnir eru nógvir í Edinburgh. Nógv gistingarhús eru til taks, kostnaðarmikil
Slíkt er óivað vónleyst at greiða øðrum frá. Rúni fór so til Keypmannahavnar. ? Eg hevði ikki sungið solo áður, men tað kravdist til upptøkuroyndina til Radiokórið. Eg mátti finna ein sanglærara skjótt. Tey [...] niðri og syngja... ? Men tað eggjaði mær til at halda fram, at dugnalig fólk bóðu meg fara víðari. Tað hevði nógv at týða fyri meg, at Kim Borg tímdi at ómaka sær til at geva mær sangtímar - hansara ráð kann [...] vónrík fólk eru hvørt ár til upptøkuroynd á Sibelius Akademinum í Helsinki, men bert fá sleppa inn. Rúni var í fjør teirra milum. Útbúgvingin tekur 4 ár. SU-stuðulin úr Danmark røkur til hálva húsaleigu, so
film, so brúkar Jens Okking stóran part av tíð síni at skriva til bløð. Í løtuni hevur hann fingið til uppgávu at gera nakrar greinar til m.a. Ekstrabladet og Familiejournalen. Hann er júst heimkomin av [...] vikur, og haðani gongur leiðin so fyrst til Íslands og eftir tað til Filipsoyggjarnar. Hann fer eitt nú at viðgera spurningin um charterferðir, og um tað ikki ber til at endurnýggja henda ferðaháttin. Sjálvur [...] útviklingur, sum er góður. Jens Okking kemur í hesum sambandi til hugs tíðina í Føroyum, tá upptøkurnar vórðu gjørdar til Barbaru. -Tá legði eg til merkis, at føroysk børn ótu alt ov nógv av ?pommes frites
slætt ikki til mannin fyri starvsfólkum, tó at eitt flogfar var lent nakað áðrenn Brian Milton lendi, og eitt annað var við at fara avstað, so onkur mátti rópa at fáa nøkur starvsfólk at koma til arbeiðis [...] London fyri 170 døgum síðani, men tá teir komu til Russlands mynstraði hin makkarin av, tí hann gjørdist skotin í eini russiskari steik, og var nú á veg til Londonar við henni at giftast. Brian Milton hevði [...] minuttir úr Íslandi í »Micro Light« fari sínum, og roknaði við at fara og brúka nakað tað sama um ferðina til Kirkwall. Setir kanska nýtt met Ætlanin hjá Brian Milton er at sláa gamla metið frá 1942, tá 4 amerikumenn