Mundi verið gloyptur av augusti í Kyrrahavinum

? Tá eg lá har í sjónum, og ein augustur bert var fáar metur frá mær, hugsaði eg, at skuldi eg verða gloyptur av einum hvali, so lat tað verða gjørt skjótt og væl sigur listarmaðurin og ævintýrarin Tróndur Patursson, sum júst er afturkomin av eini sera spennandi og áhugaverdari veiðuferð eftir augusti saman við teimum innføddu á oyggjunum har eysturi í Indonesia. Sosialurin hevur tosað við hann

Nú um dagarnar kom listarmaðurin og ævintýrarin Tróndur Patursson heim aftur av enn eini spennandi ferð úti í heimi saman við kenda íranum Tim Severin. Teir báðir, sum hava verið á flestu av heimsins høvum saman, vórðu hesaferð á hvalaveiðu í Indonesia saman við oyggjafólki, sum í fleiri túsundd ár hevur veitt spermhval við árabáti og skutli.

Tróndur er nú í ferð við at gera tekningar til eina bók, sum Tim Severin skrivar um hesa aldargomlu veiðumannamentan, ið ere lítið broytt gjøgnum túsundtals ár.

Í góðan mánað vóru Tróndur og sonurin Brandur saman við oyggjafólkinum á eini av smáoyggjunum í Malukkunum. Hesar liggja har eysturi í Indonesia, miðskeiðis millum Australia og Borneo.

Eftir at hava siglt í kjalarvørri Brendans til Amerika og á bambusflaka millum Japan og Amerika umframt at hava gjørt fleiri aðrar áhugaverdar ferðir, avgjørdi Tim Severin herfyri at gera eina bók og film um veiðuna eftir augusti í suðurkyrrahavinum millum Indonesia og Australia. Við undantaki av føroyingum eru íbúgvarnir her helst einasta fólk í heiminum, sum drepur hval frá árabáti.

Tróndur Patursson, sum altíð hevur verið drigin og hugtikin av náttúruni og her ikki minst hvali, slapp hesaferð veruliga at royna seg.

Í nógvum av tí hann sá, kendi hann seg heima aftur í Føroyum ella frá føroyska gerandisdegnum, sum hann serliga var fyrr, tá einans árabáturin varð brúktur.


Fryntligt og klókt fólk

Talan er um eitt sera fryntligt, klókt og vinsælt fólk. Tey eru sera fátøkk, liva fyri tað mesta av tí, sum havið gevur. Tríggjar mánaðir um ár er augustatíð. Í juni, juli og august gongur spermhvalurin ella augustur júst um hesar leiðirnar. Hann gongur vestur eftir millum oyggjarnar Timor og Florence, har oyggjabólkurin Bali endar. Staðið er bert 50 fjórðingar frá Australia, og tí er sera heitt og turt í hesum økinum. Hóast vit skjótt skriva ár 2000, so veiða tey framvegis hval uppá tann gamla mátan við árabáti og skutli. Men eftir er bert ein lítil oyggj, har árabáturin enn verður brúktur. Á øðrum oyggjum er motorbáturin tikin í brúk.

Augusturin hevur verið fastur partur av húsarhaldinum hjá hesum oyggjafólkinum so langt menn vita um. Umframt hvalaveiðu veiðir fólkið eisini risastóru djevlaskøtuna, sum er so vanlig um hesar leiðirnar. Eisini hon verður skutlað, tá hon liggur uppi í sjónum.


Pátrúgvin stór

-Sum hjá mongum fólki, ið liva so nær knýtt at náttúruni, hevur pátrúgvin eisini stóra ávirkan á siðirnar og liviháttin hjá hesum oyggjabúgvunum greiðir Tróndur frá.

-Tá vit løgdu frá sandinum í teimum eyðkendu ára- og seglbátunum, sum allir eru primitiv før úr træ, varð sungið mest sum alla leiðina út á hvalamiðini í takt við áralagið. Teir róðu nøkur tøk, løgdu stilt og bóðu eina bøn. Soleiðis sum ein kann ímynda sær, at forfedrar okkara gjørdu fyri 100 árum síðani, tá teir í sínum áttamannaførum fóru út um hólmin.

Teir eru einir 20 mans við hvørjum báti, tá farið verður út eftir augusti. Í mesta lagi eru einir 20 bátar og alt umborð er væl lagt til rættis. Fýra skutlarar eru við hvørjum av bátunum, og her er talan um sera royndar og oftani eldri menn. Tað er nevniliga ikki sørt vandamikið at vera skutlari, tí bert ein lítil snávan ella mistak, og tú kanst koma til skaða.

Teir brúka bæði árar og segl, og róð verður mest sum um kapp at verða fyrstur á ?feltinum?. Tá verður so lagt tætt upp at augustinum, sum liggur sera ovarliga í sjónum. Skutlarin finnir sær løgir og loypir niður á ryggin á hvalinum, finnur rætta staðið at stinga í, helst millum rivini, beint aftanfyri høvdið. Roynt verður at drepa hann beinanvegin við at raka hjarta ella lungu, men oftani skal meira til enn so at fáa lívið av hvalinum. Skutlarin er ótrúliga kvikur, og klárar hann at koma sær upp í aftur bátin, áðrenn hvalurin merkir hvassa skutulin.

Tað er ein øgiligur brestur, tá ein ella oftani allir fýra skutlarnir verða settur í hvalin. Báturin ríkur avstað, og sprænurin stendur um æsingarnar. Hvalurin tekur dyk á seg og kavar. Tá ræður um ikki at vera í nánd av endanum, sum er festur í skutulin. Men tað kemur meira enn so fyri, at hvalurin fer á botn við bátinum. Og allir menn á bláman. Hetta hendi eisini, tá Tróndur var við einum av bátunum.


Tróndur nærum gloyptur

-Eg visti av ongum, fyrr enn eg sjálvur lá í sjónum. Augusturin, vit høvdu skutlað, fór við fullari ferð til botns fyri at koma uppaftur løtu seinni. Men ein annar augustur royndi at koma honum til hjálpar. Hvalurin kom beint ímóti mær, og hann var so nær, at eg hugsaði, at hann fór at gloypa meg sigur Tróndur, sum í sama viðfangi kom til hugs søguna úr Bíbliuni, um hvalin, sum gloypti Jónas.

-Eg hugsaði eina løtuna, at skuldi tú blíva gloyptur, so ger tað ordiliga. Men líka veit eg, hann var so tætt við, at eg kundi nema hann, tá hann tó bráddliga vendi. Eg má viðganga, at tað var eitt sindur ógvusligt, tí eg hevði ongantíð roknað við at koma upp í kjaftin á einum hvali.

Tað er annars ikki vanligt, at hvalurin ger seg inn á fólk, og serliga ikki, tá tey eru í sjónum greiðir Tróndur frá.

Meira vanligt er, at augusturin leggur eftir bátunum, og hann er so mikið klókur, at hann altíð finnur sær veikasta staðið á bátunum. Men fólkið har er eisini klókt, og tey hava tí málað strikur á bátin, sum vóru tey skott, og harvið veikasta liðið, sum hvalurin vil raka.

Hóast bert fá óhapp henda, so er at ansa sær eftir sveivini, tí tað er ikki lukkuligt at koma fyri, tá hvalurin brestir við sveivini. Tá er oftani tryggast at liggja í sjónum.

Var hetta ein stór uppliving fyri Trónd, so hevur hann tó ikki bert ?góð? minni frá hesi hending. Hann hevði nevniliga fototólið um hálsin og fleiri filmar í lummanum, tá báturin fór á botn.

-Her misti eg so nakað av tilfari mínum, men tað týdningarmesta er tó sjálvur at hava verið og følt og sæð, hvussu hvalurin ber seg at. Tað er kenslan tú situr eftir við, eftir at hava verið í sjónum sjálvur og har sæð og upplivað hvalin sigur Tróndur, sum heldur fyri, at mong av teimum, sum tekna hval, hava bert sæð hann deyðan ella beinagrindina av honum.

Tað hevur ómetaliga nógv at siga fyri Trónd, nú hann skal til at gera tekningar til bókina hjá Tim, at hava sæð hval í sjónum og verið so tætt upp at honum. Tað er nakað, sum hevur fest seg í sinnið og sum tú seint gloymir.


Tyngsta takið at fáa hval til lands

Talan er heldur um ikki nakað lítið djór. Spermurin er einar 12-14 metrar og vigar eini 20 tons. Vanliga tekur tað tó bert hálvan til ein tíma at taka lívið av honum. Hann linkast skjótt, og tá hann kemur upp aftur eftir at verða stungin, royna teir dugnaligu og royndu veiðumenninir at fáa hann uppá síðuna av bátinum. Teir seta ein krók niður í blástrið heilt har frammi á kúlini og binda so høvdið upp, soleiðis at hann hann ikki sleppur undir aftur. Eitt band verður kastað um sveivina, sum somuleiðis verður bundin upp. Síðani verður skorið á háls, ikki sum vit føroyingar gera tað, men aftanfyri høvdið og so niður millum rivjabeinini.

Tyngsta takið er at fáa hvalin til lands. Tá binda teir oftani fleiri bátar saman og sleipa hann til lands. Oftani kunnu ganga upp til átta tímar at sleipa hvalirnar til lands.

Tað ræður so um at koma inn á flóð og so skera hvalin upp, meðan fjøra er. Her er stórur munur millum flóð og fjøru og eru teir lidnir at skera upp, tá tað so aftur fløðir.

Skorið verður upp á nærum sama hátt sum vit gera tað í Føroyum. Tvøstið verður skorið í lykkjur og hongt upp at turka. Sama er við spikinum. Har er so turt, at tað ganga bara fáir dagar, til tað er turt.


Brúka alt

Tað mesta av hvalinum verður brúkt. Lýsið verður brúkt til brenni, og tann eina dagin Tróndur hugdi innar í eina av smáttunum, gjørdist hann ikki sørt kløkkur, tí inni í einum av rúmunum hekk ein kola. -Hon kundi líkasovæl verið gjørd í Kollafirði sigur Tróndur smílandi.

Umframt at eta tvøstið og spikið turt, so verður tað eisini kókað og stokt. Trónda dámar tað einki, tí tað er sera soymutt og sokt. Tað er eisini sera sterkt kjøt, og tað hevur heldur ikki verið siður at eta augustatvøst um okkara leiðir. Teir dagarnar, skorið verður upp á sandinum, lukta alt og øll av sniki, og har stinkar av ræstari grind og tráum spiki.

Umframt til egið húsarhald verður tvøstið og spikið eisini brúkt sum býtisvøra. Kvinnurnar bera tað á høvdinum og ganga oftani í 6-7 tímar upp um høg fjøll til nærmasta bý. Har fáa tey so m.a. rís í býti. Annars eru hvalatenninar nógv verdar, eisini tí, at tær eru góðar at gjalda við, skal tú hava konu.

Hetta hevur verið lívið í oynni ár eftir ár, øld eftir øld. Teir umleið 600 íbúgvarnir á plássinum fáa lívið av umleið 30-32 augustum um árið. Okkurt árið er tað minni, men tað hevur ligið rættiliga javnt.

Tróndur greiðir frá, at tað eydnaðist teimum ikki at síggja ein hvítan hval, sum sigst koma aftur á hvørjum ári. Fólkið sær nakað yvirnáttúrligt í hesum hvíta hvalinum, og tá hann er millum hinar hvalirnar, lata tey helst vera við at skutla. Tí hvíti hvalurin gerst í øðini og ger seg inn á eitt og alt, tá hann merkir óráð. Hvíta hvalin kenna vit eisini frá bókini um Moby Dick, har teir veiða sperm júst frá árabáti. Tim Severin hevur umhugsað onkursvegna at brúka Moby Dick heitið til sína bók eisini.


Nógv gott tilfar

Tróndur heldur seg annars hava fingið nógv gott tilfar at arbeiða víðari við, nú hann er heimafturkomin av hesi spennandi og sjáldsomu hvalaveiðuferð í Suðurkyrrahavinum.

Hann hevur leingi arbeitt við hvalamotivum, og nú ferðirnar saman við Tim Severin allar hava havt samband við sjógvin, so hevur listarmaðurin fingið rættiliga nógvan íblástur til tær tekningar, sum hann bæði áður og aftur nú fer at fáa frá hondini.

-Ongantíð havi eg verið so nær spermhvali sum hesaferð. Tað hevur eisini verið ein stór uppliving at síggja, hvussu væl alt er fyriskipað á einum báti sum hesum, hvussu samarbeiðið er millum veiðumenninar og hvussu veiðan gongur. Her finst ein so ótrúlig harmoni millum bát, sjógv og amboð.

Tað er sum við tí føroyska bátinum. Eins og føroyski báturin er teirra bátur útviklaður gjøgnum mong hundrað ella túsund ár. Sama er við reiðskapinum. Og alt hetta er í dag framvegis livandi mentan.

Hesaferð ætlar Tim Severin bert at hava tekningar í bókini, ongar myndir. Tær verða svart-hvítar, og Tróndur skal gera tær allar. Hann er fegin um, at hann hevur góða tíð til arbeiðið. Timmurin, sum Tróndur nevnir hann, hevur biðið seg geva sær góða tíð og fáa tað besta burtur úr.


Lýsir gamlar mentanir

Men hví velja slíka ferð sum hesa spurdu vit Trónd, nú hann hevur verið saman við Timminum á nærum øllum heimsins høvum!

-Timmurin vil sleppa at lýsa gamlar mentanir, sum framvegis eru livandi, men sum vandi er fyri kunnu fara fyri skeyti. Hvør veit, hvussu leingi hesin aldargamli siðurin at drepa hval frá árabáti, verður veruleiki? Verður tað ikki onkur umhvørvisfelagsskapur, sum fær frænir av hesum og steðgar tí, so verður hann neyvan at yvirliva í allar ævir, tí eins og alla aðrastaðni, er ringt at fáa tað unga fólkið at støðast. Flytir tað og eingin er at taka við gomlu veiðumentanini og eftir teimum aldrandi skutlarunum, so fer hetta í søguna.


Føroyingar aftur til náttúruna

Vit spurdu Trónd, hvat hann annars kann læra av slíkari ferð umframt tað at tekna?

-Eg haldi vit eiga at koma aftur til náttúruna, tá vit drepa grind, og her hugsi eg um motorbátarnar, sum í dag verða brúktir bæði í rakstri og drápi. Eg haldi, at vit áttu at brúkt árabátar til sjálvt drápið, tí tað hevði verið nógv meira virðiligt fyri okkum føroyingar. Tá hevði drápið verið meira friðaligt og stilt, og tú hevði tá eisini betur kunnað forsvarað tað mótvegis umheiminum.

Tað finnast nógvir góðir grindabátar í landinum, og áttu vit at tikið hesar í brúk, tá grind verður hildin til. Tá kunnu motorbátarnir brúkast til sjálvan raksturin.

Ein orsøkin til, at Tróndur heldur ferðina í Indonesia verða so áhugaverda fyri seg er tann sannroynd, at tað í dag bert finnast tvey støð í verðini, har hvalur verður dripin á henda hátt. Síðani er tað hetta, at báðum oyggjafólkunum tørva tvøstið so ella so. Í dag er grindatvøst ein týðandi partur av føroyska húsarhaldinum. Og sama er galdandi við augustatvøstinum í Suðurkyrrahavinum.

Tróndur og Brandur vóru í Indonesia júst um tað mundið, tá uppreistur var í Djakarta. Teir vistu av ongum. Áðrenn farið varð heimaftur, vóru teir eina viku á Bali. Sjálvur er Tróndur sera fegin um, at sonurin fekk høvi at vera við á hesi ferðini. Hann er júst sloppin inn á akademiið í Odense, og tí var tað so líkatil, at hann gjørdi sínar tekningar við liðina á pápanum. Spennandi verður at samanbera og síggja, hvat er komið burtur úr.