Byggivaldið er okkara

- Vit fara ikki eftir stuttari tíð at geva Føroya Fornminnissavni loyvi til eitt arbeiði, vit ikki kenna avleiðingarnar av, sigur Annfinn Brekkstein.

Kommunala eftirlitið hevur givið Kirkjubøar kommunu viðhald í, at byggivaldið í sóknini útinnir bygdaráðið. Tí skal Føroya Fornminnissavn hava byggiloyvi frá Kirkjubøar kommunu til arbeiðið í Múrinum

Mánadagin í farnu viku var ætlanin, at Føroya Fornminnissavn skuldi fara undir verndartiltøkini, ið skulu gerast í Kirkjubømúrinum í summar. Byggifelagið Guttesen & Staksberg hevur fingið uppgávuna at seta stillads upp og innloka Múrin. Innilokingin, sum skal vara í fimm ár, hevur til endamáls at turka Múrin og steðga niðurbrótingini.

Í samrøðu í blaðnum fyrr í hesum mánaðinum legði Arne Thorsteinsson, landsantikvarur á Føroya Fornminnissavni eina við, at arbeiðið má gerast í summar. Men eftir øllum at døma er klutur komið í málið. Togtogan hevur verið millum Fornminnissavnið og bygdaráðið í Kirkjubøar kommunu um byggiloyvi er neyðugt til tað arbeiðið, sum skal gerast ella ikki. Fornminnissavnið metti, at málsviðgerðin í Kirkjubøar kommuna fór at tarna og seinka málinum og tí vendi tað seg til kommunala eftirlitið í Landsstýrinum. Kommunala eftirlitið gjørdi í fyrstu atløgu greitt ­ uttan at hoyra, hvat Kirkjubøar kommuna hevði at siga -, at byggiloyvi varð ikki neyðugt, men kúvendi seinni og hevur nú staðfest, at kommunan útinnir byggivaldið í sóknini.


Ikki í ár

Á fundi í Kirkjubøar kommunu mánakvøldið viðgjørdi bygdaráðið málið. Bræv er nú sent Fornminnissavninum, har ymsir spurningar verða settir viðvíkjandi arbeiðsskúrunum, sum ætlanin er at seta upp við Múrin og viðvíkjandi klimaskermunum. Eisini verður boðað frá, at málið er sent verkfrøðingum til ummælis og at Fornminnissavnið frættir aftur so skjótt sum til ber. Bygdaráðið er nú farið í summarfrí og kemur ikki saman aftur fyrr enn eftir 20. august. Við øðrum orðum sleppur Føroya Fornminnissavn ikki undir ætlaða arbeiðið í Múrinum í summar.

­ Fornminnissavnið kann ikki fara undir arbeiðið fyrr enn tað er avgreitt frá okkum. Vit skulu geva loyvi til tað sum fer fram. Tað eru vit, sum gera av, um tað er eitt byggimál ella ikki. Og tað hava vit tvíhildið um alla tíðina og nú gevur kommunala eftirlitið okkum viðhald. Fornminnissavnið kann kæra, men ikki fyrr enn vit hava úttalað okkum og tað gera vit ikki, fyrr enn verkfrøðingarnir hjá okkum eru komnir við einum úttalilsi.

- Kommunala eftirlitið hevur gjørt eitt mistak við at fara inn í málið uttan at vit hava fingið høvi at úttala okkum. Vit fara ikki eftir stuttari tíð at geva Fornminnissavinum leyst til eitt endamál vit ikki kenna avleiðingarnar av. Vit taka ta tíð tað tekur at viðgera málið, sigur Annfinn Brekkstein.

Tað merkir, at Fornminnissavnið ikki sleppur í holt við arbeiðið í summar.

­ Tað mugu teir svara fyri, sigur Annfinn Brekkstein.

Er henda togtoganin millum Fornminnissavnið og Kirkjubøar kommunu ikki ein máti hjá tykkum at spenna bein fyri Fornminnissavninum?

- Tvørturímóti. Kommunan kennir hetta sum eitt óvanligt trýst, tí tað verður roynt at seta myndugleikan hjá kommununi til viks. Teir hava kunnað okkum, at teir í holt við eitt stórt arbeiði í Kirkjubø, men vit hava eina byggisamtykt, sum er galdandi, og ein og hvør sum ger eitthvørt byggiarbeiði skal søkja kommununa um loyvi uttan mun til, hvat tað er og hvør tað er. Summi mál eru størri enn onnur. Hetta er eitt viðbrekið og stórt mál fyri kommununa. Vit taka okkum ta tíð tað tekur at viðgera málið. Fornminnissavnið sum ikki eina ferð er altíð í síðstu løtu. Teir áttu at søkt í góðari tíð, tí teir eru væl vitandi um, at kommunan hevur eina heilt aðra áskoðan enn teir viðvíkjandi múrinum. Vit viðgera málið heilt gjølla.


Umfatandi mál

Hava áhugamálini í kommununi viðvíkjandi framtíðini hjá Múrinum nakra ávirkan á, hvussu málið verður viðgjørt?

­ Nei. Vit hava sent málið til ummælis hjá byggiráðgevanum hjá kommununi og svarið vit hava fingið er, at málið er so umfatandi, at tekniska málsviðgerðin má farast fram á hægri stigi. Og tí fylgja vit.

Múrurin í Kirkjubø er ogn Føroya Fólks og Føroya Fornminnissavn hevur uppgávu og skyldu til at røkja øll fornminni í Føroyum.

­ Eg blandi meg ikki uppí, hvør eigur Múrin. Hann stendur á økinum hjá Kirkjubøar kommunu og er harvið umfataður av galdandi byggisamtykt. Sjálvandi virða vit, at Fornminnissavnið røkir fornminnini í Føroyum, men Múrurin hevur staðið í 800 ár og teir skulu ikki rokna við, at fólkið í sóknini bara uttan víðari góðtekur, at nú kemur Fornminnissavnið til Kirkjubøar at gera arbeiði uttan at siga nakað um, hvussu langa tíð tað tekur og at greiða frá øðrum viðkomandi viðurskiftum. Eg trúgvi, at tað teir fara í holt við tekur ikki 2-3 ár, men millum 10-20 ár. Tað er eitt líknandi dømi um, at arbeiðið skuldi taka 2-3 ár, men nú 13 ár eru liðin síðani farið varð í gongd, veit eingin, hvussu langa tíð tað tekur, áðrenn tað verður liðugt. Tað er stórur vandi fyri, at søgan endurtekur seg í Kirkjubø og tí taka vit stór fyrivarni, tá ið teir fara í gongd. Tað tekur altíð longri tíð enn teir siga, sigur Annfinn Brekkstein, bygdaráðsformaður í Kirkjubøar kommuna at enda í viðtali.

Vit royndu at fáa fatur á Arna Thorsteinssyni og Símuni Arge á Føroya Fornminnissavni í gjár til eina viðmerking, men teir vóru upptiknir á fundi.