Fosturtøkulógin verður endaliga avgreidd úr Løgtinginum í morgin, tá hon verður til 3. og endaligu viðgerð.
Annan dagin eftir, at eitt lógaruppskot hevur verið til 2. viðgerð, kann tað koma til 3. viðgerð í Løgtinginum og harvið endaliga avgreiðast.
Málið um fria fosturtøku í fram til og við 12. viku í viðgongutíðini, sum varð samtykt í Løgtinginum í gjár við 2. viðgerð, stendur á skránni til tingfundin í morgin sum mál nummar 4 á skránni.
Lítil ivi tykist verða um, at málið eisini tá verður samtykt.
Løgtingið viðgjørdi málið í slakar átta tímar í gjár, har serliga fólk úr andstøðuni, sum eru ímóti uppskotinum, høvdu orðið og longdu um orðaskiftið.
Klokkan 22:30 atkvøddi Løgtingið um málið, og varð tað samtykt við 17 atkvøðum fyri og 16 atkvøðum ímóti.
Nýggja lógin um fría fosturtøku kemur tó ikki í gildi fyrr enn 1. juli næsta ár. Tað verður gjørt, sambært uppsktoinum, soleiðis at tíð verður at fyrireika seg til broytingarnar sambært uppskotinum. Eitt nú skal landsstýrisfólkið seta eitt samráð, og Føroya Kærustovnur skal velja tey serkønu, sum skulu vera við í kæruviðgerðini. Eisini skal landsstýrisfólið áseta nærri reglur um ráðgevingina sambært § 7, áseta nærri reglur um umsókn um fosturtøku og um viðgerð av málum um fosturtøku sambært § 13 og áseta nærri reglur um starvsskipan fyri samráðið sambært §14.
Samstundis fer galdandi fosturtøkulóg úr gildi.
Tað er lov nr. 177 af 23. juni 1956 om foranstaltninger i anledning af svangerskab m. v.











