Røddin sum vildi út

Ein vinmaður í Keypmanahavn legði eina plátu á grammofonina. Hvat er hatta fyri tónleikur? spurdi 28 ára gamli Rúni Brattaberg úr Vági. Hatta er opera, greiddi vinmaðurin frá. Aha! Tvey ár seinni fór ungi vágbingurin til Finnlands í læru sum operasangari. Nú er hann staddur í New York fyri at fáa eykaundirvísing av russiskum meistarapedagogi, ið er kendur fyri ikki at spilla tíðina uppá fólk við miðal gávum

Leysliga úr grein eftir Jørgen V. Larsen í Politiken sunnudag 28. juni 1998

Myndir: Per Folkver


Deyðsparturin gekk ikki, sum ætlað. Harmur sparkar Rúni skógvarnar av sær. Umaftur! Hesaferð á leistum.

Vinstra hond liggur aftur á víkingabreiða bróstkassanum, meðan høgra hond verður strekt fram. Føroyski bassurin fyllir aftur lítla venjingarhølið, so ein gerst næstan bangin. Bara rivur ikki koma í sementveggirnar.

Hann syngur tittulpartin í Boris Godunov á russiskum, uttan at duga eitt einasta orð á russiskum, og nótarnar hjá Musorgskijs, dugir hann valla at lesa, so hann hevur lært seg alt uttanat. Arbeiðsdissiplinina hevur hann heimanifrá; á bóndagarðinum í Fámará lærir ein skjótt, einki kemur av sær sjálvum.

Opera kom seint inn í lív hansara. Rúni var 28 ára gamal, tá hann fyrstu ferð hoyrdi eina operu. Ein vinmaður legði Don Carlos á plátuspælaran. Trý ár seinni er bóndasonurin úr Fámará næmingur á finska operaakademinum. Júst nú er hann í New York fyri at fáa einatímar hjá russaranum Alexandr Rom, ein úrmælingur, ið ikki kundi droymt um at spilt tíð uppá næmingar við miðal gávum. Rom hevur eitt nú arbeitt við heimssangarum sum Martti Talvela og Jorma Hynninen.


Miðskeiðis í Wagner

Lívið hjá Rúna Brattaberg minnir um bland av tilvild og tí neyðturviliga. Fyrst fekk hann útbúgving á fotoskúlanum Fata Morgana í Keypmannahavn.

? Eg slapp væl frá framsýningum, t.d. í Billedhuset, men at liva sum freelance-myndamaður í Danmark er nærum ógjørligt.

? Tá var sangurin nakað eg gjørdi við síðuna av, so at siga ikki rættiliga komin inn í myndina: Snøgt sagt, so syngja allir føroyingar í onkrum kóri og nógv varð sungið heima hjá okkum. Mamma er góður tulkari av kvæðum og kingosálmum.

? Mær dámdi betur Led Zeppelin og eg havi spælt guitar í tónleikabólki. Men so hendi tað óvæntaða, at eg oyðilegði mær liðbondini í fótbóltsdysti, so eg mátti ganga á høkjum.

? Mamma helt, at eg skuldi gera okkurt skilagott ímeðan, so hon fekk meg uppí kirkjukórið. Tað var eitt frálíkt upplivilsi, eftir ongari tíð hevði eg lært hálvthundrað sangir.

Fólk flest hoyrdu, at bassurin hjá Rúna var betri, enn vanligt er. Tú skuldi roynt teg við hasi røddini, søgdu tey.

? Hetta var langt áðrenn eg og opera hittust. Men alíkavæl hevði eg longu fingið hugskotið, at eg vildi liva av at syngja, Eg visti ikki hvussu tað lat seg gera, men eg var óvanliga vísur í míni søk. Slíkt er óivað vónleyst at greiða øðrum frá.

Rúni fór so til Keypmannahavnar.

? Eg hevði ikki sungið solo áður, men tað kravdist til upptøkuroyndina til Radiokórið. Eg mátti finna ein sanglærara skjótt. Tey vildu eisini fegin hava meg í kórið í Den Jyske Opera í Århus, har tey framførdu Ringin eftir Wagner. Áh, Guð, sum tað var frálíkt at standa har miðskeiðis í øllum og síggja og hoyra so nær hjá, hvussu ein so dugnaligur listamaður sum Aage Haugland arbeiðir. Eg fekk eisini sungið meg inn í operakórið við Det Kongelige Danske Teater, so eg kundi liva av at syngja. Pápi mín hevði nokk ilt við at skilja, hvat allur hesin sangurin skuldi enda við. Keypmannahavn ljóðar kanska nakað ?syrut? í oyrunum á summum føroyingum, og so bara at ganga har niðri og syngja...

? Men tað eggjaði mær til at halda fram, at dugnalig fólk bóðu meg fara víðari. Tað hevði nógv at týða fyri meg, at Kim Borg tímdi at ómaka sær til at geva mær sangtímar - hansara ráð kann eg brúka so leingi eg livi.

? Rúni er skjótur til látur, og hann flennir, tá hann tosar um seg, sum seriøsan bass ella basso profundo.

? Í maj í fjør var mær greitt, at eg mátti velja. Fast starv í kongaliga kórinum, ella tora at royna lopið sum solosangari.

? Eg leyp, tí møguleiki var fyri, at eg í Finnlandi kundi fáa Jorma Hynninen sum lærara. Hann er av teim størstu nakrantíð, við nógvum royndum, og enn, sum 57 ára gamal, framførir hann og syngur líka væl.


Føroyingar

byggja operahús

Um hundrað vónrík fólk eru hvørt ár til upptøkuroynd á Sibelius Akademinum í Helsinki, men bert fá sleppa inn. Rúni var í fjør teirra milum.

Útbúgvingin tekur 4 ár. SU-stuðulin úr Danmark røkur til hálva húsaleigu, so hann er takksamur fyri tey legat, hann hevur fingið frá Højgaardgrunninum, Gangstedgrunninum, Augustinusgrunninum og Jubilæumsgrunni Nationalbankans.

Og ikki at tala um stuðulin úr Føroyum, ið er minni í krónum og oyrum, men tað hitar hjartarøturnar, at fólk heima í Føroyum tora at seta pening í: Mentunargrunnur Føroya Løgtings, Vágs Býráð, Føroya Sparikasssi og Suðuroyar Sparikassi og arkitektafelagið A. Isfeld og G. Hansen - tey siga hetta er langtíðarætlan, tí tey rokna við at byggj operahús, tá eg komi heim til Føroya!


Aftur rungar láturin

úr basskjallaranum.

Kroppurin rystir eisni í látri, tá hann, hetta stóra mannfólk, greiðir frá, at hann gongur til ballet. Tað stendur á tímatalvuni, menn annars er bert sangur og aftur sangur. Hvør tími má nýtast væl, tí heima á kamarinum kann ikki venjast, tað kann ein ikki bjóða grannunum.

Ungi føroyingurin fekk góð ummæli, tá hann eftir bert hálvt ára undirvísing, frumframførdi á palli i Orff operuni Die Kluge.

Hann sang á tyskum, ið hann heldur ikki dugir. Men betri hóvar honum russiskt ella italienskt. Finskt dámar honum eisini væl. Føroyskt heldur Rúni tó ikki hóska til operu.

? Men føroyska tunglyndið hevur fyrimunir, tí við einari rødd sum mínari, eru tað ofta teir myrkaru leikpartarnir, ið ein skal liva seg inn í.


Uttanatlæra

Rúni heldur tað ikki vera nakran stóran trupulleika, at hann ikki dugir nótar.

? Eg lurti eftir øðrum, ella keypi eina plátu og so læri eg meg alt uttanat. Tað er hart arbeiði, men so steðgi eg heldur ikki upp, tá eg leiki á pallinum, har nótastativið alíkavæl ikki er við.

Júst nú gongur hann við stórum russiskum pørtum í huganum, sjálvsagt, tá 6 dýrabarar vikur í New York eru fyri framman, har Alexandr Rom er lærumeistari.

Av og á fínpussar Rom okkurt orð, men annars er hann hugtikin av føroyinginum og hansara serstøku atstøðu til russiska málið.

Konsentratiónin er fullkomin. Gloym at syngja, sigur Rom, lat okkum hoyra huglagið í orðunum. Pusjkins eigur orðini. Tey fáast ikki betri!

Rúni veit ikki alt tað góða hann skal siga um lærara sín.

? Tað er sera læruríkt at arbeiða saman við honum. Eg festi alt á band, so kann eg sita heima og hoyra, hvar eg gjørdi okkurt býtt og hví.


Torført, men frálíkt

Venjingarhølið liggur í Lucy Moses School miðskeiðis í New York. Á vegginum hanga myndir av Duke Ellington og Dizzy Gillespie. Fólk standa í røð at koma innar at venja, og húsavørurin hevur longu mint á, at teir 60 minuttirnir eru farnir. Men lærari og næmingur hava ilt við at ríva seg leysan frá einum stykki hjá Rachmaninov, á, tað er so torført, - og so frálíkt, sigur Rúni Brattaberg á enskum.

Um 3 ár er hann liðugur á Siblius Akademinum. Hann veit væl. at tey flestu síðani mugu lata sær lynda at syngja í operakórum, tí sangarum er nóg mikið av, serstakliga sopranum. Men røddin hjá Rúna liggur í hinum endanum av tónastiganum, og har eru ikki so nógv um boðið, men hinvegin eru heldur ikki so nógvir leiklutir.

Hann gyklar ikki um, hvat bíðar seinni á lívsleiðini: gleði, men eisini svartsjúka. Hann hevur longu roynt báðar partar, tí hann hevur luttikið í sonevndum masterklassum, har ein av teim stóru savnar lítla fjøld av ungum, vónríkum næmingum um seg. Um nakrar vikur skal hann til »masterclass«, hesaferð við Tom Krause.

Næstan lítillátin tosar hann um tey stóru verk, hann kundi hugsað sær at luttikið í á palli. So ljóðar hann droymandi og takksamur, sum hann, ið fann stóra kærleikan á gamalsaldri.

New York er býur teirra, ið tosa skjótt, og í hvørjum setning megna tey at siga EG minst 2 ferðir. Rúni tosar ongan um koll, men eingin ivast í, at hann hevur sett sær høg mál:

? Eg havi altíð verið ærusjúkur, viðgongur Rúni í ovursmædni.

Men lovandi ljóðar tað.