Tað verður eitt stórt umskifti hjá teimum. Ikki bara tað, at tey nú skulu tøma, vaska og nýta blæðurnar umaftur til Karstin og Rana. Broytingrnar vera nógv størri enn hetta. Málið, mentanin, fólkið; alt verður so nógv øðrvísi í mun til tað, tey eru von við. Og so at hyggja trý ár og tríggjar mánaðir inn í framtíðina - tað er einaferð langt inn í næstu øld - áðrenn tey koma at síggja Føroya klettar, og tey her búgva aftur.
Kortini hevur hetta verið teirra mál og ætlan í hálvtannað ár. Ja, ikki bara teirra ætlan. Tey trúgva nevnliga á Jesus og eru sannførd um, at tað er hann, sum vil hava tey at fara avstað. Tað er hesin sami Jesus, tey skulu boða Mara-fólkinum í Tansania.
Ikki so primitivt kortini
Mánadagin fara tey við flúgvarinum til Danmarkar. Heri og Malan Kjærbo. Báðir synirnir, Karstin (2 ár) og Rani (verður 1 ár 30. juli) eru sjálvandi eisini við. Mikudagin ber leiðin víðari til Tansania. Fyrstu fýra mánaðirnar skulu tey læra málið, sum verður tosað í Tansania, swahili. Ikki fyrr enn í desember koma tey til Mara, har teirra arbeiðsøki skal vera.
? Ætlanin var, at vit skulu fara til Mugunu, sum má sigast at vera eitt sera primitivt stað. Har skuldi eg arbeiða sum evangelistur millum tey ónáddu fólkasløgini, ið har búgva, sigur Heri.
? Nú sær kortini út til, at vit skulu til Musoma sum er størsti býur í Mara-økinum. Í Musoma hava tey bæði ljós og vatn innlagt og eru tískil hampuliga væl fyri. Orsøkin til broytingina er, at onkur annar, sum skuldi út, ikki kann fara, og tí er tað broytt soleiðis, at vit heldur fara til Musana. Har skal eg arbeiða sum pioner/missiónsskrivari hjá luthersku kirkjuni í Tansania í Mara-økinum. Hetta skal ikki skiljast sum at Heri situr á einari skrivstovu. Størsta partin av tíðini fer hann at nýta at ferðast og verða millum fólkabólkar, sum ikki áður hava hoyrt Bíbliunar boðskap.
Malan, sum er útbúgvin pedagogur, skal fyrst og fremst taka sær av heiminum og børnunum. Hetta er als ikki nakað niðursetandi.
? Um ein skal liva seg inn í eina tílíka mentan, má ein eisini liva sum menniskjuni liva í landinum.
Tørvur er á henni heima. Heri fer nevnliga at ferðast eina viku í senn, og verður so eina viku heima. Tí verður tað eisini nógv at gera hjá Maluni, og hon verður eisini tíðandi á arbeiðinum hjá Hera.
Tey vóna tó, at hon eisini møguliga kann gera brúk av síni útbúgving innan eitt møguligt kvinnuarbeiði.
Navnið
positivan týdning
Endiliga at sleppa út er nakað, tey hava sæð fram ímóti í langa tíð. Í hálvttriðja ár hevur Heri gingið á missiónsskúla hjá Luthers Mission í Danmark (sum svarar til eina bachelor í missiologi). Áðrenn hevði hann gingið hálvtannað ár á bíbliuskúlakúla. Fyrst hjá Heimamissiónini og síðani hjá Luthers Missión í Danmark. Eisini royndi hann seg við sjálvlestri á Dansk Bibel Institutt í hálvt ár. Tá hugsaði hann meir um at lesa gudfrøði. Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár vóru tey á skúla í Onglandi. Alt hetta hava verið fyrireikingar til at fara avstað. Tað verður kortini ikki fyrr enn tey koma til Tansania, at tey skulu læra swahili .
Tá ið Heri fyrstu ferð fekk at vita, at Heri á swahili merkjur »tann, ið Gud vælsignar« helt hann hetta vera eitt sindur stuttligt. Týdningurin kann eisini vera »eydnusamur« ella »sælur«. Kortini tekur Heri tað ikki, sum at hann skal liva upp til sítt navn. Tað letur hann Gud um.
? Tað er stuttligt, at navnið á mær hevur ein positivan týdning. Men í einum øðrum máli kundi tað óivað havt mótsatta týdning, og tí leggi eg ikki so nógv í hetta við navninum.
? Tað sum hevur størri týdning, er at vit hava fingið eina neyð í hjartað fyri teimum, sum ikki hava hoyrt um Jesus. Um hann veruliga er sannleikin, sum hann sigur seg at vera, so er tað sera álvarsamt at vraka hann. Sjálvur trúgvi eg, at Jesus er sannleikin, og eg ynski, at eisini onnur skulu hava at hoyra um hann og koma til trúgv á hann. Tí uttan hann verður ein glataður.
Lívið var her og nú
At fara út til tey ónáddu fólkasløgini við gleðiboðskapinum um Jesus, er kortini ikki ein barnadreymur hjá Hera, sum nú er gingin út. Og um ein, tá ið Heri var tannáringur, skuldi gitt, hvat Heri fór at gera sum vaksin, var trúboðari óivað eitt av tí seinast, ein hevði gitt.
Tó so lívið hann livdi, var ikki verri enn hjá øðrum, um ein sær tað í Jesu eygum, sum Heri sigur. Men kortini var tað sera tungt at koma á møti, og hann kendi tað, sum øll hini sóu niður á hann.
? Eg var oftast síðstur inn, setti meg á aftastu stólarnar, og fór fyrstur avstað aftur. So við og við gekk tað kortini upp fyri mær at hini fólkini, sum savnaðust um Guds Orð, als ikki hugdu niður á meg fyri tað lív, eg livdi.
Heri kendi tað nátúrligt at fara í Meinigheitshúsið, tí har hevði hann gingið í sunnudagsskúla sum barn. Men aftaná sunnudagsskúlatíðina livdi hann uttanfyri alla andaliga ávirkan.
? Eg fekk eyguni upp fyri, at tað var so nógv spennandi uttanum meg, sum eg vildi royna. Eg livdi »her og nú«, við teimum gleðum, tað gav. Eg livdi, sum um deyðin ikki kom nú og nógv minni í veruleikannum, at nakar Gud var til.
? Tað, sum um ráddi, var at koma sum longst í lívinum. Eg var virksamur í ítrótti. Fyrst og fremst í flogbólti, men eg royndi meg eisini í kappróðri, fótbólti, hondbólti og øðrum ítróttargreinum.
? So við og við kom rúsdrekka uppí og fekk hetta størri og størri pláss í mínum lívi. Tað var eisini rúsdrekka, sum vit savnaðust um meir enn ítrótturin. At ballast og halda veitslur, var miðpunktið, tá ið vit komu saman. Eg vil kortini ikki siga, at eg var vorðin ein alkoholikari, men eg var ávegis til at gerast tað.
Heri fekk sær útbúgving í Føroya Banka og arbeiddi eisini har í eina tíð. Seinni arbeiddi hann sum sølumaður í trý ár.
Var ikki broyttur um ikki steðgaður
Sum 22 ára gamal varð Heri á ein hátt steðgaður á í lívinum. Tað var, tá ið pápin fekk hjartasteðg og gjørdist álvarsliga sjúkur.
? Tá bað eg til Guð aftur fyri fyrstu ferð síðani tíðina í sunnudagsskúlanum. Pápi kláraði fyrstu skurðviðgerðina, og fekk loyvi at liva hálvt ár afturat. Tann andaliga síðan í lívinum gjørdust alt meir livandi fyri mær aftur. Hetta at tá ið vit sum menniskju ikki megna at stýra, hvat hendir. Hetta upplivdi eg við pápa.
? Um hetta ikki hendi, so rokni eg við, at eg enn í dag hevði livað í sama spori, sum eg gjørdi tá. Hetta gjørdist tað fyrsta stigið úr tí vegnum, eg livdi.
Í sjálvum sær var henda hendingin tó ikki nøkur broyting. Hetta var hinvegin byrjanin til eina longri innaru tilgongd. Ein tilgongd sum førdi við sær, at eg sá sjálvt endamálið við lívinum. Yvirfyri deyðanum eri eg einki mentur. Lívið - tað, sum er aftaná deyðan - fái eg frá Jesusi. Uttan hann so fari eg glataður.
Segði mær nakað
fyri fyrstu ferð
Men alt broyttist ikki so skjótt hjá Hera. Hann fór at drekka meir. Løturnar, tá ið hann hevði rúsin, vóru tær hann gleddi seg mest yvir. Men at hann var so nógv fullur, virkaði eisini negativt aftur á hann. Hann misti koyrikortið, tí hann koyrdi fullur. Avleiðingar av øðrum slag settu eisini síni fingramerki á hansara likam.
? Eg fór at hugsa meir og meir um sjálvt lívið. Og eg sá meir og meir, at tað lívið, eg livdi, ikki førdi til nakað mál. Eg var byrjaður at lesa í Bíbliuni, og tað gekk upp fyri mær, at eg stóð á einum vegamóti. Lívið bar annaðhvørt móti einum ævigum deyða ella einum ævigum lívi.
? Eg trúgvi, at nógv at tí, eg hevði lært sum barn, tað kom til mín aftur. Hetta bar frukt.
? Sjálvt um mær á ein hátt ikki dámdi at koma millum fólkini í Meinigheitshúsinum, bæði tí eg partvís kendi, at tey hugdu niður á meg, men eisini tí vinir mínir hildu lítið um at eg fór ó Meinigheitshúsið, so var tað tó eitt, sum eg veruliga gleddist um. Tað var at hoyra boðskapin um Kristus boðaðan. Tað var sum segði hann mær nakað fyri fyrstu ferð. Eg fekk eisini ein ótrúligan hug at lesa Guds Orð og at biðja. Álitið á at Jesus livir kyknaði í mær, og eg tók móti honum sum einum livandi frelsara.
Neistin tendraðist
? Trúboðarin kom eisini til mín og spurdi, um eg ikki skuldi fara á bíbliuskúla. Hetta var fyrstuferð eg hoyrdi um bíbliuskúla, og visti eg tí ikki, hvat tað var. Hetta var í november 1991, og skúlin byrjaði í januar. Eg hugsaði og bað til Gud um hetta. Her kom eg eisini at standa í einum vali. Um eg segði ja til bíbliuskúlan, so segði eg ikki bara ja til sjálvan skúlan, men til Jesus.
? Eg valdi at fara á bíbliuskúla, og eitt nýtt tíðarskeið byrjaði í mínum lívi. Tað tóma rúmið í mær, varð fylt út.
Ein neyð kom eisini í Hera, at onnur menniskju máttu koma at kenna Jesus. Komin heimaftur frá fyrsta bíbliuskúlanum, arbeiddi hann í hálvtannað ár sum hjálpartrúboðari hjá Heimamissiónini í Føroyum.
Men á bíbliuskúlanum hevði hann eisini hoyrt um tey ónáddu fólkasløgini aðrastaðni í heiminum, og í hjarta hansara byrjaði so spakuliga ein neisti at tendrast at fara út til teirra við gleðiboðskapinum. Tað skuldu tó ganga fleiri ár, áðrenn hann saman við familjuni nú fara avstað, eftir tað drúgvu fyrireikingartíðina.
At tað gjørdist Afrika kom dátt við
? Frá sunnudagsskúlanum minnist eg ikki at hava hoyrt nakað um ytrimissión. Í Heimamissiónini og kirkjuni har eg havi mínar røtur, hevur tað ikki verið ein siðvenja at arbeiða við ytrimissión.
? Fyri meg gjørdist hetta ein verulig neyð. Eg haldi ikki tað er rætt, at eg bara seti meg niður at lurta. Eg má sjálvur gera nakað fyri at hini eisini kunnu hoyra boðskapin.
Júst hvar tey skuldu fara sum trúboðarar, hugsaðu Heri og Malan sjálvandi eisini nógv um. At fara til Afrika var eitt tað síðsta tey hugsaðu um. Teirra hugur stóð mest til Peru í Suðuramerika.
? Tí kom tað okkum rættiliga dátt við, tá ið vit vóru spurd um at fara til Tansania. Hetta var ein rættiligur biti at gloypa. Vit hugsaðu og bóðu nógv um hetta. Men tá ið eg las Esekiel 12, 4-5 um landið, sum ein ikki sá, gav hetta mær styrki at siga ja til hetta kallið. Vit søgdu ja í trúgv um at hetta var Guds vilji.
Meinigheitshúsið
og Kirkju & missiónshúsið á Argjum
Sjálvt um Heri og familian hava nýtt nógva tíð at fyrireika seg at fara avstað, so eru tað eisini fleir onnur, sum eisini hava fyrireika seg at senda Hera og familjuna út. Tí tað er nevnliga ikki bara familian Kjærbo, sum byrjar eitt nýtt tíðarskeið í lívinum, nú tey fara avstað. Meinigheitshúsið í Havn saman við meinigheitini í Kirkju & Missiónshúsinum á Argjum byrja eisini eitt nýtt tíðarskeið. Tað er fyrstu ferð tey senda ein trúboðara út og hava ábyrgd av honum, bæði fíggjarliga, andaliga og handaliga. Áður eru Tove og Herluf Heinesen send út til Nigeria, men ábyrgdin fyri teimum liggur hjá Sudanmissiónini í Danmark. Nógv hevur verið gjørt fyri at fáa hetta at bera til. Fíggjarliga ábyrgdin fyri Hera og Maluni er tó partvís hjá Luthers Mission í Danmark.
Sunnudagin 24. mai vórðu Heri og Malan innsett í tænastu sum trúboðari. Hetta var í Meinigheitshúsinum í Havn. Umboð frá Luthers Mission í Danmark vóru eisini við til hetta haldið, umframt eini 300 onnur. Síðsta sunnudag var sagt farvæl við tey fýra á sunnukvøldsmøtinum, og tey fingu ymiskar heilsanir við sær á ferðini.
Nú ber leiðin avstað, og vónandi hoyra vit eisini okkurt frá teimum, meðan tey eru burtur. Trý ár og tríggjar mánaðir ganga, áðrenn tey koma heimaftur at halda frí í níggju mánaðir. Tá verða kanska ikki fleiri blæður at skifta.