Setir lívið í vága fyri heimsmet

Leygardagin lendi Brian Milton í »Micro Light« fari sínum á Flogvøllinum í Vágum. Leiðin gongur til London, har hann fór ferð sína um knøttin fyri 170 døgum síðani

Tað gekst sera strilti hjá umboðunum fyri Sosialin og Dimmalætting at sleppa inn á flogvøllin at taka myndir av lítla farinum hjá bretanum Brian Milton. Og tá umboðini so umsíðir sluppu inn á vøllin, var longu Sjónvarpið har og hevði djarva fararan í mirkrofonini, og starvsfólk á flogvøllinum gingu og hoppaðu við myndatólum um farið sum umboðaðu tey alheims pressuna, løgreglan var væl umboðað eisini, brandmenn og taskuberarar, alt setti bretanum spurningar, so tað var sera lítið hesi bæði umboðini fingu við av tí, Brian Milton hevði at greiða frá.

Tú slapp rætt og slætt ikki til mannin fyri starvsfólkum, tó at eitt flogfar var lent nakað áðrenn Brian Milton lendi, og eitt annað var við at fara avstað, so onkur mátti rópa at fáa nøkur starvsfólk at koma til arbeiðis aftur.

Brian Milton skuldi ætlandi koma fríggjadagin, men vendi við aftur á ferðini millum Ísland og Vágar, tí tað var so nógvur mótvindur úti á havinum. Leygardagin gekst betur hjá honum og hann hevði 4 tímar og 40 minuttir úr Íslandi í »Micro Light« fari sínum, og roknaði við at fara og brúka nakað tað sama um ferðina til Kirkwall.


Setir kanska nýtt met

Ætlanin hjá Brian Milton er at sláa gamla metið frá 1942, tá 4 amerikumenn gjørdu eina ferð í lítlum 1-motors flogfari um knøttin og brúktu 175 døgn um ferðina. Teir høvdu roknað við at ferðin fór at taka nakrar tríati dagar, men so var ikki. Nú Brian lendi í Vágum hevði hann verið 170 døgn á ferð og roknaði við, at tað fór at eydnast honum at koma aftur til London, áðrenn 175 døgn. Ferðin byrjaði í London fyri 170 døgum síðani.

Tað var helst so avmarkað, hvat hesin maður hevði stundir at greiða frá, nú hann lendi, tí farið skuldi bunkra, sjálvur skuldi hann fáa sær ein temunn og ringja heim til konuna at siga henni, hvussu hevði gingist higartil, men eitt og annað hevði hann so at siga.


Tveir upprunaliga

Sum skiltist vóru teir tveir, tá ferðin byrjaði í London fyri 170 døgum síðani, men tá teir komu til Russlands mynstraði hin makkarin av, tí hann gjørdist skotin í eini russiskari steik, og var nú á veg til Londonar við henni at giftast. Brian Milton hevði eisini lent í nøkrum av teim arabisku londunum á ferðini um knøttin, men hvussu leiðin so lá, fekst ikki at vita, tí sera trongligt var at koma til hjá blaðumboðunum, sum longu nevnt.

Og sjálv ferðin hevði eisini givið honum ótrúligar upplivingar ikki minst, tá hann bardist í tríggjar tímar fyri lívinum millum Grønland og Ísland.


At enda

Tað var nú harmiligt, at Brian Milton ikki lendi fríggjadagin sum ætlað, tí tá var flogvallastjórin, Finnbogi Niclasen, á vøllinum. Hann var bæði blíður og fyrikomandi, tá blaðumboðini í Vágunum komu niðan, og læt allar dyr á víðan vegg, tó at einki flogfar kom. Í hansara verð er ein sørvingur eins virðiligur blaðmaður sum ein havnarmaður, og tað eigur hann alt rós fyri.

So vóru umboðini fyri bløðini eisini komin út á vøllin til tíðina og høvdu vit fingið nærri at vita, hvør hesin maður er, hvat hann hevur tikist við, hvørjar aðrar ætlanir hann hevur við ferðini, enn at seta nýtt heimsmet og koma í Guiness-bókina, fleiri spennandi frágreiðingar frá ferðini, nærri lýsingar, hvussu gamal hann er, hvar hann býr í Onglandi, hvussu høgt hann hevði flogið, hvussu skjótt, o.s.fr., o.s.fr. ... Men kanska journalistarnir á flogvøllinum í Vágum fara at greiða frá hesum seinni.