Millum mongu summargestirnar í ár telist eisini kendi danski sjónleikarin, Jens Okking. Vit kenna hann frá mongum góðum donskum filmum og sjónvarpsrøðum og kanska serliga frá leiklutinum sum løgmaður í filminum Barbara.
Jens Okking var millum tey umleið 1100 ferðafólkini, sum komu við Norrønu á Havnina gjáramorgunin, og nýtti Sosialurin høvið til at tosa við henda forkunnuga mann, ið ikki er heilt ørindaleysur heldur.
Veruleikin er tann, at hann er komin hagar í arbeiðsørindum og eisini fyri at njóta Føroyar á sumri. Umframt at takast við film, so brúkar Jens Okking stóran part av tíð síni at skriva til bløð. Í løtuni hevur hann fingið til uppgávu at gera nakrar greinar til m.a. Ekstrabladet og Familiejournalen.
Hann er júst heimkomin av eini ferð á Cuba, har hann viðger ferðavinnuna. Ætlanin er at steðga í Føroyum í tríggjar vikur, og haðani gongur leiðin so fyrst til Íslands og eftir tað til Filipsoyggjarnar. Hann fer eitt nú at viðgera spurningin um charterferðir, og um tað ikki ber til at endurnýggja henda ferðaháttin. Sjálvur heldur hann, tá tosað verður um ferðing, at tað snýr seg um ikki at taka ímóti fleiri ferðafólkum enn eitt land kann bera.
?Færøerne efter bank og Barbara? er høvuðs arbeiðsheitið fyri Føroyavitjanina. Jens Okking sigur seg vilja gera nakrar upplýsandi greinar til eitt nú Ekstrabladet, sum lýsa hesi evni. Sjálvur heldur hann ikki, at vanligi danin er greiður yvir, hvat í veruleikanum er hent í Føroyum í sambandi við bæði kreppu og bankamál.
-Eg haldi ikki, at vit í Danmark, vita, hvat er hent í Føroyum hesi seinastu árini. Tað er líkasum, at alt orðaskiftið hevur verið so ?indeforstået?. Tað finnast góð og ring fólk allastaðni. Er tað so, at tað eru nøkur einstøk fólk, sum hava borið seg skeivt at í einum máli, so er tað stórt spell, at júst tey og tær gerðir tey hava staðið fyri, skulu verða ?fingeraftrykket for en hel nation? sum hann málber seg.
-Tað kann ikki vera rætt. Nógvir danir halda kanska, at føroyingar hava lumpað teir við seinastu avtaluni, tí føroyingar hava fingið bæði í posa og sekk. Á sama hátt eru tað eisini føroyingar, sum framvegis halda, at danir hava snýtt teir. Hevði tú nú á ein einfaldan og skiljandi hátt kunna greitt frá, hvat veruliga er hent, so hevði tað verið gott fyri allar partar. Tað er hetta er vil royna, men eg vil fegin síggja heildina í hesum og skriva um tað. Hvat snýr hetta seg um. Tú kanst sjálvandi finna eina rúgva av dømum, eitt nú um eina havn, sum varð bygd, tí 20 fólk skuldu sleppa skjótari til arbeiðis, um ein tunnil, sum ikki er neyðugur osfr. Men spurningurin er, um ikki danir gjørdu júst tað sama, tá gullið fleyt inn úr ES. Írland ger júst tað sama. Hetta hendir jú alla staðni. So er tað nakað, sum vit finnast at í Føroyum, so eiga vit eisini at taka í egnan barm.
Oyggjar hugtaka
Jens Okking hevur annars altíð havt forkjerligheit fyri oyggjum og oyggjarfólki, og tað er helst eisini ein orsøk til, at hann longu leitar aftur til Føroya, so stutt eftir Barbarafilmin. Sjálvur hevur hann leingi búð í Lollandi, men býr í dag í Dublin í Írlandi. Hann sigur seg hava ein veikleika fyri oyggjum og oyggjafólki. -Eg vendi altíð aftur til oyggjar, tí tær hugtaka meg. Tað er kanska nakað av tí ørskapi, stoltleika, dirvi og treysti og líknandi, sum ein oftani tengir saman við oyggjaumhvørvi, ið eg virðismeti so høgt.
Jens Okking heldur, at oyggjafólk, og her teljast eisini føroyingar, liva undir slíkum umstøðum, at tey verða tvungin til at liva saman. -Tað merkir ikki, at tey ikki kunnu vera ósamd, men eg kenni tað soleiðis, at tað finst ein serstøk felagskensla millum júst oyggjafólk.
Kunnleikin og sambandið til Føroya er gamalt. Sum ungur sigldi Jens Okking við Holger Danske, sum røkti fiskiveiðieftirlitið við Føroyar. Hann gloymir ongantíð serstøku kensluna, tá hann stóð til róðurs á Holger Danske, og klettarnir Føroyar bráddliga komu undan kavi. Hetta er tann kenslan, sum hann nú ætlar sær at uppliva umborð á Norrønu.
-Vit danir hava nakað ta somu kensluna, tá vit koma heimaftur og síggja Kronborg.
Við hesum vil Jens Ok-king eisini siga, at ein eigur ikki at flúgva til Føroyar. Skal tú uppliva landið og fáa tær røttu kenslurnar fram, so skal tú sigla. Tá kanst tú uppliva hetta fantastiska nátúrpanoramaið, sum tað er at síggja oyggjarnar koma undan kavi úti í havsbrúnni.
Og tað eru so ikki bara oyggjar, sum bráddliga koma undan aftur kavi. Eisini er høvið aftur at hitta og vera saman við góðum vinfólki.
Jens Okking dylur ikki fyri, at tað var ein framúr góð tíð hann hevði undir upptøkunum av Barbaru. Hann fekk tá vinir fyri lívið og kom at læra hetta fólkið nógv betur at kenna. Tað er m.a. við tí bakgrund, at hann í dag líkasum kennir seg drignan av oyggjunum og fólkinum og nú fegin vil sleppa at gloppa nakrar dyr upp fyri vanliga danskaranum. Eitt nú geva dønum eitt boð uppá, hvat tað er fyri eitt ríkidømi, sum Føroyar goyma, og sum ferðafólk kunnu njóta burturav, gera tey av at leggja leiðina hendavegin.
Missi tykkum ikki burtur
Men Jens Okking heldur, at føroyingar eiga at ansa eftir ikki at missa seg sjálvar burtur í øllum tí nýggja, sum kemur til oyggjarnar. Hann sigur seg uppliva nakað tað sama í Írlandi, har tað merkist sum eitt slag av ?gullfepuri?, nú eitt nú veganetið verður útbygt. Tey ungu keypa sær stórar og dýrar bilar, og fleiri og fleiri doyggja í ferðsluni orsakað av tí nógvu ferðini.
-Sjálvandi meini eg ikki, at tú skal steðga einum útviklingi, men tú kanst væl ansa eftir eisini, at útviklingurin ikki yvirhálar teg. Tað er heldur ikki allur útviklingur, sum er góður.
Jens Okking kemur í hesum sambandi til hugs tíðina í Føroyum, tá upptøkurnar vórðu gjørdar til Barbaru.
-Tá legði eg til merkis, at føroysk børn ótu alt ov nógv av ?pommes frites?. Var tú inni á sølumiðstøðuni í býnum, so møtti tú øllum hesum pommes-frites- og chips- etandi børnunum. Tað ger mær ilt, tá hugsað verður um, at tit liggja mitt í heimsins besta spísikamari. Eg haldi hetta kann vera ein symbolsk mynd uppá, at ein eigur ikki uttan víðari at taka á seg allar teir ringu óvanar, sum eru í øðrum londum, tá ein sjálvur hevur atgongd til heimsins besta og sunnasta mat.
Barbara fer at draga ferðafólk
Jens Okking, sum sjálvur hevði ein av høvuðsleiklutunum í filminum um Barbaru og harra Pál, er ikki í iva um, at filmurin fer at fáa túsundtals ferðafólk til Føroya. -Tá filmurin verður vístur kring heimin og fólk síggja, hvussu vøkur og sjáldsom náttúran er í Føroyum, so verða tað mong, sum vilja uppliva hetta landið. Tað fer at merkja fleiri og fleiri ferðafólk til Føroya.
Jens Okking heldur nettup tí, at tað er so týdningarmikið, at føroyingar varðveita síni sereyðkenni. Hann er júst afturkomin av Cuba og hevur har gjørt sær sínar tankar um hetta við, hvussu eitt fólk kann broytast av mongu ferðafólkunum. -Ein sær, at fólk, sum liva av ferðafólkunum, fyrr ella seinni koma at líkjast ferðafólkunum. Og tað kann ikki vera rætt. Tað hevði verið stórt spell fyri føroyingar, um hetta sama hendi her.
Jens Okking heldur tí eisini, at tað er sera umráðandi at finna fram til, hvussu nógv ferðafólk tú ynskir. Talan má ongantíð blíva um nakra hópturismu í einum lítlum oyggjalandi sum Føroyum.
Unni tykkum oljuna men ansið eftir
Av tí at Føroyar eru so lítið land heldur Jens Okking, at vit í øllum lutum eiga at vera varin og ikki lata tað fremmanda og nýggja forkoma tí, sum hevur eyðkent fólkið og oyggjarnar altíð. Her kemur honum eisini til hugs prátið um eina komandi oljuvinnu.
-Eg unni tykkum væl hasa oljuna, um hon finst, men eisini har eiga tit at vera ansin. Tit skulu senda nøkur fólk til Noregs til at kannað, hvat norðmenn gjørdu, tá teir blivu ríkir av oljuni. Og so skulu tit gera tað øvugta.
Hann heldur annars, at gongdin má vera tann, at slíkt ríkidømi kemur øllum samfelagnum til góðar og ikki bert nøkrum fáum. -Tað skulu talent til fyri at tjena pengar, men tað skulu so sanniliga eisini talent til fyri at brúka teir rætt. Og hetta síðsta er ikki minst týdningarmikið.
Jens Okking heldur, at tað er sera týdningarmikið at gera sær greitt, at pengar eru eitt amboð. -Tann dagin pengar verða málið í sær sjálvum, tá fer alt eisini at ganga av h... til.
Sum skribentur og journalistur roynir Jens Okking at fáa søgurnar á staðnum. Tær verða ikki tilrættalagdar út í æsir áðrenn, men skulu koma av sær sjálvum. Uttan iva verður sjálvstýrisgongdin í Føroyum eisini partur av tí tilfari, sum hann fer at lata donskum miðlum.
Hvat viðvíkur Føroyum sum suverenum stati, so fer tað ikki at forkoma tí góða sambandinum millum seg og Føroyar. -Eg kann bert siga, at eg eri ikki fyri ES og slíkum stórum felagsskapum. Hvørki USA og Sovjetsamveldið eru dømi um ein góðan útvikling heldur. Eg haldi, at menniskju trívast best í smærri eindum, soleiðis sum Føroyar eru eitt dømi um. Ein skal hava møguleika fyri at møta tí persóninum, sum tú setir kross við til val, á gøtuni.
Jens Okking sigur, at hetta við nærleikanum í tí lítla samfelagnum er nettup nakað, sum hann hevur merkt so nógv til og fingið nakað gott burtur úr. -Øll her eru so vinsæl og tú kennir teg væl allastaðni. Eg havi ongantíð følt meg so poppuleran sum í Føroyum. Undir upptøkunum og aftaná hava fólk tikið myndir av ?løgmanni? saman við børnum og øðrum. Og síðani filmurin varð vístur havi eg fingið hópin av brøvum frá nøgdum hyggjarum.
Ikki sæð filmin um Barbaru enn
Í samrøðuni við Sosialin avdúkar Jens Okking nakað, sum hann sjálvur heldur kann ljóða heilt ørt og løgið. -Eg havi ikki sæð filmin Barbara enn. Eg var burturstæddur til premieruna og eftir tað var eg sjúkur í eina tíð. Eg havi annars alla tíðina ynskt at síggja filmin í Føroyum og helst saman við føroyingum. Eg hevði vónað, at hann gekk í biografunum nú í summar, tí her koma ferðafólk, sum eisini fegin vilja síggja slíkan film, men er hann ikki at síggja í biohøllunum, so má eg lata mær lynda við eitt video. Nú fáa vit so at síggja.
Tá hann ikki hevur sæð filmin ber heldur ikki til at úttala seg um hann. Men Jens Okking heldur ikki, at føroyingar nýtast at vera keddir av ella stúra, nú filmurin um Barbaru ikki fekk virðisløn við filmfestivalin herfyri, soleiðis sum mong høvdu vónað. Tað hevur í veruleikanum lítlan og ongan týdning, tí tað er bert ein filmur, sum fær virðisløn, hóast tað verða gjørdir nógvir góðir filmir.
-Men lat meg nú fyrst síggja filmin, so kann eg úttala meg um hann sigur ein fryntligur og fegin summargestur, sum komandi dagarnar fer at ?leita? eftir keldum til komandi greinar sínar í donsku pressuni um Føroyar og føroyingar. Men allarfyrst gongur leiðin til tveir av sínum góðu vinum í Føroyum, Helga Debes og Birgir Enni. -Eg gleði meg at sleppa at royna øðurnar hjá Birgiri aftur. Tær smækka so framúr væl.