Eitt norðurlendskt bókmentatilboð liggur á lúri. Bókmentaáhugað báðumegin danska-týska markið hava í umbúnað at gera eina mentunarferð til Føroya komandi ár.
Øll sum hava áhuga í norðurlendskum bókmentum og hava hug at víðka sjónarringin eru vælkomin. Í okkara umráði er tað av týdningi, at málið verður styrkt og best hóskandi mátin at gera tað uppá er gjøgnum norðurlendskar bókmentir, sum eru á tremur av góðum søgum. Tilboðið er til øll, sum tíma at brúka vetrarkvøldini til annað enn sjónvarp, sigur Anette Jensen frá Nordisk Informationspunkt í Flensburg í blaðnum Nord Nu.
Og fyrsti steðgurin hjá teimum lesiglaðu báðumegin danska-týska markið verður í Føroyum.
Hugskotið er, at vit brúka bókmentirnar til at koma inn á lívið á einum norðurlendskum umráði, sigur Anette Jensen, sum er í holt við at gera lesitilfar klárt, so lesibólkarnir hava nakað ítøkiligt at fara í holt við.
Umframt samveruna í lesibólkunum, so arbeiða vit við at gera eina mentunarferð til Føroyar næsta summar. Á tann hátt fáa vit norðurlendska umráðið lýst bæði mentanarliga og bókmentaliga, sigur dagligi leiðarin av norðurlendsku kunningarskrivstovuni, sum læt upp í Flensburg fyri einum ári síðani.
Verður undirtøkan góð og eydnast ferðin væl fara vit til eitt annað norðurland næsta ár.
Tríggir lesibólkar eru norðan fyri og tríggir sunnan fyri danska-týska markið. Í september fara bólkarnir til arbeiðis í Flensburg, Slesvig, Fredikstad, Gram, Højer og Broager. Ætlanin er, at lesibólkarnir skulu hittast annað hvønn mánaða, verður sagt í blaðnum Nord Nu, sum kom út í farna mánaði og sum Foreningen Norden gevur út.










