Eitt ófatiligt bygningsverk

Tað er niðurstøðan, eftir at hava sæð Forth Bridges. Eftir nútíðar mátistokki eru tær kanska einki serligar, men tá hugsað verður um nær jarnbreytarbrúgvin var gjørd, so er tað ótrúligt, at teir skotar hava megnað at fáa hana lidna eftir bert sjey árum

Fyri einum góðum mánaða síðan tóku danir heimsins longstu heingibrúgv í nýtslu.

Tað er hon sum bindur Sæland og Fjón saman. Ella, sum danir fegnir siga tað, »den der gør Danmark mindre«.

Brúgvin hevur júst tað endamál, at gera Danmark »minni« og lættari at ferðast í. Og tað styttir ferðatíðina nokkso nógv.

Teinurin úr Odense til Keypmannahavnar tekur nú bert knappan hálvan annan tíma, ímóti næstan trimum tímum fyrr.

Í Skotlandi høvdu teir eisini sama trupulleika.

Tað var ov langt at ferðast, tá ein skuldi um Firth of Forth, og tað vildu teir fegnir gera nakað við. Ella tað vildi hon - Queen Margareth.

Í 1100-talinum.

Tí nú fara vit heilt aftur til har tað byrjaði.


Framskygd drottning

Í teimum døgum ráddi Margareth drottning í Skotlandi, og hon helt tað verða eitt sindur ólagaligt, at skula ferðast suður gjøgnum Skotland og noyðast at fara heilt inn á botn í Firth of Forth (um hann æt tað tá, veit eg ikki, blðm.).

Tískil avgjørdi hon, at gera nakað álvarsligt við málið.

Einar 10-15 kilometrar vestan fyri Edinburgh, tvs. longur inni í fjøråinum stinga tveir tangar eitt sindur út í fjørðin.

Við hesar tangar gjørdi hon eitt fast ferjusamband, sum sigldi regluliga.

Hetta mann eftir øllum at døma vera eitt tað fyrsta regluliga ferjusamband, sum hevur verið í heiminum.

Býirnir har ferjurnar sigldu ímillum eita Queensferry - North og South.

Tá Margareth drottning seinni doyði, vildi hon fegin jarðast undir liðini á manninum, sum var deyður nøkur ár áðrenn hon.

Men, maðurin var ikki grivin í Edinburgh. Hann doyði í stríði og var jarðaður í býnum Dunermline, sum liggur norðanfyri Edinburgh, stutt norðanfyri North Queensferry. Og so varð gjørt.

Og av tí hon skuldi yvir um Firth of Forth, so var Margareth drottning, sigld tvørtur um fjørðin á síni seinastu ferð her á fold. Við tí ferjusambandi, sum hon sjálv hevði sett í verk.

At ferjusambandið hevði týdning sæst best av, at tað vardi í 850 ár, áðrenn tað var niðurlagt. Tað metið verður ringt at taka frá teimum, soleiðis í bræði.


Jarnbreytin

kravdi broytingar

Fleiri hundrað ár aftaná kom jarnbreytin. Og sum við øllum framrættaðum broytingum, so kravdi eisini hon íløgur, fyri at betra um ferðasambandið.

Menn byrjaðu at arbeiða við ætlanum um at gera eina brúgv, sum kundi stytta farleiðina um Edinburgh fjørðin og tann skilabesta loysnin var at gera eina brúgv, sum bant júst somu bygdirnar saman, sum Margareth drottning hevði gjørt.

Eina jarnbreytarbrúgv millum North og South Queensferry. Ella rættari sagt yvir teimum báðum bygdunum, tí lendi kring býin er rættuliga høgt.


Sjey ár og

uml. 50 mannalív

Í 1880-unum fóru menn so undir at gera jarnbreytarbrúnna um Firth of Forth - ta brúnna, sum fekk navnið Forth Bridge.

Eftir tátíðarmátistokki hevur talan verði um eitt øgiliga stórt projekt.

Hóast brúgvin er gjørd har fjørðurin er smælstur, so hevur tað verið ein rættiliga stór uppgáva at fáa hana upp at hanga.

Og tað vísir tíðarbilið, sum tað tók at gera brúnna eisini. Sjey ár tók tað at gera hana lidna, men tá stóð eisini ein stásilig brúgv klár at taka í nýtslu.

Hon hevði tó kravt síni offur, tí umleið 50 menn mistu lívið meðan teir arbeiddu uppá brúnna.

Stórt tal, men verður tað sammett við trygdarkrøv og arbeiðsútgerð í dag, so er tað hóast alt merkiliga lítið.

Til sammetingar kann nevnast, at einir 10 mans hava mist lívið av at arbeiða uppá fasta sambandið um Stórabelt í Danmark, seinastu seks árini.


Liðug í 1890

Arbeiði at gera brúnna um Firth of Forth var liðugt í 1890, men tá byrjaði viðlíkahaldsarbeiði.

Brúgvin er gjørd úr jarnið, og krevur tí sera stórt viðlíkahald.

Ja so stórt, at har arbeiða fólk alla tíðina við at halda hana við líka.

Teir byrja í øðrum endanum og arbeiða seg yvirum. Tá teir so eru lidnir, er tíð at byrja aftur hinumegin, og soleiðis gongur tað runt og runt.

Hetta hevur gjørt at skotar hava fingið eitt orðatak, sum sigur:

"It's like the Forth Bridge". Tað siga teir um eitt arbeiði, sum ongan enda tekur ....


Úr steini og jarnið

Brúgvin er, sum tað sæst, sett á stabbar. Ikki hava umstøðurnar verði lagaligar at arbeiða undir, tí høgt er tað niður.

Miðjan á brúnni, ella sjálvur hangiparturin, um tað eitur so, er gjørd úr jarni. Hon hevur trý torn, sum eru sett á stabbar, sum standa niður í fjørðin.

Tað, sum eftir míni (óvitandi) metan er ótrúligt er, at at tungu jarnkonstruktiónirnar hava staðið leysar í fjørðinum áðrenn tær vóru bundnar saman.

Hvussu tað kann hava latið seg gjørt er ótrúligt at hugsa sær.

Men hon varð liðug, og hon verður brúkt enn tann dag í dag til jarnbreytartok.


Ferðamannamál

Eins og í gomlum døgum, tá ferjusambandið var, kemur nógv fólk til Queensferry-bygdirnar, men í dag eru ørindini onnur enn tá.

Tá komu fólk, tí tey skuldu við ferjunum. Í dag koma tey, tí tey vilja síggja hvar gamla ferjusambandið var og tí at tey vilja síggja brúnna.

Býirnir Quensferry eru sera vakrir. Eins og aðrastaðni í Bretlandi er stórur munur á flóð og fjøru og tað hugtekur fólk.

Eitt annað er, at mitt í fjørðinum liggur ein skansi, Tann, sum fjøråurin ber navnið eftir.

Hann er bygdur fyri nógvum árum síðan, men hevur verið í brúk nakað væl inn í okkara øld, m.a. til at verja brúnna móti loftálopum í krígsstøðu.


Týskttalandi skoti

Tað løtuna vit stóðu í Queensferry vóru fleiri bussar við ferðandi úr øðrum londum.

Millum annað var ein bussur við týskarum.

Teir sóðu ferðaleiðara okkara, sum jú var í kilti, og tvær teirra stóðu og smáfjasaðu um hvat mundi vera inni undir kiltinum. Tær tosaðu á týskum fyri at eingin skuldi skilja.

Tá Fraser Gordon svaraði teimum aftur - á týskum - "Tað er ein statsloynidómur - og fyri tykkum at finna útav" rodnaðu tær og gjørdust rættiliga illa við.

Líka vistu tær, at skotin í kiltinum var sera knáur í týskum og fronskum málið.

Hann gjørdi tað gott aftur fyri teimum, og beyð teimum at taka mynd av sær, og tað hjálpti.


Beint við Ediburgh

Queensferry liggur stutt uttanfyri Edinburgh, bert einar 20 kilometrar.

Har er sera vakurt, og nógv at fara til.

Býurin ger nógv burturúr ferðandi og har eru nógv støð, sum eru sera áhugaverd at vitja.

Edinburgh Castle er eitt teirra. Í august mánað hava teir hernaðarframsýning, Tattoo, og tann sýningin er heimskend.

Árliga vitja 1,2 mió. fólk Edinburgh Castle og hóast nakrir teirra eru føroyingar, so eri eg vísur í, at tey fegin vilja hava fleiri.

Í miðbýnum er eisini tann sera vakri Princess garden. Hann er kanska serliga kendur fyri blómuurið, sum øll mugu síggja, sum hava verið í Edinburgh.

Eitt triðja stað er Scotts Monument. Tað er gjørt til minnis um rithøvundan Sir Walter Scott. Í løtuni verður tornið umvælt, men tað tekur ikki allar ævir.

Bústaðarmøguleikarnir eru nógvir í Edinburgh. Nógv gistingarhús eru til taks, kostnaðarmikil og minni kostnaðarmikil.

Harafturat eru óendaligir møguleikar at búgva á "bed and breakfast" og er mann eins heppin og undirritaði var, so er einki at óttast.

Tann familjan var heilt einfalt framúrskarandi at búgva hjá. Kømur, tænasta og matur var heilt framúr.

Men tað er rættiliga vanligt fyri skotar.

Sera fryntligir at tosa við og altíð til reiðar at gera nakað fyri gestirnar. Men teir ynskja sær fleiri gestir - og gjarna eisini úr Føroyum.