Stabilisatorur á Smyrli farin

Smyril rullar eitt sindur verri, enn vanligt í hesum døgum.

Smyril siglir bara við øðrum av teimum báðum stabilisatorunum.

 

Hetta veit dimma.fo at siga.

 

Pumpa er farin, men ein nýggj er ávegis til Føroya.

 

Smyril rullar eitt sindur verri, enn vanligt í hesum døgum.

 

Myndina omanfyri hevur eitt ferðafólk tikið, kanska eisini eitt sindur í skemti, og er hetta ein urtapottur, ið er farin um koll av rullinum.

 

Dimma.fo veit at siga, at Smyril roynur at sigla soleiðis, at tað er sum best hjá ferðafólkunum, m.a. við at sigla vestanfyri Sandoynna, um veðrið ikki er av tí besta.

 

 

 

(Mynd: Allan Enghamar)