Ársins Íverksetaradagur 2025

Føroyskar íverksetarasøgur er yvirskriftin á Ársins Íverksetaradegi 2025, sum Íverksetarahúsið skipar fyri.

Tiltakið verður hildið á Hotel Hilton fríggjadagin 21. november kl. 13.00–15.00.

 

Høvuðstalari verður Rúni Djurhuus, stjóri í fyritøkuni Wenzel og eigari av fleiri øðrum fyritøkum í ymiskum vinnugreinum.

 

Rúni fer at deila søguna um sítt íverksetaraævintýr – frá fyrstu stigunum, um upp- og niðurtúrarnar á leiðini, til hvussu hann er komin har, hann er í dag.

 

Hallur Fríði Augustinussen, íverkseti og stjóri í Kirvi, fer eisini at hava eina framløgu. Hann fer at deila sína íverksetarasøgu, hvørjar avbjóðingar hava verið, og siga frá tí stóru menningini, sum Kirvi hevur verið ígjøgnum – frá byrjan til í dag.

 

Suffía Nón, eigari og stjóri í Fjord, ið selur litríkar brúksvørur, og varð vald til Ársins Íverkseta 2024, fer at hugleiða um sína ferð sum íverkseti. Hon fer at millum annað at greiða frá, hvussu eitt kreativt hugskot gjørdist grundarlagið undir eini fyritøku, sum í dag selur sínar vørur bæði í Føroyum og uttanlands.

 

Ársins íverksetaradagur er eitt árligt tiltak hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Í tí sambandi verður Ársins Íverkseti 2025 kosin og hesin fær heiðurslønina Granan.

 

Tiltakið verður sett av Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanríkis- og vinnumálum, og løgmaður Aksel V. Johannesen fer at handa Granan til Ársins Íverkseta 2025.

 

Eftir handanina verður netverkan og ábit.

 

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin, men neyðugt er við tilmelding.

 

##med2##

 

##med3##

 

Melda til her:

 

Ársins Íverksetaradagur 2025 - Tilmelding | Íverksetarahúsið