Býráðið mælir til 26 skeinkiloyvi aftrat

Á býráðsfundi hóskvøldið atkvøddu níggju av 11 býráðslimum fyri at økja um talið av skeinkiloyvum í Suðurstreymi. Nú verður tilmælið latið landsstýrismanninum í vinnumálum, og síðani skal loyvisnevndin taka endaliga støðu til málið

Loksins hevur býráðið viðgjørt málið um skeinkiloyvi.

Tað tók bert slakan tíma at koma fram til, at býráðið er av tí áskoðan, at ein og hvør, sum lýkur treytirnar fyri at fáa skeinkiloyvi, skal hava møguleikan.

Úrslitið bleiv, at býráðið mælir til at tilsamans 40 skeinkiloyvi verða latin í Suðurstreymi soleiðis, at ikki verður neyðugt hjá býráðnum at taka støðu til slík mál aftur fyribils.

Í løtuni eru 14 loyvi í Havn, harav tvey eru avmarkað til bert øl og vín.

Umframt tað eru eini 10 - 12 støð í býnum, har skonkt verður fyri læstum hurðum, á privatum veitslum og fyri innbodnum.

Hesi støð eru eitt nú Norðurlandahúsið, Listaskálin og Sjónleikarhúsið - bert fyri at nevna dømi, og hesi fara uttan iva at søkja um skeinkiloyvi, um fleiri enn í dag verða latin.

Tað kom fram á býráðsfundinum, at fleiri umsóknir og fyrispurningar eru frá matstovum um skeinkiloyvi, bæði verandi støð og frá áhugaðum, sum hava ætlanir um at stovna matstovur í høvuðstaðarøkinum.

Ætlanir eru eisini um at stovna onnur sløg av undirhaldsstøðum, og hesi vilja eisini sleppa at skeinkja øl og vín, ella fáa fult skeinkiloyvi.

Í grundgevingini fyri at áseta talið av skeinkiloyvum, varð sagt á býráðsfundinum: Vísandi til tørvin hjá matstovunum og fyri at stuðla vinnuni, og hervið skapa fleiri arbeiðspláss, verður mælt til at økja talið av skeinkiloyvum úr 14 upp í 40, harav 15 skeinkiloyvi verða avmarkað til bert at selja øl og vín.

Hetta skuldi nøkta tørvin, og fyri at gera matstovuvinnuna kappingarføra, eins og fyri at økja um tilboðini í kommununi, verður sagt í grundgevingini.

Nú verður tilmlið hjá Býráðnum sent landsstýrismanninum í vinnumálum, sum skal ásta talið av skeinkiloyvum, og lata málið til loyvisnevndina at taka endaliga støðu til.

Eftir hvat skilst, so verður loyvisnevndin liðug at arbeiða við málinum aftaná ólavsøku.