Tíðindaskriv:
Í dystinum í fimta umfari, sum var seinnapartin, vunnu Føroyar stórsigur á Jersey. Fleiri lið eru nú um boðið at vinna kappingina. Heimaliðið Kýprós tykist vera eins gott boð upp á ein vinnara sum favorittarnir úr Føroyum, Andorra, Luksemburg og Monako.
Spenningur verður helst til seinasta umfar leygardagin.
Tað eydnaðist tíverri ikki at fáa nakað dystarstig í triðja lykladystinum hjá Føroyum á rað.
18 ára gamla stórtalentið hjá Andorra, Serni Ribera, spældi føroyameistaran Høgna Egilstoft Nielsen sannførandi niður á øðrum borði. Elias Petersen var fyri somu lagnu á fjórða borði. Einki stig við svarta fólkinum.
Glottin á liðnum var Luitjen Akselsson Apol. Eins og í gjár var støðan á borðinum eldfim, men tá er Luitjen ofta kringur og snúðin. Tað lukkaðist tí at vinna.
Hjá Helga Dam Ziska var aftur nær við og næstan. Mótstøðumaðurin, sum er spanióli, ættaður úr Barcelona, spanskur meistari í 2003, nú 53 ára gamal, stóð eitt sindur kroystur. Eins og í gjár fann Helgi ikki skarpastu leikirnar, tá ið á stóð, og tí svann tepri fyrimunurin út í remis.
Føroyar - Andorra 1½ - 2½
GM Helgi Dam Ziska 2543 - GM Oscar De La Riva 2439 ½ - ½
IM Høgni Egilstoft Nielsen 2385 - Serni Ribera 2300 0 - 1
Luitjen A. Apol 2288 - Daniel Gomez 2199 1 - 0
Elias Petersen 2004 - Esteve Mateu 2140 0 - 1
3. umfar (17. nov - fp)
Føroyar - Andorra 1½ - 2½
Kýprós - Jersey 4 - 0
Malta - Monako 1½ - 2½
Guernsey - Luksemburg 0 - 4
San Marino - Liktinstein 1½ - 2½
Stórsigur á Jersey
Í seinna umfarinum í dag seinnapartin gekst betur hjá Føroyum. Mótstøðan var eisini munandi minni. Luitjen fekk frí, vit høvdu báðar unglingarnar á liðnum.
Føroyar - Jersey 3½ - ½
GM Helgi Dam Ziska 2543 - Graham Mooney 1918 1 - 0
IM Høgni Egilstoft Nielsen 2385 - Mateusz Kolin 1826 1 - 0
Jón í Horni Nielsen 2084 - Krysztof Belzo 2075 ½ - ½
Elias Petersen 2004 - Paul Wojciechowski 1932 1 - 0
4. umfar (17. nov. - sp)
Føroyar - Jersey 3½ - ½
San Marino - Kýprós 0 - 4
Liktinstein - Monako 2 - 2
Andorra - Guernsey 4 - 0
Luksemburg - Malta 4 - 0
Hørð kapping
Okkurt bendir á, at kappingin millum fremru liðini í smálandakappingini fer at harðna. Kýprós bjóðar av. Liktinstein hevur eisini staðið seg væl, men mótstøðan hevur ikki verið tann mesta higartil.
Ein týðandi dystur hjá Føroyum verður í ovurmorgin móti Kýprós. Hann kann fara at vera heilt avgerandi fyri endaliga úrslitið í kappingini. Borðstigini kunnu eisini fáa stóran týdning, tí stendur á jøvnum í dystarstigum, telja borðstigini.
Í morgin telva Føroyar móti San Marino. Vit eiga at vinna ruddiliga. Mikudagin eru aftur tvey umfør á skránni - morgundysturin verður móti Kýprós.
Núverandi oddaliðini, Kýprós og Liktinstein, telva sínamillum í morgin. Annar lykladystur er millum Monako og Luksemburg.
Støðan í smálandakappingini:
1. Kýprós 7 dystarstig (12½ borðstig)
2. Liktinstein 7 (9½)
3. Andorra 6 (12)
4. Føroyar 6 (11)
5. Luksemburg 5 (11½)
6. Monako 5 (8½)
7. Malta 2 (6½)
8. Jersey 1 (4)
9. San Marino 1 (3½)
10. Guernsey 0 (1)
5. umfar (týsdagin 18. november kl 13:00)
Føroyar - San Marino
Kýprós - Liktinstein
Monako - Luksemburg
Malta - Andorra
Guernsey - Jersey











