Karin vann heiðurin 'Ársins Jan Restorff'

Og Ræst er 6. besta matstova í kongaríkinum

Tað er niðurstøðan – sæð við føroyskum brillum – nú White Guide í kvøld hevur heiðrað matstovuvinnuna í danska kongaríkinum á gallatiltaki.

 

Har fekk eitt nú Karin Visth, matstovuleiðari á Ræst, heiðurin 'Ársins Jan Restorff', sum er ein virðsløn fyri góða tænastu, sum fyri nøkrum árum síðani varð uppkallað eftir kenda føroyska matstovuleiðaranum á Søllerød Kro, Jan Restorff, sum doyði í august í ár.

 

Á tiltakinum hjá White Guide skuldu eisini bestu matstovurnar í ríkinum finnast. Í uppskoti var føroyska matstovan Ræst, sum endaði á einum 6. plássi.

 

Besta matstova í danska kongaríkinum 2025 gjørdist Alchemist.

 

Har verður sagt, at Rasmus Munk hevur við Alchemist »skabt en restaurant, der både byder på velsmag, eftertanke og oplevelse – eksekveret til perfektion med de bedste råvarer, vine og et topprofessionelt personale«.

 

Alchemist fekk heiðurin sum árins besta danska matstova í Danmark við 39 stigum út av 40 fyri matin og 99 út av 100 fyri heildaruppliving.

 

##med2##

 

Hinar matstovurnar á topp 10 listanum hjá White Guide eru:

 

2. Noma við 39/98

 

3 Kadeau Kbh. og Jordnær við 38/97

 

5. Geranium við 38/96

 

6. Koan og Ræst við 38/94

 

8. AOC, Frederikshøj og Lyst við 37/95

 

 

Um White Guide:

 

White Guide er ein svensk gude við ummælum og tilmælum um 800 matstovur í Svøríki. Hon kom fyrstu ferð út í 2005, eftir samanlegging millum guidirnar Vägarnas Bästa og  Gourmet 199 Borde.

 

Síðani 2013 er hon eisini givin út í Danmark, og í 2014 kom ensktmælta útgávan av White Gudie Nordic við teimum 300 bestu matstovunum í Svøríki, Danmark, Noreg, Finnlandi, Íslandi, Føroyum, Grønlandi og Estlandi.

 

Guidin kemur á hvørjum ári sum bók og sum app.