teir, og av somu orsøk var tað við spenningi, at man bíðaði í Flagstjaldinum. Luftin úr ballónini Deja Vu løgdu hart út og spældu nøkur av teirra meiri orkufyltu løgum. Við góðum botni frá bassi og trummum [...] trummum kundu hini ljóðførini og røddirnar leggja sítt sveimandi ískoyti omaná. Tað sat og svingaði væl. Sjálvur haldi eg, at hesi meiri peppaðu løgini rigga best. Eftir tað komu nøkur friðarlig løg, sum tóku [...] minuttir og stórt sæð í tveimum akkordum, var tungt at koma ígjøgnum. Møguliga hevði tað riggað í einum meiri inniligum umhvørvi. Inni í einum lítlum, sýrutum konserthøli við stearinljósum og pútum á gólvinum
lívið og kærleikan, vónloysið og vónina. Ein leikur um Familjuna og rúmini í húsinum, um at missa og koma til sættis við missin og framtíðina, er tann heldur kryptiska lýsingin av leikinum. Hon og hann [...] hann, spæld av Anniku Johannessen og Annfinni Heinesen, liva sítt lív í ávíkavíst hjúnarkamarinum og tí tóma barnakamarinum, har minnini og fortíðin og tær gomlu leikurnar eru einasta innbúgv. Meðan hann vil [...] barnastólar. Tey leita í leikinum Tóm Rúm. Kaga í skuffur og minni, lata upp og læsa aftur, trilva og tiga. Kanska er tað tómt handan forhangið, og kanska er einki loynirúm við arvasynd. Men ber tað til at
í Prix Føroyum og hóast teir ikki vunnu sær sess í finaluna, megnaðu teir enn einaferð at gera vart við seg. Teir spælan harðan og ágangandi rocktónleik, og Eyðun er tann orkufulli og lívligi sangarin [...] hevur sungið, brølað og hoppað seg fram í fremstu røð, og Eyðun Mortensen hevur ongar ætlanir um at gevast á hondum nú. Men Eyðun hevði langan veg fram at mikrofonini í Mind's Eye, og hann var so smæðin [...] tí eg kendi meg so væl. Fólk tóku sera væl ímóti okkum, og eg hugsaði, at »her vil eg vera«, greiðir hann frá. Og fyrsta framførslan hjá Eyðuni og hinum í bólkinum gjørdist eitt brak, sum púra óvæntað sendi
alistarnir latið hann úr og avdúkað hann. Hetta skuldi verið uppgáva hjá eini fríari pressu, men okkara pressa er jú fjøtrað og tjóðveldisheft, undirbrotlig og Hoydalskúgað og roynir at bróta slód fyri [...] kann afturat, at Petur Mohr Dam, Palli Henriksen og aðrir javnaðarmenn høvdu verið í tinginum til fundar minni enn ein tíma, áðrenn bumban brast. Tingakrossur, Dimmalætting og Sosialurin vóru øll samd um, [...] dresseraðir lakajar. Varaløgni og fullveldismenn seta dagsskránna fyri útvarpstíðindi, og hvat skal viðgerast. Okkara sonevndu journalistar hava lítið talent, minni dirvi og ongan vilja til annað enn sum
aftur at spæla tað. Hart og kontant, men soleiðis eru 200. Harðir og kontantir, uttan nakað sum helst kompromis. Nýggja fløgan prógvar tað, og 200 staðfestu tað so dyggiliga á palli leygarkvøldið [...] segði frá, hvussu hann hevði lovað, at um Høgni og hansara fólk fóru í samstarv við Miðflokkin, tá teir høvdu vunnið valið, so skuldi hann hoyra fyri tað. Og tað gjørdi hann. ?Eg segði tað við teg, eg ávaraði [...] fløguni, rapaðu klassikarar eisini úr 200. ?Tað stóra bankaránið?, ?Tað einasta góða?, ?Fjern den klud? og so framvegis. 200 spældu ikki (ella eg fangaði tað so ikki, so eg gangi út frá tí staðfesting) ?Muscleman
alt endaði við at Palli Augustinussen fekk stýrt bóltinum í netið. Og minuttin eftir var Palli aftur upp á spæl. Hesa ferð slapp hann púra leysur inn um TB-verjuna eftir 1-2 samanspæl, og so kundu vágbingarnir [...] Roest og Sasha vóru staddir, og eftir at Bjarni Johansen fyrst hevði hálvbjargað, var jugoslaviski álopsmaðurin á blettinum seinnu ferðina. Við tapinum datt TB á niðasta plássið á stigatalvuni, og einki [...] pláss upp, og megna teir at fáa fult, tá teir um eina viku vitja á Toftum, leggja teir um ikki annað tað liðið aftur um seg. Dysturin í tølum: VB-TB 6-1 (2-0) 1-0: Palli Augustinussen, 41 2-0: Palli Augustinussen
samfelag, og royndir vísa eisini, at íløgur í partabrøv gjørdar við passandi spjaðing við tíðini geva størri vinning enn tær tryggu íløgurnar í lánsbrøv - Men partabrøv innihalda eisini vága, og tá LÍV skal [...] at skipa LÍV sum eitt sínámillum felag við umboðsráði og nevnd, valda av tryggingartakarunum. Hetta vildi eisini tryggjað tryggingartakaran innlit og ávirkan. [...] Palli Petersen __________ Føroya Lívstrygging, LÍV varð stovnað í 1967 sum ein sjálvsognarstovnur. Líka til tosið um einskiljing byrjaði var støðan hjá LÍV sum sjálvsognarstovni rættuliga greið, nevniliga
gráta”, har hann er á palli saman við Edvard Nyholm Debess, ið tekur sær av tónleiki og ljóðmynd. Ria Tórgarð hevur skrivað leikritið til leikin, ið snýr seg um Jógvan Andrias og lív hansara. Jógvan Andrias [...] mjadnabarn, - Calve Perthes nevnist sjúkan, og varð sum 3 ára gamal sendur til Danmark, og kom aftur til Føroya sum 6 ára gamal. Avleiðingarnar av at missa móðirmál og familjusambond verða lýstar í leikinum [...] leikinum. Tað er sostatt høvuðspersónurin sjálvur, ið stendur á palli. Í heystrákanum í oktober er Jógvan Andrias á ferð við leikinum og skráin er henda: 13.okt. Ungmannafelagið Virkið kl 19.30 20.okt. Bygdahúsið
vera ein hin gávuríkasta, tá tað snýr seg um at siga eina søgu á palli. Tulkingar hennara av søgum Karen Blixens eru framúrskarandi, og Vigga Bro dugir annað enn bert at geva søgunum lív. ?Hon dugir við [...] við síni inniligu rødd at geva áskoðararunum kensluna av at kom inn í eitt rúm, og at mynda vakrastu málningarnar á eygnahinnuna«.
sløkt alla vón um stig til heimaliðið við teimum málum, sum Tórður Holm og Palli Augustinussen skutu. Fleiri mál komu ikki í dystinum, og sostatt fekk VB fjórða sigurin á rað í bólkaspælinum. Hinvegin mistu [...] í landskappingini. Møguliga var hetta ein avleiðing av, at ov nógv orka varð nýtt í steypadystunum, og í so máta kunnu vágamenn síggja stórt upp á skjóta farvæl sítt í ársins útgávu av kappingini um Lø