Eisini Høgni Hoydal fekk eitt skot

Petur Pólson greiður frá, hvussu eisini formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, fekk eitt skot frá 200 á útgávukonsertini. Seinna brotið av ummælinum av ?Stokkhólmssyndromið?

Petur greiður frá:

Høgni Hoydal fekk eisini eitt skot. Niels segði frá, hvussu hann hevði lovað, at um Høgni og hansara fólk fóru í samstarv við Miðflokkin, tá teir høvdu vunnið valið, so skuldi hann hoyra fyri tað. Og tað gjørdi hann. ?Eg segði tað við teg, eg ávaraði teg. Tú skuldi halda fingrarnar langt vekk frá reyvini á Jenisi?, vóru orðini. Høgni Hoydal kom á konsert, men hann var ov seinur at fáa hetta skotið við.

 

Saman við fleiri løgum av nýggju fløguni, rapaðu klassikarar eisini úr 200. ?Tað stóra bankaránið?, ?Tað einasta góða?, ?Fjern den klud? og so framvegis. 200 spældu ikki (ella eg fangaði tað so ikki, so eg gangi út frá tí staðfesting) ?Muscleman Blað?, sum óivað er teirra størsta hitt. Niels hevur einaferð sagt, at eftir hann hoyrdi remiksið, sum maður:glotti gjørdu, fara teir ongantíð aftur at spæla tað. Hart og kontant, men soleiðis eru 200. Harðir og kontantir, uttan nakað sum helst kompromis. Nýggja fløgan prógvar tað, og 200 staðfestu tað so dyggiliga á palli leygarkvøldið