Eitt brøl úr Klaksvík

Hann vildi so fegin vera sangari, men var ov smæðin at bjóða seg fram. Tá hann so umsíðir fekk møguleikan, tordi hann so illa at syngja, at tað riggaði als ikki. Nú er Eyðun Mortensen lopin út sum oddamaður í nógv umrødda bólkinum Mind´s Eye

Sangarin í bólkinum Mind's Eye hevur verið ein av profilunum í Prix Føroyar kappingini í ár.
20 ára gamli klaksvíkingurin hevur sungið, brølað og hoppað seg fram í fremstu røð, og Eyðun Mortensen hevur ongar ætlanir um at gevast á hondum nú.
Men Eyðun hevði langan veg fram at mikrofonini í Mind's Eye, og hann var so smæðin, at alt var um reppið at detta niðurfyri.
Karrieran sum sangari byrjaði á einum indremissiónskum háskúla í Danmark fyri stívliga fýra árum síðani. Á einum av ungdómsmøtunum har kom Eyðun at standa undir liðini á sanglæraranum á skúlanum, og aftaná møtið fekk Eyðun ikki frið fyri honum.
? Hann bleiv við at siga, at eg sang so væl, at eg skuldi koma við í kórið hjá honum. Eg helt, at hann gjørdi gjøldur burturúr mær, og eg helt, at hann var ólukksáliga illavorðin at gera tað. Tað gekk eitt sindur av tíð, áðrenn tað gekk upp fyri mær, at hann meinti tað, sum hann segði, greiðir Eyðun frá við einum speiskum smíli.
Endin var, at Eyðun fór við í kórið, og á seinasta skúladegi skulu hann syngja ein andaligan rocksang á eini konsert.
? Tá eg fór av skúlanum, lovaði eg sanglæranum, at eg skuldi gera meira við tað, men tað gjørdist ikki beinanvegin.
Smæðin og bangin
Fyri sløkum tveimum árum síðani kom tað fyrstu ferð upp á tal, at Eyðun Mortensen skuldi fara upp í bólkin hjá vinmonnunum hjá sær. Teir høvdu spælt saman í fleiri ár, men høvdu ongan sangara.
? Eg var ótrúliga smæðin, og tað gekk lang tíð, áðrenn eg tordi at bjóða meg fram. Eg var bangin fyri, at teir ikki fóru at dáma meg sum sangara, og eg stúrdi fyri at fáa negativan kritikk. Eg haldi heldur ikki, at teir tóku meg í álvara, sigur Eyðun.
Fyrsta royndin sum sangari kiksaði, og tað skuldi ganga eitt ár, áðrenn tað kom upp á tal aftur.
? Eg tordi heilt einfalt ikki at syngja, soleiðis sum eg kundi, og so gekk tað bara ikki. Teir hildu meg als ikki duga at syngja.
Men farna summar fekk Eyðun ein møguleika afturat í bólkinum, og nú var hann farin at gera meira um seg.
Tá ið Mind's Eye fór á pallin í Fuglafirði fyrst í februar mánaði, var tað fyrstu ferð síðani konsertina á háskúlanum í Danmark, at Eyðun stóð á einum palli og skuldi syngja, men hesaferð hevði hann ongar trupulleikar við at tora.
? Tað var ein undarlig kensla at koma á pallin í Fuglafirði, tí eg kendi meg so væl. Fólk tóku sera væl ímóti okkum, og eg hugsaði, at »her vil eg vera«, greiðir hann frá.
Og fyrsta framførslan hjá Eyðuni og hinum í bólkinum gjørdist eitt brak, sum púra óvæntað sendi teir víðari í kappingini.
Nógv venjing liggur aftanfyri
Leygarkvøldið var Mind's Eye við í hálvfinaluni í Prix Føroyum og hóast teir ikki vunnu sær sess í finaluna, megnaðu teir enn einaferð at gera vart við seg.
Teir spælan harðan og ágangandi rocktónleik, og Eyðun er tann orkufulli og lívligi sangarin, sum ikki bara syngur, men eisini brølar ? growlar, tey kalla.
? Eg havi vant nógv og leingi fyri at klára at brøla. Mær dámar væl hendan mátan at syngja, og tað er sera avbjóðandi fyri meg. Eg eri sum ein kapprennari. Eg má venja allatíðina og vera í toppformi fyri at klára at syngja soleiðis, sigur Eyðun.
? Eg havi vant nógv heima saman við tí tónleikinum, sum eg vanliga lurti eftir. Í fyrstu fekk eg høvuðpínu av at brøla, men tað fái eg ikki longur.
Brølini hoyra til hetta slagið av tónleiki, og tey falla inn í eina heild við tungum gittarljóði, framligum stevi og nógvum skiftum millum still og vill petti.
? Eg vil, at fólk flippa út til tónleikin hjá okkum, heldur enn at sita still og halda, at tað er ordiliga gott.
Gera nógv við tað
Eyðun Mortensen og hinir vóru vónbrotnir av, at teir ikki komu í finaluna í Prix Føroyum, men teir eru bidnir um at spæla á eini konsert dagin fyri Prix-finaluna, tá ið útlendsku tónleikagestirnir fáa møguleikan at hoyra nakrar evnaríkar bólkar, sum ikki eru við í finaluni.
? Eg hevði vónað, at vit komu í finaluna, so vit kundu vísa okkum fram, tá ið so nógvir útlendingar koma at lurta. At vit hóast alt sleppa at spæla fyri teimum, ger støðuna munandi betur, sigur Eyðun.
Hann hevur merkt stóran áhuga fyri sær og bólkinum, síðani teir tóku øll á bóli í Prixnum.
? Ja, tað er stórur munur á, hvussu áhugin fyri okkum er nú og áðrenn Prixið. Nú steðga fólk mær, sum eg als ikki kenni, fyri at tosa um tónleik. Tað er stuttligt og hugaligt at uppliva, sigur Eyðun.
Nú fara hann og hinir tónleikararnir í bólkinum at skriva fleiri sangir, og teir ætla sær út at spæla fyri fólki næstu vikurnar. Teir vóna, at ein fløguútgáva hómast onkrastaðni har frammi í tíðini.
Og so vóna teir eisini, at onkur av útlendsku Prix-gestunum fáa eyga og oyra á teir.