Einrøðuleikur á ferð kring landið

Jógvan Andrias Joensen er framvegis á ferð kring landið við einrøðuleikinum “Kom bara inn – eg skal ikki gráta”, har hann er á palli saman við Edvard Nyholm Debess, ið tekur sær av tónleiki og ljóðmynd.

 

Ria Tórgarð hevur skrivað leikritið til leikin, ið snýr seg um Jógvan Andrias og lív hansara. Jógvan Andrias var sonevnt mjadnabarn, - Calve Perthes nevnist sjúkan, og varð sum 3 ára gamal sendur til Danmark, og kom aftur til Føroya sum 6 ára gamal. Avleiðingarnar av at missa móðirmál og familjusambond verða lýstar í leikinum.

 

Tað er sostatt høvuðspersónurin sjálvur, ið stendur á palli.

 

Í heystrákanum í oktober er Jógvan Andrias á ferð við leikinum og skráin er henda:

 

13.okt. Ungmannafelagið Virkið kl 19.30

 

20.okt. Bygdahúsið á Strondum kl 20.00

 

24.okt. Salt á Tvøroyri kl 19.00

 

27.okt. Bryggjan í Vestmanna kl 20.00