Eitt drama um lívið og kærleikan

Nýggjur føroyskur sjónleikur um at missa og koma til sættis við missin og framtíðina

Leikurin er eitt sonevnt eksistensielt drama um lívið og kærleikan, vónloysið og vónina. Ein leikur um Familjuna og rúmini í húsinum, um at missa og koma til sættis við missin og framtíðina, er tann heldur kryptiska lýsingin av leikinum.

Hon og hann, spæld av Anniku Johannessen og Annfinni Heinesen, liva sítt lív í ávíkavíst hjúnarkamarinum og tí tóma barnakamarinum, har minnini og fortíðin og tær gomlu leikurnar eru einasta innbúgv.

Meðan hann vil fjala seg í minnunum og eini vón um okkurt hinumegin, so roynir hon at bróta upp úr nýggjum og koma víðari. Fortíðin leggur seg uppí, og knappliga er tað trygga fundamentið ikki sterkari enn ridlandi barnastólar.

Tey leita í leikinum Tóm Rúm. Kaga í skuffur og minni, lata upp og læsa aftur, trilva og tiga. Kanska er tað tómt handan forhangið, og kanska er einki loynirúm við arvasynd. Men ber tað til at feira heimleysa sirkuslívið? Ber tað til at skapa sær eitt glopp, eitt tómrúm, har mann fær livað og andað?

Tað er Eyðun Johannessen ið leikstjórnar, afturat sær at gera pallmynd og búnar hevur hann eysturríkaran Manfred Blaimauer, ið eisini gjørdi pallmyndina til “Meðan vit bíða eftir Godot” í 2011. Árni Baldvinsson er ljósdesignari og Jón McBirnie hevur gjørt ljóðmyndina, Tróndur Bogason tónleikin, meðan Vígdis Hentze Olsen er komin til Føroyar at koreografera.

Á pallinum síggja vit føroyskar leikarar, vit ikki vanliga síggja saman á palli, búsettir í og uttanfyri Føroyar. Tey eru Annika Johannessen, Annika Hoydal, Annfinnur Heinesen, Hjálmar Dam og Nicolaj Falck.