Einki nýtt ævintýr

Vágbingar syrgdu við fjórða sigrinum á rað fyri, at teir við 100% vissu komu í fjórðingsfinalna

 

FS Vágar-VB 0-2 (0-2)


Løgmanssteyp


Fyri heimaliðið mundi tað vera seinasta útkall, tá VB kom á vitjan skírishósdag. Eitt stig var helst minsta krav, um felagsliðið skuldi gera sær nakrar vónir um at endurtaka steypaævintýrið, sum í fjør var eittans mál frá at bera teir til sjálvan finaludystin.


Kanska ein fyrimunur

Hesa ferð syrgdu vágbingar tó fyri, at hetta ævintýrið verður av ongum í ár, tí longu í hálvleikinum høvdu teir sløkt alla vón um stig til heimaliðið við teimum málum, sum Tórður Holm og Palli Augustinussen skutu.

Fleiri mál komu ikki í dystinum, og sostatt fekk VB fjórða sigurin á rað í bólkaspælinum. Hinvegin mistu vágamenn at kalla alla vón um víðari luttøku, men hinvegin nýtist hetta als ikki at gerast nakar vansi fyri felagsliðið.

Í fjør tóktist tað nevnliga soleiðis, at meðan teir hjá FSV vóru sera uppsettir í steypakappingini, vildi mest sum einki rigga í landskappingini. Møguliga var hetta ein avleiðing av, at ov nógv orka varð nýtt í steypadystunum, og í so máta kunnu vágamenn síggja stórt upp á skjóta farvæl sítt í ársins útgávu av kappingini um Løgmanssteypið.