Fyrstir á Flagspallinum fríggjakvøldið vóru Deja Vu, ið spældu klokkan átta. Sum vanligt er við teimum fyrstu framførslunum á einum festivaldegi, so var eitt sindur tómligt við fólki at byrja við. Hetta gjørdist frægari sum framførslan leið.
Teir fimm í Deja Vu gjørdu nógv um seg fyri eini tíð síðani. Um tað mundið, tá ið fløgan hjá teimum ‘A Place To Stand On’ kom út, spældu teir dúgliga kring Føroyar. Men seinastu mánaðirnar hevur ikki verið nógv at hoyrt til teir, og av somu orsøk var tað við spenningi, at man bíðaði í Flagstjaldinum.
Luftin úr ballónini
Deja Vu løgdu hart út og spældu nøkur av teirra meiri orkufyltu løgum. Við góðum botni frá bassi og trummum kundu hini ljóðførini og røddirnar leggja sítt sveimandi ískoyti omaná. Tað sat og svingaði væl. Sjálvur haldi eg, at hesi meiri peppaðu løgini rigga best.
Eftir tað komu nøkur friðarlig løg, sum tóku luftina úr ballónini. Serliga tað eina instrumentala lagið, ið koyrdi í fimm minuttir og stórt sæð í tveimum akkordum, var tungt at koma ígjøgnum. Møguliga hevði tað riggað í einum meiri inniligum umhvørvi. Inni í einum lítlum, sýrutum konserthøli við stearinljósum og pútum á gólvinum a la Losjan í Gøtu. Men í Flagstjaldinum, á alljósum degi, tók tað ikki við.
Gloymd genta
Við sær á palli høvdu Deja Vu fingið Ásu Wraae Olsen, ið eisini var við á G! Festivalinum. Hon hevur eina Eivör-líknandi rødd, ið riggar væl inn í droymandi tónleikin hjá Deja Vu. Men gjøgnum stóran part av framførsluni hoyrdist hon næstan ikki. Serliga í tí eina lagnum, har hon sang einsamøll, var tað súrt, at hon ikki hoyrdist betri.
Men burtursæð frá hesum, so skulu ljóðmennirnir fáa eitt herðaklapp fyri at fáa so frætt ljóð inni í tjaldinum.
Egið sound
At enda kom frálíka lagið ‘Is There Someone’, og tá ið Deja Vu vórðu klappaðir uppaftur, kom ‘Confused’, ið er eitt av bestu føroysku løgunum nakrantíð eftir mínum tykki.
Deja Vu spæla sín egna tónleik og leggja seg eisini eftir at hava sítt egna sound. Eitt altjóða sound, og tað er altíð gott.
Tað riggar væl, og teir høvdu eina sera góða konsert fríggjakvøldið, hóast tað steðgaði eitt sindur upp í miðjuni. Mín besta tónleikauppliving á vindbarda festivalinum.