Einmansleikurin » Orkanens Øje«

Vigga Bro, sjónleikari, framførir einmansleik, sum er grundaður á søgur eftir Karen Blixen

Einmansleikurin

» Orkanens Øje«

Leikhúsið í Tórsgøtu verður tikið í nýtslu leygaedagin, men tá fáa bert innbodnir gestir innivist.

Sunnudagin kl. 16, framførir Vigga Bro einmansleikin, sum hevur fingið sera góð ummæli í Danmark.

Danski sjónleikurin verður mett at vera ein hin gávuríkasta, tá tað snýr seg um at siga eina søgu á palli.

Tulkingar hennara av søgum Karen Blixens eru framúrskarandi, og Vigga Bro dugir annað enn bert at geva søgunum lív.

?Hon dugir við síni inniligu rødd at geva áskoðararunum kensluna av at kom inn í eitt rúm, og at mynda vakrastu málningarnar á eygnahinnuna«.