Eitt 55 ára minni um NÍÐINGSDAGIN MIKLA 18. september 1945

Virgar Dalsgaard hugleigir um, tá menn 18. september sprongdu eina bumbu í løgtingshúsinum

Nakað eftir midnátt 18. september 1945 vaknaðu havnarfólk upp við kaldan dreym - tað hoyrdist ein hvøllur brestur um allan miðbýin, og nógv hildu, at kríggið var brostið áaftur. Onnur gittu, at tað mátti vera ein mina, sum hevði ligið óbrostin síðani heimsbardagan. Men hvøkkurin gjørdist enn størri, tá ið fólk fingu veruligu orsøkina at vita. Tað vóru nevniliga føroyingar - lokalir bumbumenn, sum høvdu roynt at spreingja Løgtingshúsini - gamla parlament okkara - við eini so sterkari bumbu, at tað var komin stórur materiellur skaði, bæði á sjálvan Løgtingsbygningin og fleiri hús í grannalagnum. Tíbetur var eingin mansskaði.

Tá lá kommunuskúlin har, sum býráðið heldur til í dag. - Vit børn vóru øgiliga forfard, táið vit skuldu í skúla morgunin eftir, tí bæði Løgting og skúli sóu ræðulig út. Løgtingsbygningurin var skeiklaður á og kolsvartur av sóti í tí borðinum, sum vendi móti skúlanum. Næstan allir rútar í báðum bygningum vóru knústir.

Lærararnir vóru álvarsamir og skelkaðir, og børnini vóru sum mýs, meðan skúlastjórin, Zacharias Sørensen, helt eina hvassa røðu um syrgiliga tilburðin við okkara parlamenti.

Stutt eftir fingu vit frí, meðan handverkarar fóru undir at gera skúlan í stand aftur.

Allan mín barndóm varð debatterað um hesa beistagerð, og ikki vóru menn altíð samdir, men tey allarflestu kundu kortini semjast um, at tað vóru týðulig politisk motiv aftan fyri hendingina. Hetta var jú mitt í fullveldistíðini, har fólkaflokkurin og tann rabiati vongurin, sum seinni gjørdist til tjóðveldisflokkin leikaðu púra hysteriskt í móti sjálvsstýris-, javnadar- og sambandsflokki. Fullveldismenninir vóru nakað áðrenn hetta mundið rýmdir av tingi og saboteradu alt lógararbeidið við ikki at møta, heldur ikki til nevndarfundir.

Polariseringin var hervilig, og orðalagið hjá loysingarmonnum var ógvisligt. Teir, sum ýldu harðast høvdu yvirhøvur ikki verið í Føroyum undir krígnum, men vóru vendir heim aftur úr Danmark aftaná kríggið og vildu nú partú trútta niður í øll hini, at teir vistu best um alt. Hetta vóru ikki beskednir menn, og teir illskaðust inn á øll tey, sum vóru skeptisk, flentu ella rystu á høvdinum at teimum.

Ómegdin og illsinnið um, at heimafólkið ikki altíð tók teir so álvarliga, gjørdi teir ræduliga hatskar og desperatar. Manna millum varð tí nógv gitt um, at tað vóru hesir, sum stóðu aftan fyri brotsgerðina, men hóast politiið ásetti ein dusør uppá 5.000 kr. til tann, sum kundi hjálpa við at finna illgerðsmenninar, vórðu teir ongantíð funnir. Men, at tað vóru gløðandi fullveldismenn, sum stóðu aftan fyri bumbutilburdin, var fáur í iva um - leggjast kann afturat, at Petur Mohr Dam, Palli Henriksen og aðrir javnaðarmenn høvdu verið í tinginum til fundar minni enn ein tíma, áðrenn bumban brast.

Tingakrossur, Dimmalætting og Sosialurin vóru øll samd um, at hetta var eitt álvarsamt politiskt álop á Løgtingið og føroyska parlamentarismu.

Tjóðveldismenn hava leingi roynt at gjørt næstan ein heilan kult burtur úr at minnast 14. september árið eftir, har 32% av teimum, sum valrætt høvdu, atkvóðu fyri loysing, meðan umleið 37% ikki vildu á val. Men hevði tað verið nakað mansevni í teimum, høvdu teir heldur minst og harmast skammardagin mikla, táið feikasta, ússaligasta og mest ómansliga álop varð gjørt á okkara Løgting. Men hesin dagur skal helst, sum so nógv annað pínligt hjá loysingarrørsluni dyljast, fortreingjast og helst hvørva úr søguni. Søgumenn tiga tað burtur, journalistar tora ikki í gongd við tað ella vita ov lítið um hesa tíðina. Helst skal alt frá hesi óhugnaligu tíð fara undir heilt, og eingin má fregnast um nakað.

Tað er synd í tí ungdómi, sum verður søguleysur ella fær hana í eini revideraðari, censoreraðari útgávu frá tjóðveldisskribentum.

Onglendingar eru so frægir, at teir hvønn 5. november, lika síðani 1605 hava hildið Guy Fawkes Day til minnis um, táið menn bara royndu at spreingja eingilska parlamentið, men vórðu handtiknir áðrenn. (Teir brenna eina strádukku og minnast The Gunpowder Plot).

Ættarliðið hjá pápa mínum kallaði konsekvent 18/9 fyri Guy Fawkes - dag, táið okkara krútbandi gjørdi seg inn á fólkavalda umboðstingið!


Er nøkur analogi

til í dag?

Ja, tá dansaðu menn heilt hysteriskir um gullkálvin í rituellum pundsdansi og billaðu sær inn, at alt bar til fyri nakrar milliónir pund. Í dag dansa menn um Hoydalsdrongin í vitleysum oljudansi, meðan oljubabba roynir at skipa tað vánaliga stevið. Báðir royna at trútta síðni privatu identitetsproblem úr Danmark niður yvir sakleysar heimaføroyingar. Samstundis hava teir múlabundið føroyska pressu, soleiðis at teir, sum maktina hava ikki møta nøkrum borandi ella kritiskum journalistikki. Tvørturímóti: Bæði bløð, útvarp og sjónvarp lata Landsdrongin fáa meira pláss til at stýra allari skriving og tíðindafluttningi, enn sjálvt Milosevic fær høvi til í Serbiu. Har niðri eru onkrir, sum tora at muta ímóti maktmisbrúkinum. Men hjá okkum er útkalt. Her er einki andaligt frælsi. Hjá okkum eru makthavararnir friðaðir; ? soleiðis er vanliga ikki í nøkrum demokratiskum landi. Aðrastaðni mugu teir, sum hava makt alla tíðina standa fyri skotum og uppskot teirra verða pettaði sundur, um bert nakað er at seta fingurin á. Men hvat gera okkara tíðindamenn ? teir svansa herðaklappandi rundan um varaløgna og gloypa øllum óhyrligheitum, sum dresseraðir lakajar.

Varaløgni og fullveldismenn seta dagsskránna fyri útvarpstíðindi, og hvat skal viðgerast. Okkara sonevndu journalistar hava lítið talent, minni dirvi og ongan vilja til annað enn sum bebbaræddar neytakonur at rópa halleluja, hvørja ferð harra Hoydal sigur nakað, hóast meginparturin, hesin maður sigur, eru banalitetir, ósannindi og møsn. Høvdu vit havt eina frælsa, ella óhefta pressu, hevði charlatanurin í Tinganesi ikki sloppið at manipulerað so grovt við Føroya fólki, tí tá høvdu sjalvt sunnudags-journalistarnir latið hann úr og avdúkað hann. Hetta skuldi verið uppgáva hjá eini fríari pressu, men okkara pressa er jú fjøtrað og tjóðveldisheft, undirbrotlig og Hoydalskúgað og roynir at bróta slód fyri Hoydalsrepublikkini, sum hevdi verid størsta andaliga fongsul, síðani Sovjetblokkurin skramblaði saman.

Men lat okkum onnur minnast 18. September 1945 ? tað var ein av teimum døgum, har tann fúla fullveldismuran lá heilt nakin. Muran er ikki øðrvísi í dag, bara betri krógvað! Í dag situr ein Macchiavelli í Tinganesi. Hvussu leingi ætla føroyingar at finna seg í fariseararunum í fullveldisliðinum?


Virgar T. Dalsgaard