Einskiljingin av Føroya Lívstrygging

Palli Petersen
__________

Føroya Lívstrygging, LÍV varð stovnað í 1967 sum ein sjálvsognarstovnur. Líka til tosið um einskiljing byrjaði var støðan hjá LÍV sum sjálvsognarstovni rættuliga greið, nevniliga at arbeiða fyri at tryggja tryggingartakarunum størst møguligt avkast.
Einskiljingin, sum tað nú hevur verið arbeitt við í longri tíð, reisir nógvar ivaspurningar:
? Hví skal Landskassin, sum ikki hevur goldið eina krónu til LÍV, fáa ágóðan av eini einskiljing. Hevði tað ikki verið rættari, at ein einskiljing kom okkum tryggingartakarum til góðar. Vit hava gjørt avtalu við LÍV í teirri trúgv, at LÍV var ein sjálvsognarstovnur hvørs avkast fall til okkum sum tryggingartakarar, og vit hava staðið fyri øllum inngjøldunum.
? Ein møguligur komandi eigari av LÍV vil hava fyri eyga at fáa sum mest avkast av síni íløgu - hetta kann einans koma frá virkseminum hjá LÍV - tað merkir minni bonus til tryggingartakarnar.
? Ein stovnur sum LÍV eigur at hava stóran týdning fyri føroyska samfelagið sum ein strategiskur íleggjari, serliga aktuelt nú ein partabrævamarknaður er við at taka seg upp. Hetta er deils týdningarmikið fyri okkara samfelag, og royndir vísa eisini, at íløgur í partabrøv gjørdar við passandi spjaðing við tíðini geva størri vinning enn tær tryggu íløgurnar í lánsbrøv - Men partabrøv innihalda eisini vága, og tá LÍV skal kunna garantera tryggingartakarunum tað, sum teir hava krav uppá, so er neyðugt við tøkum peningi í tiltaksgrunnum, hesin kemur frá vinninginum, sum LÍV hevur. Men hvat um vinningsbýti fer við bróðurpartinum av tí, sum kundi farið í tiltaksgrunn - so verða møguleikarnir hjá LÍV til íløgur í partabrøv rættuliga avmarkaðir.
Uppsparing til eftirløn er ein langtíðarætlan, har tað er ómetaliga umráðandi at rentan er so høg sum gjørligt. Um vit td. ímynda okkum eina 40 ára uppsparing við føstum árligum inngjaldi og samanbera úrslitið við eina rentu, ið er 5,5 % í mun til 4,5 %, so vil hetta eina prosentið í rentu geva heili 28 % hægri uppsparing í tíðarskeiðinum.
Eftir einskiljingina verður aðalendamálið hjá LÍV, sum eyðvitað er, at geva partaeigarunum mest møguligan vinning, og stríðir hetta móti áhugamálunum hjá tryggingartakarunum.
Ein máti at loyst hetta áhugamálsstríðið var at einskilt Føroya Lívstrygging 100 % til tryggingartakarnar, sum hava áhuga í, at vinningurin hjá LÍV verður brúktur til at styrkja um felagið. Hetta kundi verið gjørt við at skipa LÍV sum eitt sínámillum felag við umboðsráði og nevnd, valda av tryggingartakarunum. Hetta vildi eisini tryggjað tryggingartakaran innlit og ávirkan.