sín í tinginum, hóast hann er dømdur sekur í neyðtøku. Ársfundurin heitir á avvarðandi myndugleikar um at gera strangar og greiðar reglur á hesum øki, so slíkt ikki endurtekur seg. Eftir ársfundin í Vági [...] upp á ávísum stað í landinum. Ársfundurin Dýra biðidag 1999 í gamla próstagarðinum á Nesi átalar, at sama diskriminatión stendur við og versnar. Tí Fólkakirkjan er fólksins kirkja. Kvinnufelagasamskipan Føroya
At vera 40 ár á einum og sama arbeiðsplássi er tekin um, at har er gott at vera, heldur Anna Mohr, ið er saksviðgeri á Brunatryggingini. Í gjár varð skipað fyri móttøku á arbeiðsplássinum í sambandi við
koordinatiónstrupulleikum (?). Og hetta mælir nevndin til at bøta um við skipanarligum reformum, tvs. innlendskum reformum. Onki verður sagt um, hvat hetta skal verða. Men tað er í hvussu er nakað heilt annað [...] formaðurin í búskaparnevndini í sama skjali við einari víðgangandi politiskari niðurstøðu, sum eg ikki kann annað enn undrast á. Hann sigur, at av tí at tað er ein øgilig óvissa um ríkisveitingarnar (?), so [...] unum, sum sita í hesi góðu búskaparnevnd, siga seg onki kenna til slíka niðurstøðu. Teir vita onki um at nakar fundur hevur verið, har slík niðurstøða er viðgjørd. Tað verður eisini sagt, at frágreiðingin
higartil. Tað vóru fjølmiðlarnir samdir um, eftir at AaB á heimavøllinum í Aalborg fríggjakvøldið hevði vunnið 4-3 móti FCK. Fyri Toda og makkararnar hjá honum mundi tað ikki kennast serliga upplyftandi, [...] Herfølge fyri at skora sigursmálið, og danskir fjølmiðlar halda, at tað hevði einki verið at sagt til tað, um tað hevði eydnast, men tað gjørdi tað ikki. Jákup Mikkelsen var aftur hesa ferð síðsti skansin hjá [...] dystin staðfesti Sepp Piontek, sum ætlar sær at gevast at vera venjari, tá kappingarárið verður liðugt um miðjan juni, at hansara lið fer neyvan at røkka fjórða plássinum, sum gevur rætt til luttøku í UEFA
tað kann gerast eitt sindur spennandi, var tað onkur, sum helt fyri, tá mett varð um fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið. Men tað gjørdist ongantíð spennandi í Klaksvík. Heimaliðið var ágangandi [...] dýpd í, og Leivur Hansen kom inn á vongverjan í vinstru, meðan Svenn Olsen fór í miðverjuna. Um hetta var tekin um, at Johan Nielsen ætlar sær burtur frá fløtu verjuni, fáa vit at síggja komandi sunnudag. [...] Sunvard Joensen rópti at hann hevði, men rakti ikki bóltin, Alvi Justinussen og Olgar Danielsen kappaðust um bóltin, klaksvíkingurin vann tvídystin, og so kundi hann trilla bóltin í eitt tómt mál. Hesa ferð var
hugsa um at gera tað sama. Kanska er tað bæði alternativt og nýhugsandi. At víðka um dagrøktina var eitt tað fyrsta vit fóru undir, tá bíðilistin aftur fór at vaksa. Skjótasta loysnin var at víðka um plássini [...] Fólk eru fegin um nýggja dagstovnin Inni á Gøtu. Hann er millum annað av tveimum útlendskum pedagogum skírdur at hava fyrimyndarligar karmar. Talan er um fyrsta nýbygning innan dagrøktina, ið Tórshavnar [...] tvær barnagarðsstovur, og eita tær Rókin og Túgvan. Talan er eisini um spælistovu til dagrøktina og felagshøli hjá ungdóminum at nýta um kvøldarnar. So ikki kann sigast annað, enn at væl er fingið burturúr
landinum. Um 1000 til 1500 fólk skulu búgva í bygdini. Í Føroyum eru Vágur og Klaksvík vald út. Tó mest Vágur í hesum samanhanginum, tí Klaksvíkin er við í øðrum høpi. Talan er nevniliga ikki bert um eina verkætlan [...] fólkini á staðnum hava megnað at komið sær uppundan aftur við. Granskararnir tosa her um sosialan kapital. Hetta snýr seg um, hvørji halda saman. Familjubond. Bond í bygdini og út úr bygdini. Eisini er annað [...] Millum annað hava skúlaungdómar í Klaksvík fingið til uppgávu at skriva um, hvat teimum dámar við heimstaðnum og hvat tey halda um at búgva í Klaksvík. Orsøkin til, at ungfólk eru biðin at skriva og siga
í Klaksvík til viðgerðar á býráðsfundi í Klaksvík. Matstovan søkti um í fyrra lagi dansiloyvi við útskeinking og í hesum sambandi um at hava opið til kl. 04.00 í vikuskiftinum, og í seinna lagi til at [...] heldur ikki, at sjálvt um høvuðsstaðarkommunan viðmælir dansi við útskeinking eftir midnátt fyri halgidag, er tað eingin grundgeving fyri, at klaksvíkingar skulu gera tað sama. Klaksvíkar býráð hevur [...] við útskeinking út um ásetingarnar í halgidagslógini. Men fútin hevur kortini givið loyvi. Tískil kann tað kortini enda við, at matstovan Shanghai fær dansiloyvi við útskeinking, um fútin metir tað.
sjey og átta um morgunin og ímillum kl. fimm og seks um kvøldið. ? Tað hevur leingi verið ósemja um, hvussu hendan greinin skal tulkast, og fyribils er eitt mál á veg í gerðarrætt um hetta sama. ? Tí er tað [...] at tað vóru serliga tvey mál, sum gjørdu at samráðingarnar slitnaðu. ? Tað var spurningurin um lønina og um grein 7 í sáttmálanum. Føroya Arbeiðarafelag hevur kravt 15 krónur afturat lønini í einum tvey [...] skuldu slitna. Men har var onki at gera. Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag harmast um gongdina í sáttmálasamráðingunum við arbeiðsgevarafelagið. Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðs
tey til próvtøku dag um dag. Er próvtøkan rættvís Sum áðurnevnt, so er tað ógvuliga ymiskt, hvussu fólk hava tað við at ganga til próvtøku. Hetta sama kann sigast um, hvat fólk halda um skipanina við próvtøkum [...] einki, tí tað er jú bara nøkur tøl, men so er ikki. Hesi tøl kunnu hava sera stóran týdning, um tú hevur ætlanir um at fara undir víðari lestur á hægri lærustovni. Til summar útbúgvingar krevst, at tú hevur [...] ið man kann gera við henda trupulleika. At ein lærustovnur skal hava samrøður við øll tey, sum søkja um lærupláss, er óhugsandi, tí hetta er alt ov orku- og peningakrevjandi. Kanska hevði tað borið til,