Heldur ikki í hesum vikuskiftinum gekk tað nakað serligt hjá okkara umboðum í fremstu røð í Danmark og Noregi. Frægast gekk hjá Jákupi Mikkelsen og teimum í Herfølge, men tað var heldur einki at reypa av. Herfølge hevur framvegis ikki vunnið í hesum árinum, og hesa ferð megnaðu teir 1-1 á heimavølli móti Sepp Piontek og hansara monnum í Silkeborg. Gestirnir komu á odda, tá 20 minuttir vóru farnir. Peter Lassen, sum Silkeborg hevur keypt heim úr útlandinum, stútaði eitt innlegg í kassan.
Stutt eftir steðgin javnaði Herfølge. Jimmy Kastrup stútaði eitt innlegg í málið aftanfyri Peter Kjær.
Síðsta korterið pressaði Herfølge fyri at skora sigursmálið, og danskir fjølmiðlar halda, at tað hevði einki verið at sagt til tað, um tað hevði eydnast, men tað gjørdi tað ikki. Jákup Mikkelsen var aftur hesa ferð síðsti skansin hjá Herfølge.
Eftir dystin staðfesti Sepp Piontek, sum ætlar sær at gevast at vera venjari, tá kappingarárið verður liðugt um miðjan juni, at hansara lið fer neyvan at røkka fjórða plássinum, sum gevur rætt til luttøku í UEFA Cup. FCK er á fjórða plássinum, og teir eru fimm stig frammanfyri Silkeborg.
Todi skoraði
Mest undirhaldandi dysturin í kappingini higartil. Tað vóru fjølmiðlarnir samdir um, eftir at AaB á heimavøllinum í Aalborg fríggjakvøldið hevði vunnið 4-3 móti FCK. Fyri Toda og makkararnar hjá honum mundi tað ikki kennast serliga upplyftandi, at teir høvdu verið partur av stórum undirhaldi, tí teir fingu einki burturúr.
At siga soleiðis er kortini ikki heilt rætt. Tí endiliga eydnaðist tað hjá Toda Jónsson at skora mál. Kim Brink vísti honum tað álit, at hann hevði føroyska landsliðsspælaran í álopinum allar 90 minuttirnar, og í 2. hálvleiki megnaði lønti Todi venjaranum, tá hann legði FCK á odda 3-2. Upplegginum stóð Brian Laudrup fyri. Hetta var fyrsta málið hjá Toda síðani tað mitt í mars varð farið undir aftur landskappingina, so tað var einki at siga til, at hann var ógvuliga fegin.
Men frøin var stokkut, tí AaB hevur ein norskan landsliðsspælara, sum eitur Staale Solbakken, og hann verður mettur at vera ein tann besti spælarin í Danmark. Hesa ferð skoraði hann bæði til 3-3 og 4-3.
Brøndby snávaði
Bólturin er framvegis rundur, og tað kemur framvegis fyri, at tey smáu vinna móti teimum stóru. Síðsta dømið um hetta í donskum fótbólti var sunnudagin, tá Viborg, sum hevur ligið lítið omanfyri niðurflytingarstrikuna, á heimavølii vann ein sannførandi 2-0 sigur móti trífalda meistaraliðnum úr Brøndby. At Viborg hevur undanvind var eisini staðfest, tá teir fyri stuttum á heimavølli vunnu 1-0 móti FCK.
AB er framvegis á odda í donsku kappingini. Dýra biðidag vunnu teir 3-1 móti Aarhus Fremad, sum so at siga er flutt niður í 1. deild. AaB er framvegis stórur kappingarneyti hjá AB um fyrsta plássið, men sum umfar dettur av umfarið, og AB heldur tørn niður til kappingarneytarnar, gerst tað alt meiri sannlíkt, at akademikararnir fara at vinna fyrsta meistaraskapin síðani 1967. Ikki so mong ár eftir, at teir høvdu vunnið tann meistaraskapin, flutti AB frá vallunum við Nørre Allé og út í Bagsværd, har teir hava hildið til síðani. Heimadystirnir verða spældir á Gladsaxe stadion.
B93, sum í mong ár var næsti grannin hjá AB, tapti á heimavølli 2-0 móti Vejle, og liðið á Eysturbrúgv skal í komandi kappingarári spæla í 1. deild. AGF og Lyngby spældu 1-1 á heilt út av lagi vánaliga vøllinum í Aarhus.
Julian og teir blankir
Norska kappingin er fýra umfør gomul, og tað er synd at siga, at tað hevur gingið eftir vild hjá Kongsvinger og Juliani Johnsson. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Rosenborg, sum verður mett at vera eitt tað besta og helst tað besta fótbóltsliðið í Norðurlondum. Kongsvinger, sum frá byrjan hevði Julian Johnsson á væl mannaða miðvøllinum (teir vóru fimm á miðvøllinum), beit frá sær, og teir høvdu fleiri vandamiklar atsóknir, men teir fingu einki mál. Tað næsta, sum teir komu, var tá teir tíðliga í 1. hálvleiki úr ellivu metrum sendu í tvørtræið.
Tað gekk sera striltið hjá Rosenborg, men sum so ofta áður, so eydnaðist tað alíkavæl hjá tí stóra móti tí minna. Rosenborg fekk alt meiri at siga, sum seinna umfarið leið, og teir skoraðu, tá tað restaðu átta minuttir, og tað var nóg mikið til at fáa øll stigini. Sjálvandi var venjarin hjá Kongsvinger vónsvikin, men hann royndi kortini at gleðast um, at avrikið hesa ferð var betri, enn tað hevur verið frammanundan.
Kongsvinger er einasta liðið, sum einki stig hevur fingið í fýra teimum fyrstu umførunum. Trý lið eru næstniðast við trimum stigum. Komandi sunnudag skal Kongsvinger spæla á útivølli móti Brann úr Bergen. Teir eru í løtuni á sjeynda plássinum.