Próvtøkutíðin er byrjað

Nú er tíðin komin, tá ið skúlanæmingar kring alt landið sita við sveittabrot og stríðast fyri einum líkinda próvtøkuúrsliti, sum kann hava stóran týdning fyri lagnuna hjá teimum víðari í lívinum

Kring alt landið sita skúlanæmingar í hesum døgum og stríðast við próvtøkur. Næmingar á teimum ymisku HF-skeiðunum eru longu farnir undir tær fyrstu av sínum mongu próvtøkum, meðan studentaskúlanæmingarnir og næmingarnir á handilsskúlunum og í fólkaskúlunum í næstum fara undir sínar.


Stórt trýst og krevjandi tíðarætlan

Ymiskt er, hvussu ymsu næmingarnir hava tað við at ganga til próvtøku. Summi eru, sum als ikki taka sær tyknir av hesum, og tískil taka próvtøkudagarnar sum allar aðrar dagar í skúlaárinum. Hesi eru helst í minniluta, ella kann tað bara tykjast so, tí at hini, sum ikki hava tað so gott við próvtøkum, eru nógv meiri sjónligari.

Einki er yvir at dylja, at tað eru sera nógvir skúlanæmingar, sum hava tað serstakliga trupult við at ganga til próvtøku. Løturnar upp undir sjálva próvtøkuna fara til at vitja nátthús, ganga og mala aftur og fram og til annað, sum kann fáa tankarnar á onnur ting enn júst próvtøkuna. Hesir næmingar kenna próvtøkuna sum eina øgiliga byrðu á sínar herðar, og tað er ikki sørt, at man hevur samkenslu við hesum næmingum.

Hjá nógvum næmingum er tað eisini so, at próvtøkurnar eru so nógvar í tali, at tey ikki síggja seg hava nakran møguleika fyri at koma ígjøgnum alt próvtøkutilfarið, áðrenn tey fara til próvtøkuna. Serliga nógvar í tali eru próvtøkurnar hjá HF-næmingunum. Hesir næmingarnir skulu til einar tólv próvtøkur, og í fleiri førum eru tey til próvtøku dag um dag.


Er próvtøkan rættvís

Sum áðurnevnt, so er tað ógvuliga ymiskt, hvussu fólk hava tað við at ganga til próvtøku. Hetta sama kann sigast um, hvat fólk halda um skipanina við próvtøkum.

Tað er greitt, at øll tey, sum ikki eru so glað fyri at ganga til próvtøku, í nógvum førum fáa eitt úrslit, sum, orsaka av nervum, ikki samsvarar við veruliga førleikan hjá teimum.

Tey, sum ikki eru ávirkaði av at ganga til próvtøku, hava tað munandi lættari, og hesi vilja í fleiri førum fáa eitt betur úrslit enn hini, hóast veruligi førleikin er eins hjá báðum pørtum.

Onkur vil so kanska siga, at hetta ger einki, tí tað er jú bara nøkur tøl, men so er ikki. Hesi tøl kunnu hava sera stóran týdning, um tú hevur ætlanir um at fara undir víðari lestur á hægri lærustovni. Til summar útbúgvingar krevst, at tú hevur ein so og so høgan miðalkarakter, og tá koma próvtøkuúrslitini á miðnámsskúlanum, ella hvar tað nú er, at hava stóran týdning.

Hetta er heilt greitt ikki rættvíst, men spurningurin er, hvat ið man kann gera við henda trupulleika. At ein lærustovnur skal hava samrøður við øll tey, sum søkja um lærupláss, er óhugsandi, tí hetta er alt ov orku- og peningakrevjandi. Kanska hevði tað borið til, at man í staðin fyri eitt provtøkuskjal, ið er fult av karakterum, gav næminginum eitt skriv, har lærarar og leiðsla á skúlanum gera eina heildarmeting av næminginum, bæði hvat viðvíkur fakligum og øðrum førleikum.


Grátur og gleðisróp

Hendan tíðin, sum vit júst eru farin undir, og sum heldur fram heilt til juni mánaði fer at halla, er ein ógvuliga kensluborin tíð. Í summum førum fara næmingar at ganga og gráta, meðan tað í øðrum førum verður talan um sonn gleðisróp, tá ið tað gongur einum betur enn væntað.

Hjá teimum, sum vara av øllum næmingum, er tað av stórum týdningi, at tey geva næmingunum stundi r og umstøður til sjálvi at stýra gongdini, meðan tey ganga til próvtøku. Hetta ger, at næmingurin ikki í eins stóran mun kennir trýst frá umhvørvinum, sum hann annars kundi gjørt. Hetta kann hava stóran týdning á endaliga próvtøkuúrslitið hjá næminginum.

Yngd ynskir øllum skúlanæmingum kring landið góða eydnu við próvtøkunum.