Harðskapsmaðurin er helst uttanlands

Løgreglan leitar framvegis eftir einum manni, sum framdi harðskap í havn sunnukvøldið 12. oktober

– Vit vita, hvør maðurin er, men vit vita ikki reiðiliga, hvar viðkomandi er. Allarhelst er hann ikki í Føroyum, sigur vakleiðarin á politistøðini í morgun. 

Vit enn hvør tað er, men vita ikki heilt hvar viðkomandi er. allarhelst ikki i føroyum. 

Harðskapsmál eitt sunnukvøld, sverisgøtu. tvey forhold. – Vit bíða, ella vti fáa fatur á honum upp á onkran annan máta. 

Talan er um harðskapsmál, sum vórðu framd í Havn sunnukvøldið 12. oktober.

Tað var klokkan 23:38 hetta kvølið, at løgreglan fekk boð um, at ein maður varð funnin í miðbýnum í Havn uttan vit og eftir øllum at døma niðursligin.

– Vit halda, at hann hevur verið fyri harðskapi av onkrum slag, men vit vita ikki, tí hann var ikki førur fyri at siga nakað sum helst, segði vaktleiðarin á politistøðini dagin eftir, tá hann hitti fjølmiðlarnar.

Niðursligni maðurin varð funnin í Sverrisgøtu nærindis skeinkistaðnum Tórshøll.

– Um fólk hava verið har á leiðini og hava sæð eitthvørt, so vilja vit fegin frætta, segði vaktleiðarin tá.

Maðurin varð innlagdur á Landssjúkrahúsið, og løgreglan fer at tosa við hann í dag fyri at greiða málið.

Seinni kundi løgreglan greiða frá, at tey vita, hvør maðurin er, sum hevur framt harðskapin, men at hann ikki var funnin. Og hann er framvegis ikki funnin, váttar vaktleiðarin í morgun, nú 10 dagar er farnir, síðani harðskapurin varð framdur. 

Men nú hevur løgreglan ein varhuga av, at maðurin er uttanlands. 

– So nú bíða vit, til hann kemur, ella mugu vit fáa fatur á honum á onkran annann hátt, sigur vaktleiðarin.