Ingeborg lovar ein harðan dyst frá fyrsta bríksli

? Hetta sær ikki gott út, sigur Ingeborg Vinther, eftir at samráðingarnar um nýggjan sáttmála slitnaðu mánakvøldið. Hon sigur, at eitt møguligt verkfall verður "hart og kontant"

? Tað var harmiligt,at samráðingarnar skuldu slitna. Men har var onki at gera.

Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag harmast um gongdina í sáttmálasamráðingunum við arbeiðsgevarafelagið.

Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag samráðast við arbeiðsgevarafelagið í felag.

Men eftir at hava samráðst allan mánadagin var onki at gera uttan at ásanna, at tað var onki at gera.

?Sostatt slitnaðu samráðingarnar klokkan gott 10 mánakvøldið og semingsmenninir vórðu boðsendir.


Harmiligt

Semingsmenninir, Niels Sørensen og John Rajani. høvdu ein stuttan fund við partarnar, áðrenn teir útsettu eitt møguligt verkfall í eina viku til á midnátt mánakvøldið 10. mai.

Teir fara so at hava kunnandi fund við partarnar í dag fyr at fáa greiði á støðuni.

Men nær næsti samráðingarfundur verður, er ikki greitt enn.

Ingeborg Vinther harmast um, at samráðingarnar skuldu slitna, tí hon sigur, at samráðingarnar annars gingu væl.

? Andin í samráðingunum hevur verið so góður sum hann ikki hevur verið í nógv ár, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.

? Men tíverri var onki at gera nú, uttan at boðsenda semingsmonnunum, tí nú var knútur komin á ið var so fastur, at hann var ikki til at loysa.


Bjóða 3,10 kr. afturat

Hon sigur, at tað vóru serliga tvey mál, sum gjørdu at samráðingarnar slitnaðu.

? Tað var spurningurin um lønina og um grein 7 í sáttmálanum.

Føroya Arbeiðarafelag hevur kravt 15 krónur afturat lønini í einum tvey ára sáttmála.

Somuleiðis krevur FA, at tann illa gitna grein 7 í sáttmálanum verður broytt.

Hetta er greinin sum m.a. ásetur lønarviðurskiftini ímillum klokkan sjey og átta um morgunin og ímillum kl. fimm og seks um kvøldið.

? Tað hevur leingi verið ósemja um, hvussu hendan greinin skal tulkast, og fyribils er eitt mál á veg í gerðarrætt um hetta sama.

? Tí er tað heilt avgerandi fyri okkum, at greinin verður broytt, so at hon verður greiðari, sigur Ingeborg Vinther.

? Hinvegin vilja arbeiðsgevararnir ikki hoyra talan um at broyta hana.

? Og afturímóti lønarkravinum uppá 15 krónur í tvey ár, hava arbeiðsgevararnir bjóða 2% í lønarhækking í ár og aftur 2% komandi ár.

? Tað gevur ikki meiri enn 3,10 kr. tilsamans afturat í løn í tvey ár, og tað kann ikki takast sum annað enn skemt, sigur Ingeborg Vinther.

Hon ásannar, at støðan sær ikki gott út, tí tað er so langt ímillum partarnar og hon stúrir álvarsliga fyri verkfalli.

? Knúturin er so fastur, at eftir mínum tykki skulu tað óvanliga dugnaligir semingsmenn til at loysa hann, sigur hon.

Annars var semja gjørd um ymisk onnur mál, men hon vil ikki upplýsa, hvørji.


?Hart og kontant?

Men samstundis lovar hon, endar tað við verkfalli, verður tað ?hart og kontant? frá fyrsta tíma, sum hon málber seg.

?Tað vil siga, at tað kemur yvirhøvur ikki uppá tal at geva undantaksloyvi til nakað sum helst, uttan at lív og heilsa er í vanda.

Hon sigur, at hvørja ferð verkfall er, fara telefonirnar at ringja við umbøn um at geva undantaksloyvi til bæði eitt og annað.

?Men tey kunnu gott spara sær at ringja hesuferð, tí Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðarafelag hava gjørt av, at enda tað við verkfalli, verða øll segl sett beinanvegin og tað verðua ongi undantaksloyvi givin fyri at verkfallið skal merkjast so væl hjá vinnulívi sum gjørligt.

Hon sigur, at hetta hava feløgini gjørt arbeiðsgevarunum púra greitt.

Tað vil siga, at feløgini eru til reiðar at leggja alt landið lamið.

? Sostatt verða øll vinnuvirki løgd lamin, har arbeiðsfólk eru, umframt stovnar og aðrar fyritøkur .

M.a. verða vaskaríini á sjúkrahúsunum aftur rakt, umframt vaskingin inni á sjúkrahúsunum, á skúlum og stovnum o.s.fr. Samferðslan verður helst eisini rakt í ein ávísan mun, tí tað eru limir í arbeiðarafeløgunum, sum binda og loysa skipini summastaðni og ganga vakt umborð.

? Vilja arbeiðsgevararnir ikki betala eina fittliga lønarhækking og vilja teir ikki broyta grein sjey, skulu teir fáa eitt verkfall, sum teir fara merkja ta fullu styrkina av frá fyrsta tíma, sigur IngeborgVinther