- Halgidagslógin skal eins og aðrar lógir haldast. Grein 5 í halgidagslógini sigur, at tað er ikki loyvt at skeinkja eftir midnátt áðrenn sunnu- og halgidagar. Skal býráðið viðmæla, at matstovan Shanghai fær dansiloyvi við útskeinking til kl. 04.00 sunnumorgun, bróta vit halgidagslógina. Mær dámar illa, at vit flyta okkum skeiva vegin. Vit eiga at virða sunnudagin sum halgidag, hóast vit síggja rundan um okkum, at tað gongur tann øvuta vegin. Vit hava í Føroyum enn ein stóran meirluta, sum virðir halgidagar. Í grannalondunum síggja vit ikki somu virðingina, sigur Jógvan við Keldu, býráðsformaður í Klaksvík.
Í síðstu viku var umsókn frá matstovuni Shanghai í Klaksvík til viðgerðar á býráðsfundi í Klaksvík. Matstovan søkti um í fyrra lagi dansiloyvi við útskeinking og í hesum sambandi um at hava opið til kl. 04.00 í vikuskiftinum, og í seinna lagi til at skeinkja fyri afturlatnum samkomum.
Mentunarnevndin í Klaksvíkar býráð mælti til, at matstovan fær hesi loyvini, og ein minniluti, Hergerð Joensen og Torleif Sigurðsson, tóku undir við mentunarnevndini. Ein annar minniluti, Steinbjørn O. Jacobsen og Hilmar K. Danielsen, mæltu frá at viðmæla dansiloyvi við útskeinking og at hava opið til kl. 04.00 í vikuskiftinum, men tóku undir við at viðmæla loyvi til afturlatnar samkomur við útskeinking. Hesin seinni minnilutin vísti til halgidagslógina.
Øll uppskotini fullu
Og tað er halgidagslógin, ið vinnur, tí endin av orðaskiftinum á býráðsfundinum í Klaksvík síðsta týskvøld var, at øll uppskotini fullu, og tískil fær matstovuna Shanghai einki viðmæli.
- Sum býráðslimir eru vit settir at arbeiða eftir teimum reglugerðum og lógum, ið eru galdandi. Vit kunnu tí ikki seta halgidagslógina til viks. Og tað er kjarnin í málinum. Hevði umsøkjarin biðið um dansiloyvi við útskeinking til á midnátt til halgidag, hevði støðan verið ein heilt onnur, sigur Jógvan við Keldu.
Sjálvur legði býráðsformaðurin eitt broytingaruppskot fyri býráðsfundin sum segði, at umsøkjarin fekk loyvi til at skeinkja fyri afturlatnum samkomum. Umframt tað varð mælt til sambært politiviðtøku at geva umsøkjaranum dansiloyvi við útskeinking og í hesum sambandi at hava opið til kl. 04.00 í vikuskiftinum. Men upplatingartíðirnar verða tó at halda innan fyri ásetingarnar í halgidagslógini. Tað vil siga náttina til leygardag til kl. 04.00, men leygarkvøld einans til á midnátt. Eisini hetta uppskotið fall.
Býráðsformaðurin heldur ikki, at sjálvt um høvuðsstaðarkommunan viðmælir dansi við útskeinking eftir midnátt fyri halgidag, er tað eingin grundgeving fyri, at klaksvíkingar skulu gera tað sama.
Klaksvíkar býráð hevur áður mælt frá at geva dansiloyvi við útskeinking út um ásetingarnar í halgidagslógini. Men fútin hevur kortini givið loyvi. Tískil kann tað kortini enda við, at matstovan Shanghai fær dansiloyvi við útskeinking, um fútin metir tað.









