Fólk eru fegin um nýggja dagstovnin Inni á Gøtu. Hann er millum annað av tveimum útlendskum pedagogum skírdur at hava fyrimyndarligar karmar.
Talan er um fyrsta nýbygning innan dagrøktina, ið Tórshavnar býráð hevur staðið fyri í tíggju ár. Men arbeiðið er eydnast væl, og nú kunnu 42 børn byrja í barnagarði Inni á Gøtu.
Stovnurin hevur tvær barnagarðsstovur, og eita tær Rókin og Túgvan. Talan er eisini um spælistovu til dagrøktina og felagshøli hjá ungdóminum at nýta um kvøldarnar. So ikki kann sigast annað, enn at væl er fingið burturúr nýggja bygninginum.
Føroyskt innbúgv
Innbúgvið í nýggja býlingshúsinum er ógvuliga áhugavert. Meginparturin av øllum innbúgvinum er nevniliga gjørt í Føroyum. Tað er Hans Dávid Dam, ið hevur teknað, og P/F Bygningssnikkaravirkið hevur framleitt snotiliga innbúgvið.
6,5 milliónir
Kostnaðurin av nýggja býlingshúsinum er umleið 6,5 milliónir krónur. Byggikostnaðurin er 5,5 milliónir og kostnaðurin fyri innbúgv og leikur liggur um slaka millión. P/F Guttesen og Staksberg hevur staðið fyri jø rð og betongarbeiðinum og P/F Byggitek hevur staðið fyri sjálvum høvuðsbyggiarbeiðinum.
Jóhanna Hansen er sett sum leiðari fyri nýggja stovnin, og afturat sær hevur hon seks fólk í starvi.
Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, handaði mándagin Johannu Hansen ein A lykil til býlingshúsið. Harumframt fekk Nancy Hansen, leiðari fyri dagrøktina eisini ein A lykil, og Niels Jákup Thomsen, formaður fyri eigarafelagnum Inni á Gøtu, fekk ein E lykil handaðan.
____________________________________________________________________
Trivnaður er eitt krav
Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd í Tórshavnar Býráð, heldur, at ein ikki bert kann hugsa um at byggja út, fyri at útvega fleiri pláss í dagrøktini. Hon heldur, at hugsast má samstundis um trivnaðin og menningina hjá einstaka barninum
Tá býráðsformaðurin, Leivur Hansen, hevði handað lyklarnar til brúkararnar av nýggja býlingshúsinum, hevði Elin Lindenskov eina heilsu til gestirnar. Hon ynksti fyrst tillukku við nýggja barnagarðinum, spælistovuni og felagshúsinum, og vísti á, at húsið hevur verið nógv umtala seinastu árini, og helt hon, at óiva var onkur, ið ikki trúði, at tað nakrantíð fór at gerast veruleiki.
Tillukku við nýggja barnagarðinum, spælistovuni og felagshúsinum!
Býlingshúsið hevur verið nógv umtalað tey seinastu árini - óviva eru tað tey, sum ikki trúðu, at hetta fór at gerast veruleiki.
Tað er liðið hálvtannað ár síðani býráðið, á fundi 6. noveber, samtykti at fara undir at byggja býlingahúsið Inni á Gøtu. At tað bleiv eitt býlingahús her uppi, er eitt úrslit av einum miðvísum barnagarðspolitikki - men ikki minst eigur eigarafelagið Inni á Gøtu sín stóra part av æruni. Uttan tykkara luttøku og áhaldandi stríð fyri at fáa bygt húsið, høvdu vit neyvan verið her nú.
Hetta er fyrsti nýbygningur, sum býráðið hevur staðið fyri seinastu nógvu árini. Eg kann nevna, at øll hini býlingahúsini hava hildið 10 ára føðingardag. Tvey av teimum eru tó útbygd, og harvið víðkaði við 20 barnagarðsplássum.
Tá sosiala nevnd setti bygginevndina til býlingahúsið , valdu vit, at hesuferð skuldu fakfólk og brúkarin vera umboðaði í nevndini. Fakfólkini eru Ása Egholm, leiðari á Norðasta Horni, Maibritt Jacobsen, leiðari Undir Fjalli. Fyri brúkararnar var Niels Jákup Thomsen, formaður fyri eigarafelagið Inni á Gøtu umboðaður í nevndini. Umframt hesi, vóru fyrst Marius Müller og síðani Unni Justinusen, frá byggideildini í nevndini, og sjálv havi eg verið formaður.
Eg kann ikki siga annað enn, at arbeiðið í hesari nevndini hevur verið spennandi og áhugavert. Her hava nógvir spurningar verið viðgjørdir. Hetta er eitt býlingahús, ið skal brúkast av fleiri pørtum. Fyrst og fremst skal barnagarðurin nýta tað, men eisini er spælistova til dagrøktan, rúm til eigarafelagið, og í løtuni arbeiðir sosiala nevnd við takanum at knýta ein útbarnagarð afturat spælistovuni hjá dagrøktini.
At fáa hesar eindir at virka undir einum og sama taki er ein stór avbjóðing. Ein avbjóðing til tín, Johanna. Tú kemur saman við starvsfólkunum og børnunum at virka her hvønn dag. Tað verða tit, sum skulu mynda stovnin, og harvið koma at seta tykkara merki á samstarvið. Vit onnur kunnu bara ynskja tykkum alt tað besta,
Umframt bygginevnd, hava nógv onnur sett sín dám á hetta býlingahús, og eg fari eisini at takka arkitektum, handverkarum og øðrum fyri tykkara leiklut.
Barnagarðsøkið í býnum hevur seinastu trý árini verið raðfest sera ovalaga hjá Tórshavnar Býráð. Tí er tað at taka ein nýggjan stovn í nýtslu ein stórur dagur. Og um vit hugsa hálvttriðja ár aftur í tíðina og brúka tølini, sum vit tá brúktu at arbeiða eftir, ja, so hevði tørvurin á barnaansing nærum verið nøktaður nú. Í november 1996 vóru 289 børn á bíðilistanum, og síðani tá hava vit útvegað útvið 200 nýggja pláss, hóast málsetningurin var 30 nýggj pláss um árið í tíggju ár.
Tað er ikki bara sum at siga tað at útvega so nógv nýggj pláss, og tað gerst ikki frá degi til dags. Tað er hesin nýggi stovnur eisini eitt gott dømi um. Í hesum føri tók tað hálvtannað ár, frá býráðið samtykti at fara undir at byggja og til í dag, nú fyrstu børnini byrja á stovninum.
Alternativir møguleikar og nýhugsan eru tvey orð, sum oftani verða brúkt millum politikkarar, serliga tá tað ræður um barnagarðspolitikkin. Hetta hevur eisini merkt arbeiðið her í býnum.
Nú skal eg ikki gera meg til talsmann fyri alternativum møguleikum, tí hvar eru alternativir møguleikar? Honvegin hava vit gingið nýggjar leiðir. Vit hava nú skjótt tvey ára royndir við útibarnagarðinum Spíranum. Higartil hava vit bert góðar royndir, og geva hesar royndir okkum íblástur til eisini at royna ein útibarnagarð her uppi. Og so kann eg nevna, at ein útibarnagarður er settur á stovn í Klaksvík, og at aðrar kommunur eisini hugsa um at gera tað sama. Kanska er tað bæði alternativt og nýhugsandi.
At víðka um dagrøktina var eitt tað fyrsta vit fóru undir, tá bíðilistin aftur fór at vaksa. Skjótasta loysnin var at víðka um plássini, tí tá skal ikki hugsast um stórar íløgur. Men hinvegin, mátti dagrøktarskipanin hava betri umstøður at virka undir, um hon áhaldandi skal útbyggjast og mennast. At menna og geva dagrøktarskipanini betri umstøður at virka undir, varð eisini tikið við, tá hetta býlingahús skuldi byggjast. Hetta var fyrsta royndin at knýta eina spælistovu afturat einum barnagarði - her ganga vit aftur nýggjar leiðir, og spennandi verður at síggja, hvussu hetta fer at hepnast.
Fyri tey mongu, sum enn standa á bíðilista, er óiva útvegan av nýggjum plássum tað fremsta í huganum. Fyri tey tykist tað kanska løgi, at vit hava valt at byggja ein stovn við 42 nýggjum plássum, og at hini 20 plássini eru útvegað til børn, ið eru í skipanini frammanundan. Tað er væl skiljandi, men hinvegin mugu vit eisini ansa eftir, at vit ikki bara hugsa um at útbyggja, men at vit, samstundis sum vit byggja út, hugsa um innihaldið í tilboðnum. Børnini hava, eins væl og onnur, krav upp á trivnað og menning í gerandisdegnum.
At enda fari eg at ynskja tykkum øllum góða eydnu og tillukku við nýggja barnagarðinum, spælistovuni og býlingahúsinum.