Sámal Toftanes í Gallarí Havnará

Sámal Toftanes er leirvíkingur, ið hevur teknað og mála alt sítt lív. 14 ára gamal gekk hann ein vetur til teknifrálæru hjá hinum tiltikna leirvíksmálararum Jóhannesi Kristiansen.

Eins og hjá eldra leirvíksmálaranum eru myndirnar hjá Sámali natúralistiskar. Hann leggur heldur ikki skjól á, at hann var hugtikin av Jóhannesi og hansara list.

Sámal luttók á síni fyrstu framsýning í 1989, hetta var árliga framsýningin hjá Lions Eysturoy, síðan hevur hann luttikið á eitt nú ólavsøkuframsýningum, várframsýningum í Smiðjuni í Lítluvík, í Føroyahúsinum í Keypmannahavn og í Hjørring.

 

Fernisering er fríggjadagin 5. desember kl. 16-18, og Bárður á Lakjuni kemur at syngja og spæla nøkur løg. Framsýningin er opin frá 16-18 allar dagar fram til 11. desember.