Rong tíðindi
í útvarpinum
M.a. segði útvarpsmaðurin, at búskaparnevndin ?mælir til stjórnarskipanarligar broytingar? til tess at fáa fult ræði á búskapinum. Nú var eg so heppin, at eg hevði eitt eintak av tí skjalinum, som varð framlagt í Norðurlandahúsinum. Og tað váttar at útvarpið bar rong tíðindi. Tað verður ikki við einum orði mælt til stjórnarskipanarligar broytingar.
Tvørturímóti ávísir búskaparnevndin, ?at føroysku myndugleikarnir høvdu og framvegis hava ræði á sterkum búskaparpolitiskum amboðum?, men at teir hava ikki evnað at brúkt hesi amboðini nóg væl, m.a. av alstórum koordinatiónstrupulleikum (?). Og hetta mælir nevndin til at bøta um við skipanarligum reformum, tvs. innlendskum reformum. Onki verður sagt um, hvat hetta skal verða. Men tað er í hvussu er nakað heilt annað enn at rógva uppundir, at stjórnarskipanarligar ella ríkisrættarligar broytingar, sum t.d. fullveldi e.t., skal verða ein fyritreyt fyri at fáa ræði yvir búskapinum.
Eg ringdi til útvarpið og greiddi frá, at tað var ikki rætt, sum teir søgdu í tíðindunum. Men tíverri hava teir ikki hildið tað verða neyðugt at rætta seg sjálvan.
Ikki faklig men
politisk niðurstøða
Annars kemur formaðurin í búskaparnevndini í sama skjali við einari víðgangandi politiskari niðurstøðu, sum eg ikki kann annað enn undrast á. Hann sigur, at av tí at tað er ein øgilig óvissa um ríkisveitingarnar (?), so ?eigur innlendski eftirspurningurin ikki at verða tillagaður til hvat íð føroyingar hava ráð til her og nú, við teirra egnu framleiðslu og ríkisveitingunum, men á einum lægri stigi (?on a lower plan?) har man tekur hædd fyri møguligum skerjingum í ríkisveitingunum.?
Altso, innlendski eftirspurningurin - tað er t.d. lønarinntøkurnar, almannaverkið, heilsuverkið, undirvísingarverkið, samferðslan o.m.a. - skal skrúvast niður á eitt lægri stig !
Hetta er jú ein rættiliga víðgangandi politisk - og ikki faklig - niðurstøða at koma við longu nú. Og kann ikki annað enn elva til at man setir spurnartekin við fakliga autoritetin hjá formanninum í búskaparnevndini.
Tí tann forhastaða niðurstøðan tykist at verða hansara verk. Fleiri av búskaparfrøðingunum, sum sita í hesi góðu búskaparnevnd, siga seg onki kenna til slíka niðurstøðu. Teir vita onki um at nakar fundur hevur verið, har slík niðurstøða er viðgjørd.
Tað verður eisini sagt, at frágreiðingin frá búskaparnevndini skal handast landsstýrinum nú 10. mai. Men politikkarar úr andstøðuni og almenningurin annars mugu so pent bíða, inntil tann setti redaktørurin á hvítbókini hevur gjørt sítt arbeiði, og vit tann 10. juni sleppa at síggja, hvat man er komin fram til. Vónandi var tann forhastaða niðurstøðan hjá nevndarformanninum ikki nøkur fráboðan men bert ein óætlaður bummari.
Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður