Kvinnufelagasamskipan Føroya hevði ársfund Dýra biðidag inni á Nesi. Tvær samtyktir vórðu gjørdar á fundinum. Kvinnufelagasamskipan Føroya átalar harðliga, at løgtingsmaður kann varðveita sess sín í tinginum, hóast hann er dømdur sekur í neyðtøku. Ársfundurin heitir á avvarðandi myndugleikar um at gera strangar og greiðar reglur á hesum øki, so slíkt ikki endurtekur seg.
Eftir ársfundin í Vági í 1990 mótmælti Kvinnufelagasamskipan Føroya diskriminatiónini av kvinnuligum prestum, sum hevði stungið seg upp á ávísum stað í landinum. Ársfundurin Dýra biðidag 1999 í gamla próstagarðinum á Nesi átalar, at sama diskriminatión stendur við og versnar. Tí Fólkakirkjan er fólksins kirkja.
Kvinnufelagasamskipan Føroya hevur umboð úr øllum limafeløgum. Nevndin í samskipanini hevur skipað seg við Ingu Ellingsgaard úr Havn sum forkvinnu, Bergtóru Hanusardóttir úr Havn sum næstforkvinnu og skrivara, og Nannu Poulsen av Glyvrum sum kassameistara.










