Finna orsøkina til, at ein bygd reisist aftur

Í vikuskiftinum hava granskarar vitjað í Vági. Har hava teir tosað við fólk innan vinnu, felagslív, list og mentan og annað virksemi.

Fimm granskarar úr Føroyum, Russlandi og Íslandi hava nevniliga sett sær fyri at kanna, hvør orsøkin er til, at smá samfeløg eru lívsfør. Eisini tá tey fáa ein brest, reisast tey aftur.

Saman við føroyskum samfelagsfrøðingum ferðast tveir granskarar úr Russlandi og Íslandi í hesum døgum kring oyggjarnar. Hesar eru Unnur Dís Skaptadóttir, lektari í mannfrøði Háskúla Íslands, og Larissa Riabova, ið starvast á deildini fyri búskaparligar trupulleikar á Kola Science Center í Murmansk.

Saman við samfelagsfrøðingunum Jógvan Mørkøre, Dennis Holm og Suna á Dalbø, eru tey í fer við eina verkætlan, ið hevur til endamáls at lýsa, hví smærri samfeløg, bygdir ella býir, eru lívsfør, hóast dyggar smeitir av og á.

Jógvan Mørkøre sigur, at ætlanin eisini er at lýsa, hvat tað er, ið knýtir fólk til samfelagið, bygdina.


MOST/CCPP

Heili 9 lond eru við í verkætlanini; Canada, Grønland, Ísland, Føroyar, Noreg, Svøríki, Danmark, Finnland og Russland. Tvey øki, ella bygdir, eru so vald út í hvørjum landinum. Um 1000 til 1500 fólk skulu búgva í bygdini. Í Føroyum eru Vágur og Klaksvík vald út. Tó mest Vágur í hesum samanhanginum, tí Klaksvíkin er við í øðrum høpi. Talan er nevniliga ikki bert um eina verkætlan, men um eina størri granskingarskrá, ið gongur yvir fleiri ár.

Ætlanin nevnist MOST/CCPP (Manegment of Social Transformation/Circumpolar Coping Processess Projekt).

Ætlanin er at skriva eina grein, har viðurskiftini í Vági verða sammet við eina bygd í Ísafirði í Íslandi og eina bygd eystanfyri Murmansk í Ruslandi.


Búskapurin fall saman

Peningur er fingin til vega til sammetingararbeiðið. Felags fyri øll 3 økini er, at tey øll byggja á fiskivinnu, tey hava á leið sama íbúgvaratal og øll hava tey fingið ein fíggjarligan brest.

Øll økini hava verið fyri tí vanlagnu, at búskaparliga støðið er tikið undan teimum. Í Vági var tað avgerðin, tá stóra flakavirkið varð stongt, ið fekk álvarsligar avleiðingar. Virkið hevði stóran týdning. Tá tað fór, so fór nærum alt annað eisini.

Í Íslandi hevði tað nakað við kvotaskipan at gera. Bygdin stóð eftir við ongum. Í Russlandi var tað allur búskapurin, ið fall saman, í sambandi við skiftið til marknaðarbúskap.


Sosialur kapitalur

Felags fyri økini er eisini, at hildið varð, at hatta var endabresturin. Men tá ein tíð er farin, so ressast økini við aftur. Tað verður ikki øskukalt.

Jógvan Mørkøre sigur, at ætlanin er at royna at finna orsøkina til, at slíkt ber til. Áhugavert er at kanna, hvørjar verkætlanir fólkini á staðnum hava megnað at komið sær uppundan aftur við.

Granskararnir tosa her um sosialan kapital. Hetta snýr seg um, hvørji halda saman. Familjubond. Bond í bygdini og út úr bygdini. Eisini er annað, sum skapar samanhald, t.d. í Vági er ítróttarfelagið VB, listafelagið Skálin við Skálá og nýggjársnevndin. Alt slíkt, ið virkar við til, at fólk velja at verða í bygdini.

Av stórum týdningi er eisini, at fólk koma aftur eftir loknað útbúgving, so nýggjar vinnur stinga seg upp. At tey ikki siga, at einki operahús er, so ikki er verðandi, um ein so ikki sleppur til leik hvørt kvøld, men at ymiskt annað er, ið ger eitt sosialt lív gjørligt.

Eisini er tað galdandi, at tess minni staðið er, tess størri ábyrgd kenna fólk og eru meira saman um ymiskt. Hetta er eitt týðandi innanhýsis netverk. Hinvegin hava tey, ið hava verið burtur, eisini vinir og kenningar frá lestrarárum ella arbeiðsroyndum í Danmark, Onglandi ella aðrastaðir. Hesi sambond kunnu koma teimum væl við, um tey t.d. skulu seta á stovn egið virki.

Jógvan Mørkøre sigur, at alt hetta er nakað av tí, ið ætlanin er at lýsa.

Á ferðini í Vági hava granskararnir vitjað virkir og fyritøkur. Tey hava hitt fólk, ið eru við í ítróttarfelagnum og fólk, sum á annan hátt eru við í sosiala lívinum. Roynt verður at skilja tey. Hví gera tey hetta? Hvønn kenna tey? Hvørjum miða tey eftir?

Eisini verður komið nakað inn á politisku viðurskiftini. Tosað hevur verið við býráðslimir og virkir. Um teirra treytir og forðingar.


Vágur og Klaksvík

Umframt, at viðurskiftini í Vági á henda hátt verða lýst og sammett við tvær aðrar bygdir í øðrum londum, so er eisini Klaksvík við í aðrari ætlan. Millum annað hava skúlaungdómar í Klaksvík fingið til uppgávu at skriva um, hvat teimum dámar við heimstaðnum og hvat tey halda um at búgva í Klaksvík.

Orsøkin til, at ungfólk eru biðin at skriva og siga sína hugsan er, at tey skjótt skulu velja sær sína lívsleið og kanska halda tey leiðina aðrastaðir.


Latast UNESCO

Úrslitið av kanningum og samrøðum verður sammett og síðani savnað í eina grein, ið skal latast UNESCO.

Jógvan Mørkøre fegnast um, at hugsað verður um annað, enn bert at skriva frágreiðingar. Umframt at skriva grein burtur úr tilfarinum, so verður stórur dentur lagdur á at hava fólk úr hesum ymsu støðunum við í orðaskiftinum. Tá ráðstevnur hava verið, og tær eru við jøvnum millumbilum, so greiða hesi fólkini sjálvi frá og koma at kennast. Soleiðis kunnu royndirnar, ið onnur hava gjørt, koma einum sjálvum til góðar.

Á eini ráðstevnu í fjør, har nevndu lond luttóku, vóru við úr Føroyum Jógvan Krosslág og Jógvan við Keldu, borgarstjórar í ávíkavist Vági og Klaksvík.

Greinin, ið kemur burtur úr kanningararbeiðinum, verður væntandi eisini at síggja í onkrum tíðarriti. Eisini fáa tey, ið hava luttikið, eintak av greinini, ið verður á enskum.

Arbeitt hevur verið við at fáa pening til aðrar longri ætlanir. Hetta er ikki komið á pláss enn. Jógvan Mørkøre sigur, at t.d. hevur verið hugsað um at fáa í gongd sonevndar Ph.D ætlanir, har yngri fólk arbeiða við slíkum trupulleikum í 3 ár. Eisini í sambandi við Vág, hevur hetta verið frammi. Hann metir, at slíkt eisini kann koma bygdini til góðar, at fólk soleiðis fær vitan og royndir og kann hjálpa á staðnum.

Millum annað á henda hátt , verður so roynt at geva økjunum nakað aftur.

Tilfarið, sammetingin, ið kemur burtur úr, skal latast inn til ein fund, ið verður í París í oktober mánað.