Nú er Klæmint heilt tætt við at seta met

Við stórsigri í Sørvági heldur NSÍ fast um næstfremsta plássið, meðan 07 Vestur eftir dagsins umfar verður undir strikuni

Tað endaði við 5-1 sigri til gestirnar, tá ið illa sperda 07 Vestur hevði vitjan av NSÍ.

 

Fyrstu løtuna var heimaliðið fleiri ferðir í góðari støðu, og tá var tað NSÍ málverjin Kristian Joensen, sum bjargaði meistarliga.

 

Tá ið eitt lítið korter var farið, brast tað fyri nev hjá NSÍ, og síðani var tað bara ein spurningur, hvussu stórur sigurin hjá NSÍ málmaskinuni fór at verða.

 

Michal Przybylski, sum í dag var millum teir fyrstu ellivu og framrættaður miðvallari, var fyrstur á returbóltinum, eftir at Ari í Haraldstovu Petersen hevði hálvbjargað, tá ið Klæmint A. Olsen royndi seg við langskoti.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var Klæmint A. Olsen málskjútti eftir horna úr vinstru frá Brandi H. Olsen, og tveir minuttir seinni var tað miðverjin Daniel Obbekjær, sum var málskjútti, og aftur var tað eftir horna, at NSÍ skoraði.

 

Tríggjar minuttir undan stegðinum kveiktist vónin millum heimafólkið aftur, tá ið Mikkel Hyllegaard skoraði eftir upplegg frá Jónas Prior.

 

Í fyrsta álopinum eftir dystin var Michal Przybylski aftur upp á spæl, og miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Klæmint A. Olsen trivaliga sigurin.

 

Klæmint A. Olsen hevur nú skorað 26 mál. Hann hevur lagt upp á síðuna av sínum egna meti, og tað er bara eitt mál fram til málmetið, sum Mikkel Dahl í 2021 setti, tá ið hann spældi við HB.

 

07 Vestur er á áttanda plássi, men eftir oyggjauppgerðina millum TB og FC Suðuroy í Trongisvági er tað greitt, at 07 Vestur verður undir strikuni.

 

 

 

07 Vestur – NSÍ 1-5 (1-3)

 

0-1: Michal Przybylski 13.

 

0-2: Klæmint A. Olsen 23.

 

0-3: Daniel Obbekjær 25.

 

1-3: Mikkel Hyllegaard 42.

 

1-4: Michal Przybylski 46.

 

1-5: Klæmint A. Olsen 66.

 

Dómari: Leivur Zachariassen

 

07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Dann Fróðason, Nicolai Møller Dohn, Filip Drinic, Jóannis á Steig – Casper Gedsted Hansen, Magnus Holm Jacobsen, Mikkel Hyllegaard, Edvin Jakobsen, Silas Gaard – Lukas G. Giessing 

 

NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Hassou Diaby Ndiaye, Daniel Obbekjær, Fabian Ness – Beinir Nolsøe, Brandur Hendriksson Olsen, Michal Przybylski – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen