Emil ger góða reklamu fyri sær sjálvum

Norski álopsspælarin skoraði reint hattrikk, tá ið HB vann trivaligan sigur í Hólmanum á Eiði

Mynd: RSmedia/hb.fo

Tað endaði við 4-0 sigri til gestirnar, tá ið EB/Streymur í dag hevði vitjan av HB.

 

Spælbýtið var ikki so ójavnt stóran part av tíðini. Heilst stóri munurin var, at Emil G. Pedersen var fremsti maður hjá HB. Í fyrra hálvleiki skoraði hann reint hattrikk í smáar 20 minuttir, meðan heimaliðið ikki megnaði at umseti møguleikar og støður til mál.

 

Emi G. Pedersen hevur nú skorað 17 mál, og síðani summarsteðgin hevur hann skorað mál í øllum dystunum uttan einum.

 

Emil G. Pedersen hevur sáttmála við HB fram til kappingarlok í ár. Tí kann ikki sigast annað, enn at hann av álvara ger góða reklamu fyri seg sjálvan. Bæði í Føroyu og eisini í Norra og ivaleyst eisini aðra staðni.

 

Inntil HB legði seg á odda var talan um javnt spælbýti. EB/Streymur var í væl minni verjukendari útgávu, enn liðið var mikukvøldið, tá ið KÍ var gestur í Hólmanum, og tað vóru støður í báðum endum.

 

Noah Mnenéy átti uppleggið av baklinjuni í høgru og útfrá, tá ið Emil G. Pedersen úr stuttari fjarstøðu setti hol á. Tað var í 26. minutti, og í tveimum teimum síðstu minuttunum undan steðginum skoraði Emil G. Pedersen tvær ferðir aftrat. Í fyrra førinum átti Heðin Hansen, sum í dag var millum teir fyrstu ellivu, uppleggið, og í seinna førinum var tað miðverjin Bartal Wardum, sum átti uppleggið.

 

So var tað greitt, at øll stigini fóru suður til Havnar við HB, sum framvegis spælir fyri at vinna næstfremsta plássið. Í seinna hálvleiki skoraði HB eitt mál aftrat. Málskjútti var Ási P. Dam, sum var framrøttaður í høgru. Upplegginum stóð vongverjin í vinstru Lassana Faye fyri.

 

Leygardagin fær HB vitjan av B68, og tá fer EB/Streymur at spæla á útivølli ímóti FC Suðuroy.

 

 

 

EB/Streymur – HB 0-4 (0-3)

 

0-1: Emil G. Pedersen 26.

 

0-2: Emil G. Pedersen 43.

 

0-3: Emil G. Pedersen 45.

 

0-4: Ási P. Dam 57.

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard Geyti, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Símun Kalsø  – Mórits Heini Mortensen, Óli J. Poulsen – Thomas Bjørn Mizean, Búi Egilsson, Virgar Jónsson – Gutti Dahl-Olsen

 

HB: Bjarti Vitals Mørk – Mathias Voss, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Lassana Faye – Ási P. Dam, Noah Mnenéy, Heðin Hansen, Heini Sørensen – Emil G. Pedersen, Jákup L. Thomsen

 

 

 

Mynd: RSmedia/hb.fo