At vera 40 ár á einum og sama arbeiðsplássi er tekin um, at har er gott at vera, heldur Anna Mohr, ið er saksviðgeri á Brunatryggingini. Í gjár varð skipað fyri móttøku á arbeiðsplássinum í sambandi við 40 ára starvsdagin.
- Mær hevur dámað sera væl og hetta er eitt spennandi arbeiði. Tryggingartreytirnar eru nógv broyttar síðani eg byrjaði, og í dag viðgera vit skaðar av øllum møguligum slag. Tað krevur, at vit eru væl inni í øllum. Størsta broytingin hetta tíðarskeiðið hevur verið, at tryggingarnar allar eru lagdar saman, sigur Anna.
Tá ið Anna byrjaði 1. mai í 1959 helt Brunatryggingin til úti í Tinganesi og trý fólk starvaðust har. Áðrenn Brunatryggingin legði saman við hinum tryggingunum vóru 30 fólk til arbeiðis. Í 1959 flutti Brunatryggingin á Kongabrúnna til 1967, tá ið hon flutti niðan á Káta Hornið. Síðani fluttu tey í Jóannes Paturssonargøtu, har tey vóru til 1984, tá ið tryggingin flutti niðan á Háls.
Øll 40 árini hevur Anna arbeitt fulla tíð, burtur sæð frá, at hon tríggjar ferðir hevur verið burturi vegna barnsburð.