dystum á rað hevur tað ikki eydnast Toda Jónsson at fáa bóltin í málið, og tað er sjálvandi ikki nøktandi, tá tú fyrst og fremst fært tína løn fyri at gera mál. Í langa tíð hevur verið at sæð á ymiskum [...] minuttirnar var ystur í vinstra borði, og saman við teimum báðu fremstu monnunum, Davidi Nielsen og Clement Clifford, fær Todi gott skoðsmál fyri sítt avrik. Skjótleikin og styrkin í gjøgnumbrotunum er um at [...] hevur verið sum skiftisspælari ? og avrikini hjá Toda hesa síðstu vikuna hava givið greiðar ábendingar um, at tað gongur rætta vegin hjá føroyska landsliðsmanninum, og tað liggur í luftini, at um tað hevði
ti heldur hann, at teir, sum eiga skipini, og serliga teir, sum eiga skip og virkir, eiga at taka í egnan barm fyrst. ? Teir kunnu byrja við sær sjálvum, og binda ein part av veiðini til eina ávísa framleiðslu [...] Tað ber ikki til fyrst at selja fiskin, har man fær mest fyri hann, og síðani siga, at tað eru hini sum hava skylduna fyri, at tað ikki fæst meira fyri hann. Tosið snýr seg um hvørt føroyingar gera nóg [...] verður gjørd fyri eitt longri tíðarskeið og fyri eitt ávíst tonsatal. Áðrenn hann kann gera slíkar avtalur, skal hann vera vísur í, at hann hevur rávøruna, og tað hevur ikki borið so serliga væl til hjá
ættarnavn hansara við politikk, og tað er ein sannroynd, at bæði abbi hansara og pápi hansara hava tikist við politikk. Tí eru hann og brøður hansara vaksnir upp við politikki, og á ein hátt kann sigast, at [...] Málið um Hvítubók og ríkisrættarligu broytingarnar er so sera stórt og umfatandi. Har skulu nógvar og stórar avgerðir takast í komandi tíðum. Síðani er tað fíggjarlógin, sum skal viðgerast, og hon er ikki minni [...] hjarta, og tað kann bara vera ein fyrimunur í tí politiska arbeiðinum, sigur Bergur Fryntlig og fyrikomandi Annars letur Bergur sera væl at móttøkuni hann fekk í tinginum. ? Øll hava verið blíð og fyrikomandi
tær fyrstu á partabrævamarknaðinum. Eg rokni við, at tað vera tær størru og tryggu fyritøkurnar, sum fyrst fara á marknaðin, og tí rokni eg ikki við tí, sigur Jan Mortensen, sum tó leggur dent á, at hetta [...] at tá tølini verða sundurgreinað er minni munurin millum rentuna á virðisbrøvum og tað, sum virkini geva í avkasti. Og tá er tað sambært stjóranum í vinnuhúsinum ikki nóg áhugavert at seta sparipeningin [...] ávirkan tað eina árið, men fylgja tølunum, og tað ger tey misvísandi, sigur Jan Mortensen. Hann leggur afturat, at tað veruliga talið tí er nærri 5,7 prosentum, og tí skal sammetingin við alternativar íløgur
farið í Badmintonhøllina, har tey fyrst fáa nakað til matna, fyri síðani at dansa til tónarnar frá Tangz og Siesta. Sum skilst verður høllin fullsett á veitsluni, og væntað fyriskipararnir, at talan verður [...] har tey um dagin íðka ítrótt av ymsum slag, og um kvøldið hugna sær saman á eini stórari veitslu. Í ár er fríggjadagurin 1. oktober settur til endamálið, og verður byrjað tíðliga um morgunin við ítrótti [...] kunnu hugna sær langt út á náttina. Sum nevnt hevur hetta tiltakið verið á skránni nú í nøkur ár, og fyriskipararnir síggja hetta sum eitt sera gott høvi til at koma meira saman við næmingunum frá hinum
felagsskap, og kemur stórur partur av peninginum frá sølu av brússukuri, sum verður framleitt av limum í samkomuni. Samkoman og tey ungu Samkoman leggur stóran dent á andaligan felagsskap, lovsang bøn og undirvísing [...] senda inn persónlig forbønarynskir, og verður hetta altíð tikið við á bønarfundunum. Á bønarfundunum eins og á øðrum fundum so sum sunnudagsmøtum er nógvur sangur og tónleikur, sum verður nýttur til at [...] dent á lovsang og tilbiðjan. Tummas sigur at tey ynskja at Heilagi Andin skal fylla miðbýin, og harvið draga menniskjur til Gud. Ímillum lovsangin avleggja fólk persónligar vitnisburðar, og eisini biðja
Garðarbý og Reykjavík. Eg havi familju í Garðarbý, so sjálvandi var eg ofta og vitjaði tey. Harumframt var eg eisini ofta og vitjaði beiggjan til mannin í húsinum. Hesin sat í rullustóli, og búði beint [...] ljóðaði áhugaverd. Eg sendi so umsókn, og hugsaði sum so ikki meira um hetta. Tá telefonin so ringdi nakrar vikur seinni, og eg fekk tilboð um at fara, gjørdi eg skjótt av, og 3 vikur seinni hevði eg sagt størv [...] hetta við arbeiði og skúla, so hevur tú eisini verið við í sjónleikarahøpi, hvussu dámar tær hetta: ?Ja, eg havi verið við í leikbólkinum Brim, og havi eg bæði roynt at staði á palli og verið teskari til
orsøkin til skiftið fyrst og fremst er tann, at hann við hesum fær nýggjar avbjóðingar innan hondbóltin. Hann hevur, hóast sín unga aldur, leikt við besta liðnum hjá VÍF síðani 1992, og dylur ikki fyri, at [...] at tað onkuntíð kann kennast eitt sindur tungt og stívt, tá umstøður og viðleikarar alla tíðina eru tey somu. Ikki soleiðis at skilja, at hann hevur nakað ilt at bera nøkrum viðvíkjandi VÍF, men tað er [...] , Páll Poulsen, at gjørt, og hava tað ongantíð verið stórvegis trupulleikar teirra millum. Harumframt metir Áki seg eisini vita, hvørjum Páll stendur fyri í hondbóltshøpi, og at hann tískil gleðir seg
føroyska kirkjustríðið leikaði av tí harðasta. Tað ljóðaði einaferð, at svar skuldi koma einaferð fyrst í juni, og tá skuldi Peter O. K. Olofson, ið var ein av høvuðspersónunum í stríðnum, taka avgerð, um hann [...] deknaguðstænastu, og sjálvandi er tað tá í lagi, at hann, sum føroya bispur loyvir kvinnuligum presti at prædika í kirkjuni í staðin fyri deknaguðstænastuna. Nógv stríð hevur tikið seg upp um hetta og onnur mál [...] mál millum Peter O. K. Olofson og bisp, og tí hevur Kirkjumálaráðið móttikið hópin av kærum, ið hava verið ógvuliga torførar at viðgera. Men í gjár visti Kirkjumálaráðið at siga, at tað nú er komið so mikið
brádliga fekk nógvan fepur og eingin kommunulækni var at fáa fatur á. Halldóra greiðir frá, at barnið var so mikið ússaligt, at hon helt taðvera ráðiligt at fáa kommunulæknan at koma og hyggja til barnið. Tískil [...] ikki vakt hetta kvøldið, og tí kom ein telefonsvarari til, ið segði, at hon skuldi ringja til vakthavandi kommunulækna. Halldóra ringdi til allar kommulæknarnar á listanum fremst í telefonbókini, men allastaðni [...] rara. Onkur segði frá, at læknin var burturstæddur og onkur bað hana ringja til vakthavandi kommunulækna. Tá barnið var vorðið blátt í andlitinum og hevði fingið andaneyð, visti Halldóra einki annað at