sunt at royna okkurt annað

Tað heldur í øllum førum Eva Brekkstein, sum millum annað hevur verið í Íslandi, har hon hevur verið au-pair

Hvat hevur tú fingist við higartil:

?Eg gekk í fólkaskúla í 10 ár, áðrenn eg fór niðan í Hoydalar, har eg ætlaði at taka student. Eftir 1 ár í Hoydølum gjørdi eg tó av at fáa mær skúlafrí í 1 ár. Hetta árið arbeiddi eg so, bæði í Føroyum og í Íslandi, og nú eri so byrja at taka FHS á Handilsskúlanum.


Hvør var orsøkin til at tú gavst í skúlanum:

?Eg veit ikki ordiliga, men knappliga var tað sum eg hevði fingið nokk. Hugurin var als ikki til staðar, og tískil gjørdi eg av at steðga. Eg fekk beinanvegin starv á Grifflinum, og eftir hetta eisini á SMS-blaðnum, áðrenn eg tók av einum tilboði um at fara til Íslands at arbeiða sum au-pair.


Hví gjørdi tú av at fara til Íslands at arbeiða:

?Tað byrjaði við at eg las eina lýsing, sum eftir mínum tykki ljóðaði áhugaverd. Eg sendi so umsókn, og hugsaði sum so ikki meira um hetta. Tá telefonin so ringdi nakrar vikur seinni, og eg fekk tilboð um at fara, gjørdi eg skjótt av, og 3 vikur seinni hevði eg sagt størv míni her heima frá mær og sat í flúgvaranum á veg til Íslands.


Hvat arbeiði tókst tú so við sum au-pair genta:

?Eg búði hjá einum pari í Garðarbý, beint uttan fyri Reykjavík, sum áttu ein 1 ára gamlan drong, og var fremsta uppgávan hjá mær at taka mær av dreinginum. Arbeiðstíðin var 9-5, og eg hevði sum so rættuliga fríar teymar. T.d. vandu bæði foreldrini rættuliga nógv, og við tað at eg sjálv fekk fría atgongd til venjingarmiðstøðina, har tey vóru, kundi eg ofta fara at venja og hava dreingin við. Á venjingarmiðstøðini vóru sum oftast eisini fleiri onnur børn, so tað stóðst ongantíð nakar trupulleiki av hesum.


Hvussu var at koma til Íslands, fekst tú eitt kultursjokk ella hvussu:

?Eg kendi meg beinanvegin væl móttikna allastaðni. Fólkini vóru ótrúliga blíð har eg kom, og onkuntíð var tað næstan sum at vera heima í Føroyum, so eg haldi ikki at skiftið var serliga stórt. Harumframt kendist tað sum um, at føroyingar eru høgt í metum í Íslandi. Alla staðni har eg kom, kendist tað sum um fólk gjørdust enn blíðari tá tey fingu at vita at eg var føroyingur. Sjávandi eru Íslendingar øðrvísi enn føroyingar á summum økjum, men eg haldi bestemt ikki at man á nakran hátt kann tosa um eitt kultursjokk.

Hvussu var við frítíðini í Íslandi:

?Hóast eg ofta fekk seint frí, so kom eg rættuliga nógv runt í bæði Garðarbý og Reykjavík. Eg havi familju í Garðarbý, so sjálvandi var eg ofta og vitjaði tey. Harumframt var eg eisini ofta og vitjaði beiggjan til mannin í húsinum. Hesin sat í rullustóli, og búði beint við hjá okkum. Harumframt vóru 4 vinkonur hjá mær í Reykjavík um sama mundi, og vóru vit vanliga saman í vikuskiftunum, har vit fingust við alt millum himmal og jørð.


Tá tú komst aftur, gjørdi tú av at byrja á Handilsskúlanum, hóast tú longu hevði nýtt 1 ár uppi í Hoydølum, hvør var orsøkin til hetta:

?Eg ætlaði upprunaliga at halda fram í studentarskúlanum, men av einhvørjari orsøk helt eg at Handilsskúlin ljóðaði meira áhugaverdur fyri meg. Eg havi altíð havt hug til at arbeiða við tølum, og haldi eg lærugreinarnar her úti hóska betur til mín.


Er hetta at vera eina tíð burturi úr Føroyum nakað, sum tú vilt viðmæla øðrum at royna:

?Heilt avgjørt, eg haldi at henda tíð hevur verið sera mennandi fyri meg. Bæði við tað at tú búnast meira, við tað at tú knappliga ikki hevur allar teir vanligu tryggu karmarnar rundan um teg. Men eisini og kanska serliga tað at tú upplivur og lærir at kenna eitt annað samfelag, har tað kanska eru nøkur heilt onnur viðurskift, sum gera seg galdandi enn heima í Føroyum.


Umframt hetta við arbeiði og skúla, so hevur tú eisini verið við í sjónleikarahøpi, hvussu dámar tær hetta:

?Ja, eg havi verið við í leikbólkinum Brim, og havi eg bæði roynt at staði á palli og verið teskari til onkran leik. Eg havi so ikki verið við til nakað nú í seinastuni, við tað at eg var í Íslandi, tá tey í summar royndu at endurstovna bólkin, við sjónleikinum Ragnarok. Eg vóni tó at eg framyvir kann verða meira aktiv á hesum øki, við tað at mær altíð hevur dámt sera væl at spælt sjónleik.


Hvørjar ætlanir hevur tú fyri framtíðina:

?Fyrst og fremst ætli eg mær at fáa HH-prógv her á Handilsskúlanum. Eftir hetta er sum so einki fastlagt, men eg ætli mær so eisini at fáa onkra útbúgving afturat HH-próvnum. Eg havi als ikki lagt meg fasta á, hvørjum víðari útbúgvingin skal viðvíkja, men tað fer framtíðin so at vísa.


SVARA SO!!!

Navn: Eva Brekkstein


Fødd: 9. mars 1981


Gift: Nei


Fyrimynd: Veit ikki


Besti persónligi eginleiki: Royni at vera blíð og smílandi


Størsti veikleiki: Royki


Besti matur: Mexikanskur


Besti drykkur: Veðrur


Best í sjónvarpinum: Friends


Frítíðarítriv: Sjónleik, ítrótt


Størsta uppliving: At vera í Íslandi


Størsta vónbrot: Kann ikki minnast nakað


Størsta ynski: At liva av sjónleiki