Starmer: Putin má rinda prísin fyri at seinka friðinum í Ukraina

Starmer vil hava eina avtalu um treytaleysa vápnahvíld í Ukraina. Hendir tað ikki, noyðist Putin at gjalda prísin.

ES-londini og 20 onnur lond hittast til toppfund í Albania fríggjadagin. Bretski forsætisráðharrin væntar, at luttakararnir undir fundinum fara at leggja trýst á russisku stjórnina. - Mynd: Leon Neal/Ritzau Scanpix

Russiski forsetin, Vladimir Putin, "skal gjalda prísin" fyri at "sleppa undan friði" í Ukraina.

Tað boðar bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer.

- Taktikkurin hjá Putin at seinka og steðga á, meðan hann framvegis drepur um alt Ukraina er óhóskandi, sigur Starmer í eini fráboðan.

Fráboðanin frá bretska forsætisráðharranum kemur kvøldið fyri toppfund í Evropeiska Politiska Samveldinum, EPC, í albanska høvuðsstaðnum, Tirana.

Her hittast ríkis- og stjórnarleiðarar úr bæði ES og fleiri enn 20 londum at umrøða trygdar avbjóðingar í Evropa.

Umboð fyri Russland og Ukraina fara væntandi at hittast til samráðingar í Istanbul í Turkalandi sama dag fyri at umrøða ein møguligan enda á krígnum í Ukraina.

Væntandi fara hvørki Putin ella ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskij at luttaka í samráðingunum.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, minkaði hósdagin um væntanirnar um eitt gjøgnumbrot í samráðingunum í Turkalandi.

EPC varð stovnað í 2022 eftir átaki frá franska forsetanum, Emmanuel Macron, sum svar uppá innrásina hjá Russlandi í Ukraina.

Sambært Starmer fara luttakararnir á fundinum mikudagin at "leggja trýst á russisku stjórnina", eftir at Putin ikki møtti upp til samráðingarnar í Istanbul hósdagin um at enda kríggið í Ukraina.

- Ein fullkomin, treytaleys vápnahvíld skal avtalast, og um Russland ikki er sinnað at seta seg við samráðingarborðið, skal Putin gjalda prísin, sigur bretski forsætisráðharrin.

Um Russland ikki tekur undir við vápnahvíld, væntar hann, at russiska orkuøkið verður ein "miðdepil fyri umfatandi revsitiltøkum komandi vikurnar."

Bretland og ES-londini gjørdu fyrr í vikuni eina avtalu um at seta ein sanktiónspakka í gildi móti skuggaflotanum hjá Russlandi fyri at avmarka krígsbúskapin í Russlandi.

Skuggaflotin hjá Russlandi er heitið fyri oljutangaskip, sum flyta russiska olju og eru undir revsitiltøkum. Revsitiltøkupakkin, sum er tann 17. hjá ES móti Russlandi, skal formliga samtykkjast týsdagin.

 

Ritzau/AFP

 

 

 

ES-londini og 20 onnur lond hittast til toppfund í Albania fríggjadagin. Bretski forsætisráðharrin væntar, at luttakararnir undir fundinum fara at leggja trýst á russisku stjórnina. - Mynd: Leon Neal/Ritzau Scanpix