Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG høvdu í kvøld fína vitjan í bólki B í Champions League í Arena Svendborg høllini.
Á vitjan var katalanska stórliðið, GOG.
Í málinum hjá Barcelona er heimsins besti málverji, Emil Nielsen. Við 16 bjargingum átti hann sín stóra lut í, at Barcelona vann stórsigur 41-28. Í steðginum var Barcelona frammanfyri við sjey málum, 21-14.
Óli skoraði fýra mál, og hann legði eisini upp til trý mál (assist).
Sunnudagin klokkan 14 hevur GOG aftur dyst í Arena Svendborg. Hesaferð er talan um dyst í bestu donsku hondbóltsdeildini, tá Skjern kemur á vitjan.
HER er støðan í bólki B í Champions League:
##med2##
Kelda: Sofascore












