Burn: Neistin vann greiðan sigur í Vestmanna

VÍF mátti leggja rygg til seksmálstap á heimavølli

Ein dystur er í kvøld leiktur í Burn mansdeildini.

 

Í høllini í Vestmanna eydnaðist Neistamonnum at vinna 36-30 á VÍF. Í steðginum var Neistin á odda 18-12.

 

Filip Jojic var toppskjútti hjá VÍF við sjey málum. Hóri Reginsson hjá Neistanum var stórskjútti í kvøld. Hann skoraði 11 mál.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum í Vestmanna, og støðuna í deildini:

 

##med2##

 

##med3##