Svar í næstu viku

-

Leingi er tað, ið væl skal vera. Long tíð er síðani Kirkjumálaráðið lovaði at koma við einum svari til kærurnar, ávísir føroyskir prestar á sinni sendu Kirkjumálaráðnum um Føroyska bispin, Hans Jacob Joensen, tá føroyska kirkjustríðið leikaði av tí harðasta.

Tað ljóðaði einaferð, at svar skuldi koma einaferð fyrst í juni, og tá skuldi Peter O. K. Olofson, ið var ein av høvuðspersónunum í stríðnum, taka avgerð, um hann skuldi siga seg úr starvi ella ikki. Hann metir ikki, at tað ber til at starvast í Føroysku kirkjuni, tá hann ikki fær fult ræði á øllum kirkjunum í prestagjaldi sínum undir hámessuni. Bispur hevur nevniliga tikið hann av ræði, tá hann hevur loyvt kvinnu at prædika í einum av kirkjunum hjá Olofson undir hámessuni, eftir at Olofson hevur sýtt fyri hesum. Bispur vísir hinvegin á, at Olofson als ikki skuldi hava guðstænastu í ávísu kirkjuni í hesum førinum. Talan var um deknaguðstænastu, og sjálvandi er tað tá í lagi, at hann, sum føroya bispur loyvir kvinnuligum presti at prædika í kirkjuni í staðin fyri deknaguðstænastuna.

Nógv stríð hevur tikið seg upp um hetta og onnur mál millum Peter O. K. Olofson og bisp, og tí hevur Kirkjumálaráðið móttikið hópin av kærum, ið hava verið ógvuliga torførar at viðgera. Men í gjár visti Kirkjumálaráðið at siga, at tað nú er komið so mikið langt við viðgerðini av málinum, at svar kemur einaferð í næstu viku.