Todi er á veg rætta vegin

Fótbóltur: Felagið hjá Óla Johannesen tapti á heimavølli og tykist vera millum tey vánaligastu í superliguni

Í fimtan dystum á rað hevur tað ikki eydnast Toda Jónsson at fáa bóltin í málið, og tað er sjálvandi ikki nøktandi, tá tú fyrst og fremst fært tína løn fyri at gera mál.

Í langa tíð hevur verið at sæð á ymiskum heimasíðum, sum hava við FCK at gera, at nógv viðhaldsfólk hjá felagnum vilja hava Toda Jónsson burtur av besta liðnum, tí tey hava ikki hildið, at hann hevur havt nakað at gera har. Men venjarin, Kim Brink, hevur givið Toda møguleikan í øllum superligu dystunum í hesum kappingarárinum ? um enn tað viðhvørt hevur verið sum skiftisspælari ? og avrikini hjá Toda hesa síðstu vikuna hava givið greiðar ábendingar um, at tað gongur rætta vegin hjá føroyska landsliðsmanninum, og tað liggur í luftini, at um tað hevði eydnast hjá Toda eina ferð aftur at skora eitt mál, so hevði tað tikið toppin av trýstinum burtur, og so kundi tað verið so skjótt, at hann aftur hevði verið á tí støðinum, sum vit vita, at hann megnar.


Nýggan spælihátt

Í FCK hevur venjarin ásannað veruleikan, at tað stendur illa til við miðvallarspælarum. Tí hevur hann lagt spælið um, soleiðis at nú er talan um 4-4-2 spælihátt, sum ofta meiri líkist 4-2-4 skipanini.

Thomas Thorninger var sunnudagin móti Esbjerg ytsti maður í høgra borði, meðan Todi Jónsson allar 90 minuttirnar var ystur í vinstra borði, og saman við teimum báðu fremstu monnunum, Davidi Nielsen og Clement Clifford, fær Todi gott skoðsmál fyri sítt avrik. Skjótleikin og styrkin í gjøgnumbrotunum er um at vera, sum hon plagdi at vera. Við einmansavrikum megnaði Todi sjálvur at skapa sær tveir málmøguleikar, men neyvleikin í skotroyndunum var ikki nóg góður.

Onkra ferðina eydnaðist tað hjá Toda at koma til baklinjuna og senda tvørbóltar í brotsteigin.


David hvassastur

FCK vann 3?0 móti Esbjerg, og stigini komu væl við. Men tað er ein royndur lutur, at spælið var einki at reypa av. Esbjerg, sum longu tá tveir minuttir vóru farnir gjørdi sjálvmál, var spælstýrandi í longum løtum, men teir fingu einki mál.

Í ein hálvan tíma í 1. hálvleiki hevði FCK onga roynd móti málinum, og hóast David Nielsen eftir 69 minuttir økti til 2?0, so var spenningur um úrslitið inntil FCK tríggjar minuttir eftir at vanliga leiktíðin var farin økti til 3?0. David Nielsen var eina ferð enn málskjútti, og harvið slerdi hann rimmarfast, at hann er mest vandamikla álopsvápni hjá FCK. Í hesari landskappingini hevur FCK fingið sjey mál, og David Nielsen hevur skorað fýra av teimum.

Høvuðsstaðarliðið hevur vunnið sjey landskappingardystir síðani á nýggjárinum. Fimm ferðir hava teir vunnið 1?0, eina ferð hava teir vunnið 2?0, og nú 10.011 áskoðarar sótu teir vinna 3?0 varð staðfest, at talan var um sanna málveitslu!


Óli illa staddur

Jákup Mikkelsen og Herfølge skuldu spæla á heimavølli móti Silkeborg í gjárkvøldið. Men hjá tí triðja føroyinginum í superliguni, Óla Johannesen, roynast úrslitini illa.

AGF spældi hesa ferð á heimavølli móti Vejle, sum hevur verið millum vánaligastu liðini. Óli Johannesen spældi allar 90 minuttirnar, men úrslitið hjá AGF var vánaligt. Vejle var á odda 2?0, áðrenn AGF fekk hol á, og úrslitið gjørdist í Århus gjørdist 2?1 til Vejle, sum harvið legði AGF afturum seg á støðutalvuni. Nú eru tað Esbjerg og AGF, sum eru niðanfyri niðurflytingarstrikuna.

Viborg hevði møguleikan fyri fyrstu ferð nakrantíð at leggja seg á odda í superliguni, men tað miseydnaðist, tí teir á heimavølli taptu 3?1 ímóti oddaliðnum úr AB. Tapið hjá Viborg var tað fyrsta á heimavølli síðani í november í fjør.

OB og Lyngby spældu málleyst í Odense, og hjá Brøndby skarst illa í Aalborg, har heimaliðið vann 3?1. Úrslitini høvdu við sær, at Herfølge í gjárkvøldið hevði møguleika at lyfta seg heilt upp í oddin.