Politiskt fer dagurin 22. september 1999 at standa, sum ein heilt serligur dagur fyri Berg P. Dam.
Hetta var dagurin, tá hann tók sæti á tingi.
Um tað enn var sum varamaður, at hann fyrstu ferð skuldi gerast tingmaður, og bert fyri eitt avmarkað tíðarskeið, tekur einki av gleðini frá honum.
Tað var jú orsøkin til, at hann segði ja, til at stilla upp í fyrsta umfari, og nú hann er komin har til, ger hann sum føroyska fótbóltslandsliðið gjørdi tá tað fór út í heim at spæla.
Hann er har fyri at læra, og hann sýgur til sín av tí hann kann fáa at vita.
Tað liggur til slagið
Um enn Bergur er nýggjur á tingi, so man hann lutfalsliga vera betri fyri enn tey flestu tá tey fara upp í politikk.
Hvørt mansbarn í Føroyum knýtir ættarnavn hansara við politikk, og tað er ein sannroynd, at bæði abbi hansara og pápi hansara hava tikist við politikk.
Tí eru hann og brøður hansara vaksnir upp við politikki, og á ein hátt kann sigast, at teir allir hava fingið politikkin inn við móðurmjólkini, hóast hon kemur frá mammuni og ikki pápanum!
Ikki kann sigast annað enn, at væl hevur hon sett seg mjólkin, tí ein beiggi hevur sitið á landsins ovastu rók, meðan hin hevur tikist nógv við kommunalpolitikk.
Og 22. september 1999 fór so yngsta skotið á stammuni á ting á fyrsta sinni. Tað liggur líkasum til slagið, at vera í politikki ...
Politikkur hevur
altíð hugtikið
Sum vera mann, heldur Bergur Dam, at tað er sera spennandi at vera við, har ein partur av teimum stóru avgerðunum her í samfelagnum verða tiknar.
? Væl veit eg, at ikki allar stórar avgerðir vera tiknar av politikarum, men kortini er tað sera spennandi at vera við, tí ein stórur partuar av avgerðunum verða tiknar í tinginum, sigur Bergur.
Hóast tað var fyrsta ferðin, at Bergur stillaði upp til løgtingsval, so var tað ikki fyrstu ferð hann var á listanum hjá Javnaðarflokkinum.
? Eg stillaði upp til kommunuvalið í 1993, so eg havi roynt tað áður, sigur Bergur.
Hvussu ber tað til, at tú ikki stillar upp fyrr enn nú, tá tú, um vit so kunnu siga, hevur fingið politikkin inn við móðurmjólkini?
? Tann størsta orsøkin er sjálvsagt, at eg havi verið nógv burtur úr Føroyum, og tískil ikki havi havt møguleikan at stilla upp, sigur Bergur Dam.
Hann vísir tó kortini á, at hann altíð hevur havt sera stóran áhuga fyri politikki, og at hann altíð hevur verið politiskt aktivur, so at siga.
? Eg havi verið aktivur bæði í falfelagspolitikki og í studentapolitikki, umframt at eg so at siga alla tíðina havi verið við í flokspolitiska arbeiðinum, sigur hann
Metir hann tað so sum eina hjálp, at hann hevur verið við í politiska arbeiðinum í flokkinum áðrenn hann er komin á ting?
? Ja, tað geri eg, tí eg á tann hátt kennir tú tað, sum limirnir hava upp á hjarta, og tað kann bara vera ein fyrimunur í tí politiska arbeiðinum, sigur Bergur
Fryntlig og
fyrikomandi
Annars letur Bergur sera væl at móttøkuni hann fekk í tinginum.
? Øll hava verið blíð og fyrikomandi, so tað hevur verið ein frægd at vera við til, sigur Bergur, sum leggur afturat, at tinglimirnir duga væl at vera væl við hvønn annan, og halda tað politiska og tað »privata« atskilt.
Politiska lotið er broytt soleiðis, at fyri tað um foreldrini vóru í politikki, so er ikki vist, at børnini eisini vera tað, men hóast tað so er enn eingin, sum hevur skotið hann við, at hann er enn ein »Dammur« í røðini, sum stígur inn um tingátt.
Ikki hissini mál
Tað eru heldur ikki eiti á mál, sum eru til viðgerðar hesa tíðina Bergur er tingmaður.
Málið um Hvítubók og ríkisrættarligu broytingarnar er so sera stórt og umfatandi. Har skulu nógvar og stórar avgerðir takast í komandi tíðum.
Síðani er tað fíggjarlógin, sum skal viðgerast, og hon er ikki minni stór.
? Men so eru tað øll hini málini eisini sigur Bergur og minnir á, at hann avloysir Kristian Magnussen í Trvinaðarnevndini.
Í Trivnaðarnevndini eru málini eisini nógv, men tað, sum í løtuni liggur fremst í huganum á Bergi og Hans Paula Strøm, sum eisini umboðar Javnaðarflokkin í Trivnaðarnevndini, er málið um dagpengar til tey tímaløntu.
? Tað málið hevur so ótrúliga stóran týdning fyri Javnaðarflokkin, sigur Bergur Dam.
Flokkurin hevur fleiri ferðir víst á, at tað er tey tímaløntu eru fyri vanbýti, tá tey vera tey einastu, sum hava eina karensdagar, og hetta roynir flokkurintí at arbeiða fyri at broyta, leggur Bergur Dam afturat.
Minnast til vælferðina
Men hvørji eru so tey politisku hjartamálini hjá Bergi Dam.
? Tað er at vera við til at skapa og menna hetta samfelagið soleiðis, at ein og hvør kann menna seg, uttan at hava fingið eina økonomiska vøggugávu, sigur Bergur.
Hann vísir á, at tað er neyðugt, at øll hava somu rættindi til at fáa nakað burtur úr lívinum, og at tey, sum sita við pengunum, skulu hava fyrimun, bara tí at tey hava pengarnar.
? Eg haldi, at tað er neyðugt, at vit brúka tað potentiali, sum er í samfelagnum, á bestan hátt, og at tað verður gjørt soleiðis, at tað verður fjøldini at gagni, sigur hann
Samstundis vísir Bergur Dam á, at tað alla tíðina er neyðugt, at umdefinera vælferðarsamfelagið, tí krøvini til samfelagið vera broytt alla tíðina.
Men tá vit hugsa um sosialdemokratisku systurflokkarnar eitt nú í hinum Norðanlondunum, so tosa teir um privatiseringar, sum tað er heilt vanligt. Tað ger Javnaðarflokkurin í Føroyum ikki, hví tað?
? Vit eru ikki komin til hatta støðið í Føroyum enn, og tað er eingin, sum sigur, at vit skulu ígjøgnum somu myllu, sum grannar okkara, sigur Bergur Dam og vísir á, at tá farið verður undir privatisering skal støða takast til hugtøk, sum ongantíð eru definerað í Føroyum.
? Hvat er privat, hvat er alment og ikki minst hvat er demokratisk ávirkan. Taka vit Føroya Tele sum dømi, so mugu greiðar linjur gerast, sum siga, at fyri tað, um Føroya Tele gerst eitt alment partafelag, so skal fyrilit takast fyri demokratisku prinsippunum.
Men verða tað ikki tikin alt ov nógv fyrilit tá tosið fellur á privatiseringarnar?
? Nei, tað haldi eg ikki, tí tað er verri enn so altíð, at privatiseringarnar eru av tí góða, sigur Bergur og leggur afturat, at viðhvørt verður ein noyddur til at gjalda fyri at hava eina tænastu gangandi, sum tað til dømis verður gjørt við Strandferðsluni og smáøkjunum.
Viðhvørt eru royndir gjørdar at fáa eina rutu upp at standa, og tá hon koyrir, so verður hon privatiserað. Tíverri hevur tað so víst seg, at hon ikki hevur gingið, og so er hon niðurløgd aftur.
? Men krøvini um at varðveita rutuna hvørva ikki, og tí er tað almenna so farið undir hana aftur, og tað er uppstarturin, sum kostar teir stóru pengarnar, sigur Bergur Dam.
Hann vísir samstundis á, at fyri tað um talan er um almennar pengar í einari fyritøku, so er tað ikki einstýðandi við, at tað er nakað ringt.
? Aðrastaðni eru teir við at fara hinvegin. Í USA leggja teir nú privatar fyritøkur í alment regi, tí tær liggja betur har, so heilt galið kann tað ikki vera, leggur Bergur afturat.
Annars vísir hann á bankabjargingina sum eitt dømi um, at ein fyritøka er vorðin betri av at hon gjørdist »almenn«.
? Fyrr var bankin eitt »vápn« hjá eini ávísari fyritøku, og tá fingu myndugleikarnir einki gjørt. Nú eiga borgararnir bankan, sum verður rikin professionelt av einari leiðslu við eini nevnd, sum situr við avgerðini. Teir taka ikki fyrilit fyri einum ávísum eigara, men reka bankan sum ein banka, og tað má vera soleiðis tað eigur at vera, sigur Bergur Dam, sum heldur ongan iva letur vera um hvar hann stendur tá tosið fellur á privatisering av bankanum.
? Tað almenna, skal hava hvørja krónu aftur, sum er løgd í, áðrenn bankin verður »latin øðrum«.
Ríkisviðurskiftini
mugu broytast
Tað málið av øllum, sum fer við mestu kjaktíðini í fjølmiðlum, og nokk eisini millum manna er sum vera mann málið um broytingar í ríkisviðurskiftunum. Her er støðan hjá Bergi ikki stórt øðrvísi enn hon er hjá floksleiðsluni, tí Bergur heldur, at tað sjálvsagt skulu vera føroyingar, sum skulu hava tær neyðugu heimildirnar til at taka allar avgerðir í Føroyum.
? Og eg haldi, at tað tær skulu gerast innanfyri ríkisfelagsskapin, sigur Bergur Dam.
Hann heldur, at tað er skeivt at fara at syndra samfelagið soleiðis, at fólk verða býtt í tveir bólkar, har annar er fyri og hin ímóti broytingum.
? Tað er sjálvsagt, at tað skulu gerast broytingar í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Vit skulu tilbúgva okkum soleiðis at vit eru før fyri at taka á okkum allar byrðarnar í hesum samfelagnum, og síðani taka tær á okkum. Bæði umsitingarliga og fíggjarliga, sigur Bergur Dam.
? Fyri okkum er tað ein spurningur um tryggleika tá vit fara at broyta, og tað haldi eg er sera týdningarmikið at halda fast við. Fólk leggja stóran dent á tryggleika, og tað eiga við at virða tey fyri, sigur Bergur Dam at enda









