Ofta verður tikið til, at stórur munur er á ymsu samkomunum runt um í landinum, og ofta hava fólk eisini nógvar fordómar hesum viðvíkjandi. Er tað í veruleikanum ikki bara soleiðis, at talan er um fólk, sum hava ymsar fatanir av kristindóminum og boðskapinum í Bíbliuni? Talan er jú í øllum førum um hin sama Skaparan, sum vit øll hoyra til, líkamikið um hetta er sum limur í fólkakirkjuni, brøðrasamkomuni, Evangeliihúsinum ella onkrum heilt øðrum. Fyri at fáa eitt yvirlit yvir støðuna hesum viðvíkjandi, fer Yngd á ferð kring landið, har vit ætla at tosa við umboð fyri ymsu samkomurnar, fyri at fáa teirra útlegging av málinum.
Talan verður ikki um nakra sonevnda greinarøð, men er ætlanin, at vit við jøvnum millumbilum koma at hava samrøður við umboð fyri eina samkomu, har vit fara at biðja tey greiða frá sínum sjónarmiðum hesum viðvíkjandi.
Fyrsta samkoman, sum vit hava valt at viðgera, uttan at hetta skal misskiljast, er samkoman Filadelfia, sum heldur til við Landavegin í Havn. Vit hava fingið orð á Tummas Jacobsen, sum er fyristøðumaður fyri samkomuna, og hevur hann greitt okkum frá, hvussu samkomulívið hjá teimum er skipað.
Ósamd við Evangeliihúsið
Filadelfia samkoman byrjaði sítt virki fyrst í sjeytiárunum. Hetta vóru fólk, sum høvdu staðið sum limir í Evangeliihúsinum, men sum vegna innanhýsis ósemjur valdu at stovna nýggja samkomu. Ognin við Landavegin 22 varð keypt, og í september mánaði 1973 varð nýggi bygningurin tikin í nýtslu, og hevur samkoman framhaldandi dagliga virki sítt í hesum húsum.
Tað skal tó beinanvegin leggjast afturat, at viðurskiftini millum hesar báðar samkomur eru munandi broytt síðani tá, og at Filadelfia í dag hevur eitt gott samstarv við Evangeliihúsið, eins og við flestu aðrar samkomur her í landinum.
Andalig endurnýggjan
Í 1990 byrjaði ein andalig endurnýggjan, sum merkti at samkomulívið varð broytt nógv. Her varð gjørt upp við fleiri formar, sum samkoman hevði í sambandi við fyriskipanina av møtunum, og endurnýggjanin viðførdi eisini, at samkoman varð lyft upp úr nógvum av teimum fastløgdu mynstrunum, sum vóru frammanundan. Tummas dylir ikki fyri, at slíkar endurnýggjanir eru tiltrongdar av og á, við tað at vit annars hava hug til at fata samkomuna sum nakað, sum altíð hevur verið skipað á einhvønn hátt, og sum tískil ikki kann broytast, við tað at siðvenjan á økinum er vorðin ov sterk.
Fleiri deildir
Filadelfia hevur, umframt samkomuna í Havnini, eisini eina samkomu á Vágoynni, umframt eina samkomu undir stovnan í Sundalagnum. Filadelfia Vágar verður rikin sum ein sjálvstøðug deild, hóast høvuðssæti er í Havnini, ímeðan talan í Sundalagnum er um sokallað plantingararbeiði, sum í løtuni er at rokna sum uppbyggingararbeiði.
Missiónsarbeiðið
Eisini er Filadelfia við til at stuðla missiónsarbeiði runt um í heiminum, og er henda hjálp so at siga skipað í tveimum. Annar parturin er eitt føroyskt/ghanesiskt par, sum livað sum trúboðarar í Ghana. Harumframt verður peningastuðul veittur til ein felagsskap í Tanzania. Serliga er tað samkoman í Vágunum, sum savnar pening inn til henda felagsskap, og kemur stórur partur av peninginum frá sølu av brússukuri, sum verður framleitt av limum í samkomuni.
Samkoman og tey ungu
Samkoman leggur stóran dent á andaligan felagsskap, lovsang bøn og undirvísing. Hvønn sunnumorgun samlast samkoman, og har verður dentur lagdur á lovsang, undirvísing og felagsskap gjøgnum breyðbróting. Ímeðan undirvísing fer fram, eru børnini í hølum fyri seg, so tey kunnu fáa undirvísing, sum er á teirra støði. Í Filadelfia leggja tey stóran dent á, at børnini verða varveitt í trúnni. Trupulleikin hjá nógvum tykist ofta vera tann, at tá børnini nærkast ella eri komin í teenage árini, er eitt somikið stórt glopp ella tómrúm upp til møtini hjá teimum vaksnu, at fleiri ikki rættuliga kenna seg heima í samkomuni, og tískil fella burtur úr tí aktiviteti, sum annars er í samkomuni. Fyri at fyribyrgja at samkoman á henda hátt missur ov nógvar limir, hava tey í Filadelfia gjørt av, at skipað fyri sonevndum teen-ekstrem møtum, har stórur dentur verður lagdur á tað kreativa elementið, samstundis sum børnini merkja, at tey hava eina nærveru við Gud. Tá børnini so eru nakað eldri, ella kundi man sagt vorðin til ungdómar, eru tey við á ungdómsmøtunum. Á henda hátt vilja tey í samkomuni tryggja, at limirnir skulu kenna tað soleiðis, at tey hoyra til samkomuna allan vegin uppeftir.
Møtini
Serligur bønarfundur er einaferð um vikuna, umframt at 7 bønarbólkar eisini samlast fast eina ferð um vikuna. Á bønarfundunum royna tey at biðja inn í aktuell viðurskifti í landinum, og at biðja fyri persónligum bønarevnum. Biðjið verður fyri at politiskir trupulleikar verða loystir, uttan at samkoman á nakran hátt leggur seg út í politisk viðurskifti, men við tí endamáli at royna at gera sítt til at øll skulu kunna liva betri her í landinum. Nógv fólk senda inn persónlig forbønarynskir, og verður hetta altíð tikið við á bønarfundunum.
Á bønarfundunum eins og á øðrum fundum so sum sunnudagsmøtum er nógvur sangur og tónleikur, sum verður nýttur til at prísa Harranum við. Tummas leggur dent á, at hesin tónleikur ikki verður spældur fyri luttakarunum á møtunum, fyri at fáa betri stemning í, men at spælt verður fyri Harranum, fyri at takka honum fyri tær gávur, hann hevur givið okkum til at spæla tónleik. Tískil kann tað gott henda á møtunum, at tónleikararnir sita og spæla við fullari megi, uttan at hetta er fylgispæl til sang ella annað, men einans við tí endamálið at takka Harranum.
Útimøti sunnukvøld
Hvørt sunnukvøld, tá veðrið er nýtuligt, samlast samkoman niðri í gamla Kommunuskúlagarðinum, har útifundur verður hildin. Eisini her leggur samkoman dent á lovsang og tilbiðjan. Tummas sigur at tey ynskja at Heilagi Andin skal fylla miðbýin, og harvið draga menniskjur til Gud. Ímillum lovsangin avleggja fólk persónligar vitnisburðar, og eisini biðja tey har á staðnum fyri løgtingi og býráði.
Á fundunum, sum Filadelfia hevur, eru bæði mannligir og kvinnuligir talarar, og hava tey í samkomuni ongar reglur fyri, hvat bæði kynini kunnu fáa loyvi til at gera. Leiðslan í samkomuni, sum verður rópt elstaráð, er tó bert manna við monnum.
Kann sýnast ekstremt
Ofta verður havt á lofti, at fólk úr einhvørjari samkomu ikki kunnu vera heilt rættsiktað, tí tey kanska gera ymisk ting á ein øðrvísi hátt, enn vit frammanundan eru von við. Tummas Jacobsen ásannar, at tá talan í Føroyum fellur inn á samkomur, eru fólk ógvuliga vanabundin. Tískil hava tey í Filadelfia kanska merkt serliga nógv til, at fólk hava fleiri fordómar ímóti háttinum, sum tey skipa teirra møtir upp á. Tummas ásannar eisini, at tað fyri uttanfyristandandi kann virka eitt sindur ekstremt, tá tey síggja ella hoyra um møtir, har tað til dømis verður talað í tungum, og har biðið verður fyri at grøða fólk, men heldur tó kortini, at tá fólk so sjálvi hava roynt hetta, tykist tað teimum nógv meira náttúrligt.
Hjálpa umheiminum
At enda leggur Tummas afturat, at tey í Filadelfia royna at leggja stóran dent á at hjálpa. Umframt at engagera seg í neyðina í heiminum gjøgnum bøn, so royna tey í samkomuni at hjálpa neyðstøddum uttanlanda við at savna inn klæðir, og verða hesi so latin, har tey halda at tey gera størstu nyttuna, og eru øll, sum hava hug at hjálpa til í hesum arbeiði, vælkomin at seta seg í samband við samkomuna.