Ítróttardagur og miðnámsveitsla

Badmintonhøllin verður karmur um miðnámsveitsluna 1999.

Seinastu árini er tað vorðin ein fastur táttur, at miðnámsskúlarnir í Føroyum hava skipað fyri einum stórum tiltakið, har tey um dagin íðka ítrótt av ymsum slag, og um kvøldið hugna sær saman á eini stórari veitslu. Í ár er fríggjadagurin 1. oktober settur til endamálið, og verður byrjað tíðliga um morgunin við ítrótti av ymsum slag. Eftir hetta verður farið í Badmintonhøllina, har tey fyrst fáa nakað til matna, fyri síðani at dansa til tónarnar frá Tangz og Siesta. Sum skilst verður høllin fullsett á veitsluni, og væntað fyriskipararnir, at talan verður um eina góða veitslu, har allir næmingarnir kunnu hugna sær langt út á náttina. Sum nevnt hevur hetta tiltakið verið á skránni nú í nøkur ár, og fyriskipararnir síggja hetta sum eitt sera gott høvi til at koma meira saman við næmingunum frá hinum miðnámsskúlunum. Yngd ynskir øllum luttakarunum eina góða veitslu.