Tað ber ikki til fyrst at selja fiskin, har man fær mest fyri hann, og síðani siga, at tað eru hini sum hava skylduna fyri, at tað ikki fæst meira fyri hann.
Tosið snýr seg um hvørt føroyingar gera nóg mikið av lidnari vøru til marknaðin í Evropa
Í seinastu viku segði fyrrverandi stjórin á Fiskasøluni, Bjarti Mohr, at føroyingar mangla forntsoldátar í søluliðnum.
Bjarti Mohr heldur, at tað verður gjørt ov lítið við framleiðslu av lidnum vørum, sum meiri peningur fæst fyri, og tað hann vísti á var, at søluliðið ger ov lítið fyri at fáa føroysk virkir til at framleiða lidnar vørur.
Fiskasølustjórin
ósamdur
Hans Johannes á Brúgv er stjóri á Fiskasøluni, men hann er ikki samdur við undanmanninum.
Hans Johannes heldur ikki at tað ber til at lasta søluliðið fyri at teir, sum eiga skipini og virkini, selja fiskin har teir fáa mest fyri hann.
? Tað ber ikki til at selja luft. So einfalt er tað. Tá talan er um at selja lidnar vørur, so er tað aloftast tí vit gera langtíðar sáttmálar við søluketur, og skulu vit tað, so mugu vit hava rávøruna, ella hava eina avtalu um rávøruna. Tað hava vit ikki í Føroyum, tí teir sum eiga fiskin selja hann har teir fáa mest fyri hann tá teir selja hann, sigur Hans Johannes á Brúgv, sum tí ikki heldur, at tað er rætt, sum Bjarti Mohr sigur.
Hann kallar sølumátan hjá reiðaríunum fyri auktiónsprinsippi og grundgevur tað við, at teir vilja hav sum mest fyri fiskin í hvørjum einstøkum føri, heldur enn at gera langtíðaravtalur.
Hans Johannes á Brúgv ger eisini vart við, at tað er neyðugt at definerað hugtakið »lidnar vørur« fyri at eingin ivi skal vera um hvat tað er, og leggur dent á, at tað sum hann tulkar sum lidnar vørur eru vørur til handilsketurnar, t.v.s vørur sum fara beinleiðis á steikipannuna hjá kundanum, so at siga.
Langtíðar avtalur
Hans Johannes á Brúgv vísir á, at skal eitt nú Fiskasølan gera avtalu um lidnar vørur, so krevur fyritøkan aloftast, at avtalan verður gjørd fyri eitt longri tíðarskeið og fyri eitt ávíst tonsatal. Áðrenn hann kann gera slíkar avtalur, skal hann vera vísur í, at hann hevur rávøruna, og tað hevur ikki borið so serliga væl til hjá honum higartil, sigur Hans Johannes á Brúgv.
? Tað vísir seg at vera rættiliga trupult at fáa teir sum eiga skipini at gera t. d. avtalu við okkum um 1000 tons til ein ávísan prís, tí teir eru kanska bangnir fyri at teir missa við tað, sigur fiskasølustjórin.
? Men tað er tann vegin vit eru noydd at fara, um tað skal vera møguligt, at fara inn í eina sovorðna framleiðslu. Tá mugu teir sum eiga fiskin eisini vera til reiðar til at taka ein part av »fíggjarváðanum«, við at gera avtalur um eina lutfalsliga stóra nøgd til ein fastan prís, leggur Hans Johannes á Brúgv afturat.
Gongd er á
Annars vísir stjórin á Fiskasøluni á, at tað er komin meira og meira gongd á framleiðsluna av lidnum vørum.
Hagtølini siga okkum eisini at so er, tí ein alt størri partur av føroyska útflutninginum er lidnar vørur, um enn tað, sammett við samlaða útflutningin er lítið.
Hans Jóhannes á Brúgv sigur, at í ávísum pørtum av vinnuni er gongd á, og hann vísi á alivinnuna og rækjufiskiskapin sum tvey dømir um tað.
? Alivinnan er í ferð við at fara tann rætta vegin, sigur hann.
Meir umsetiligar
kvotur
Hóast stjórin á Fiskasøluni vil siga hvussu trupulleikin kann loysast endaliga, so heldur hann kortini at tað hevði hjálpt uppá trupulleikan at gjørt kvoturnar meira umsetiligar.
Hansara fatan er, at tá reiðaríini hava meira fiska at arbeiða við, so eru kanska útlit til, at tey betur tora taka slíkar avgerðir, sum eitt nú at binda seg til at selja 1000 tons til eina ávísa framleiðslu, og at sleppa vanatankanum um brúka auktiónsprinsippi.
Tað er í hvussu er nógv í bendir á, at tað skal ein hugburðsbroyting til. Hvar hon skal byrja er stjórin í Fiskasøluni ikki í iva um. Hann heldur, at tað er burturvið, tá reiðararnir peika eftir fiskasøluni og siga, at tað er hon, sum ber ábyrgdina fyri at vit gera ov lítið við lidnar vørur.
? Vit hava góð og dugnalig sølufólk, sum gera eitt gott arbeiði. Annars høvdu vit ikki avlop av rakstrinum, sigur Hans Johannes á Brúgv.
Harafturímóti heldur hann, at teir, sum eiga skipini, og serliga teir, sum eiga skip og virkir, eiga at taka í egnan barm fyrst.
? Teir kunnu byrja við sær sjálvum, og binda ein part av veiðini til eina ávísa framleiðslu. Vit hava fólki til at selja framleiðsluna. Eingin ivi um tað, tí tey hava bæði kontaktina og søluroyndirnar, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Fiskasøluni at enda